Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 103 - 3. juni 2009 Val í Grønlandi Árni Joensen arni@sosialurin.fo Síðani 1979 ella í samfull 30 ár hevur Jonathan Motzfeldt verið afturvaldur í Landstingið hvørja einastu ferð, men í gjár fekk politiska lív hansara eftir øllum at døma mønustingin. Tá liðugt var at telja atkvøðurnar, vóru einans 91 atkvøðuseðlar, sum høvdu kross úti fyri navni hansara, og tað rakk ikki til ein sess í Landstinginum. Heldur ikki ein varasess. Á valinum í 2005 fekk Jonathan Motzfeldt 520 persónligar atkvøður, men hesaferð valdu bara 91 at styðja ta 71 ára gomlu Siumut-ímyndina. Grøn- lendskir fjølmiðlar siga, at tað er einki at ivast í, at hansara umdømið er viknað nógv orsakað av gølunum, sum hava verið tey seinastu árini. Millum annað er hann lagdur undir kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í almennu umsitingini og fyri at hava misbrúkt pengar hjá Landstinginum. Tað fyrra málið noyddi hann í fjør úr formansstarvinum í Siumut. Jonathan Motzfeldt hevur havt ein sera týðandi leiklut í grønlendswkum politikki í mong ár. Hann var í Landsráðnum frá 1971 til 1979, tá hann bleiv valdur í tað fyrsta Landstingið. Í fleiri skeið hevur hann verið formaður í Siumut, sum hann eisini var við til at stovna. Hann hevur eisini verið landsstýrisformaður og seinast formaður í Landstinginum. Kampingplássið á Selatrað er latið upp Á økinum er: El, brúsa og wc. Septiktangar frá húsvognum kunnu tømast. Ruskíløt. Meira at vita og bílegging á: Tlf. 218195 og 267195 email: seafish@olivant.fo Billund eisini afturgongd Tað er ikki bara Vága Floghavn, sum hevur færri ferða- fólk nú enn fyrr. Myndin er tann sama í Billund. Í gjár kunngjørdi leiðslan har tølini fyri mai mánað, og tey vístu, at í síðsta mánaði ferðaðust 16 prosent færri fólk um floghavnina enn í mai í fjør. Teir seinastu tólv mán- aðirnar er ferðafólkatalið minkað 12 prosent, og tað er júst sama afturgongd sum higartil í ár, skrivar Take Off. Leiðslan í Billund sigur, at ferðafólkatalið á uttanríkisrutunum minkaði næstan 20 prosent í mai, og komst tað serliga at húsaganginum hjá Sterling. Men færri ferðaðust eisini við leiguflogførum, og tað sama var á rutuni til og úr Keypmannahavn. Útlendingar manna donsk skip Altsamt fleiri donsk skip eru mannað við útlendingum sjófólki. Ein nýggj uppgerð hjá danska reiðarafelagnum vísir, at tey seinastu tíggju árini er talið á teimum, sum sigla við donskum skipum, vaksið við 3.709, men at bara 92 av teimum eru danir. Uppgerðin vísir eisini, at teir flestu útlendingarnir eru úr londum uttan fyri Evropa. Í 1998 vóru 2.731 sjófólk úr londum aðrastaðni enn í Evropa, men nú er tað talið vorðið 4.806. Dansk Rederiforening sigur, at hóast teir nógvu útlend- ingarnar eru danir framvegis í meiriluta umborð á skipunum. Í løtuni eru 16.206 danir 9.424 útlendingar við donskum skipum. Endabresturin hjá Motzfeldt Hann hevur havt heiti sum landsfaðir, men í gjár valdu bara 91 grønlendskir veljarar at seta krossin við Jonathan Motzfeldt, sum fyri fyrstu ferð er vrakaður Eftir 30 ár á ovastu rók í grønlendskum politikki bleiv Jonathan Motzfeldt funnin ov lættur Mynd: Polfoto