Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 103 - 3. juni 2009 Eftir at arbeitt hevur verið við verkætlanini í meiri enn eitt ár, varð fyrsti sansagarður í Føroyum tikin í nýtslu á Heiminum í Vallalíð fríggjadagin SANSIGARÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Líka síðani Heimið í Vallalíð varð tikið í nýtslu í 2005, hava starvsfólk spælt sær við tankanum um at byggja ein sansagarð, so tey gomlu, sum hava fingið demens, kunnu stimbra sínar sansir. Paula Sørensen, sum er ítrivsleiðari á heiminum, hevur gjørt nógvar kanning­ ar hesum viðvíkjandi og hevur eitt nú verið eina kann­ ingarferð í Danmark fyri at síggja, hvussu ein sansa­ garður har er uppbygdur. Síðani er tekning gjørd, og í einum samstarvi við umsitingina er endaliga tekningin av nýggja garð­ inum so gjørd. Halldis Joensen, leiðari á heiminum í Vallalíð, sigur, at frá tí at avgerð varð tikin um at byggja sansagarðin og til arbeiðið nú er liðugt, hevur gingið eitt ár. Men fríggjadagin varð so garðurin alment tikin í nýtslu við eitt hátíðarhald á heiminum. Paula Sørensen hevur verið eitt slag av primus motor í verkætlanini, og í røðu, sum hon helt á hátíðarhaldinum fríggja­ dagin greiddi hon frá, hvat ein sansagarður er. – Tað liggur í orðinum. Allir fimm sansir, sjón, hoyrn, smakkur, luktur og følisansur verða stimbraðir. Her eru gøtur oman og niðan. Vit koma framvið og síggja nógvar litir, ganga longur og koma til rennandi vatn. Longri niðri eru plantur, sum geva lukt og upp aftur longri niðri eru urtir, sum geva smakk, segði Paula Sørensen. Barnavinarligt Í upprunaligu ætlanini skuldi garðurin bert verða ein grasvøllur, men starvs­ fólkið hugsaði sum so, at hvat skulu tey gomlu nýta ein grasvøll til. Og tí spratt tankin um ein sansagarð. Eisini verður stórur dent­ ur lagdur á eitt ríkt djóralív, og umframt hundin, Bill, eru bæði hønur, høsnarungar og eitt lítið gimburlamb at finna á heiminum. – Vit leggja stóran dent á, at menniskju og dýr skulu liva saman og njóta gott av hvørjum øðrum, sigur Halldis Joensen, leiðari. Tey hava bæði eplaveltu, rótakál, gularøtur og rabarbur, og alt er plantað og sett niður í mjadnahædd, so tey gomlu kunnu standa uppreist, tá tey taka upp eplir og røtur. Eisini er bygd ein nýggj terrassa, so tey kunnu fanga vesturskynið og hugna sær í tí. – Vit royna eisini at flyta okkum frá gamla yvir í nýggju ellisheims mentan­ ina, við barnavinarligum umhvørvi, sigur Haldis Joensen. Dia Hansen, ið er eitt av húsfólkunum á heiminum í Vallalíð, klippir snórin saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen Á nýggju terrassuni kunnu tey fanga vesturskinið. Har er eisini pláss at grilla, tá veðrið er til tað Ein varða hava tey eisini laðað í garðinum Nýggi sansagarðurin er í fleiri »hæddum«, og sjálvandi er koyrandi í koyristóli allastaðni í garðinum Fyrsti sansagarður í Føroyum Kavbátar skulu leita Nú tað tykist rættiliga greitt, hvar tað franska flogfarið datt niður, hava myndugleikarnir í Brasil og Fraklandi gjørt av at lata smáar kavbátar fara niður í dýpið at leita eftir tí svarta kassanum úr flog­ farinum. Eydnast tað at finna teir, fáa vit helst eisini svar uppá, hvat hendi, tá flogfarið brádliga hvarv av radaranum. Eitt franskt skip er á veg á leiðina við tveimum smáum kavbátum. Hetta eru ómannaðir kavbátar, sum verða fjarstýrdir frá skipinum. Serfrøð­ ingar siga, at tað kann verða trupult at finna tann svarta kassan, tí tað er djúpt á leitingarstaðnum og harafturat harður streymur. Landasorg í Brasil Í Brasil hevur Jose Alencar, varaforseti, lýst alndasorg í trý samdøgur til minnis um tey 228, aum doyðu við franska flogfarinum, sum hvarv fyrramorgunin. Í gjár boðaði brasilska flog­ vápnið frá, at flogfør høvdu sæð vrakpetti og oljublettir á sjónum einar 500 fjórðingar úr brasilsku norðurstrondini. Brasilski verjumálaráðharrin, Nelson Jobim, segði í gjárkvøldið, at tað er eingin ivi um, at vrakpettini eru av tí franska Airbus­flogfarinum, og at eingin av teimum 228 slapp frá vanlukkuni á lívi. Vanlukkan er tann ringasta flogvanlukkan, síðani eitt flogfar hjá American Airlines datt niður í New York í 2001 við 260 ferðafólkum umborð.