mikudagur 3. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 103 - 3. juni 2009
Við broytingunum
í skipanini og við
miðvísari marknaðar
føring byrja útlendsk
reiðarí nú av álvara
at vísa FAS áhuga.
Eitt svenskt reiðarí
hevur skrásett eitt
skip undir FAS, og
væntandi fylgja
fleiri eftir aftaná
summarfrítíðina
FAS
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
1. januar í ár bleiv skatta
skipanin í FAS broytt. Frá
at reiðaríini fingu afturborið
28% av 33% skattinum,
varð hendan afturbering
broytt soleiðis, at reiðaríini
nú fáa allan skattin aftur.
Samstundis bleiv skatturin
á
tonnaguni
lækkaður
soleiðis, at FAS er vorðið
nógv meiri áhugavert fyri
útlendsk reiðarí.
Hetta saman við einari
miðvísari marknaðarføring
av skipanini hevur ført til,
at tað fyrsta av væntandi
mongum svenskum skipum
nú er skrásett undir Før
oyskari Altjóða Skipaskrá
seting.
Tommy Petersen frá FAS
sigur, at talan er um eitt
reiðarí, sum »matchar« væl
til FAS í einari uppbyggingar
fasu. Hartil heldur hann, at
tað hevur havt nógv at siga,
at tað er lætt at fáa fatur í
bæði FASumsitingini og
Skipaeftirlitinum.
Við svenska skipinum
eru nú 34 skip skrásett
undir FAS, og hesi eru úr
Føroyum, Íslandi, Danmark,
Noregi og nú altso eisini
Svøríki.
Og við skattabroytingun
um sær nú út til, at munandi
fleiri skip fara at lata seg
skráseta undir FAS.
Gamal tanki
Lars Høglund, sum er stjóri
í Fure Tankers, sigur, at teir
í mong ár sigldu upp á
Føroyar við olju.
Frá 1979 og fram til
1995 sigldu vit javnan upp
á Føroyar við olju. Vit
løgdu oljuna upp inni á
Sundi til Sundsverkið um
framt til Havsbrún í Fugla
firði, sigur Lars Høglund.
Um orsøkina til, at teir
júst hava valt Nólsoy sum
skrásetingarhavn sigur Lars
Høglund, at tað ikki er púra
av tilvild.
Tá vit komu undan
Hetlandi í illveðri, var
Nólsoy fyrsta landið, sum
gav okkum le. Hartil búgva
vit sjálvir á einaru lítlari
oyggj í skergarðinum uttan
fyri Göteborg, so vit mettu
tað passandi at velja Nólsoy
sum skrásetingarhavn, sigur
Lars Høglund.
Hetta at skráseta skipini í
FAS er ikki nakar nýggjur
tanki.
Longu í 1998 kannaðu
vit
møguleikarnar
at
skráseta okkara skip undir
FAS. Men tá var skipanin
hjá tykkum ikki so tiltalandi
sum hjá øðrum altjóða
skipaskrásetingum, og tí
varð einki av ætlanunum tá,
sigur Lars Høglund.
Nógv reiðarí
Á lítlu oynni í skergarðinum
– sum er enn minni enn
Nólsoy – eru heili 10 reiðarí
við tilsamans 50 skipum.
Tað búgva um 1500 fólk á
oynni.
Fure Tankers eiga seks
skip, sum øll eru kemikal
iuskip. Tað fyrsta, Fure
Star, er sum nevnt longu
skrásett undir FAS, og tað
næsta, sum er systirskip til
Fure Star, verður skrásett
um eina viku ella tvær.
Skipini hjá Fure Tankers
hava annars verið skrásett
undir NIS, sum er norska
altjóða skipaskrásetingin.
Tó at vit eru kapping
arneytar, hava vit reiðarí á
Donsö eitt ávíst tekniskt
samstarv. Talan er um
tilsamans 50 skip sum
reiðaríini á oynni eiga, og tí
er tað ein potentionellur
møguleiki, at fleiri skip av
oynni verða skrásett undir
FAS, sigur Lars Høglund.
Hann sigur, at fýra onnur
reiðarí nú kanna møgu
leikan at lata nøkur av
sínum
skipum
skráseta
undir FAS.
Starvsfólkastjórin hjá
okkum fer til Føroya eftir
Jóansøku, og tá skal hann
millum annað seta seg inn í
viðurskiftini hjá Naviga
tiónsskúlanum og kanna
eftir, um eitt samstarv eisini
kann fáast í lag har, sigur
Lars Høglund.
Koma á »hvíta lista«
Stjórin í Fure Tankers legg
ur dent á, at føroyska flagg
ið er eitt »veruligt« flagg
og ikki eitt hentleikaflagg.
Nú vóna vit bara, at Før
oyar og FAS koma á Hvíta
Listan, so FAS kann viður
kennast á hægsta støði. Í
løtuni eru tit á Gráa Listan
um, men eg veit, at tit
arbeiða íðið við at koma á
Hvíta Listan, sigur Lars
Høglund.
Listar, sum IMO í París
ger, og sum flokkar londini
frá hægstu viðurkenning til
hentleikalond.
Talan er um tríggjar
flokkar. Hvíta Lista, Gráa
Lista og Svarta Lista. Fyri
nøkrum árum síðani vóru
vit niðarliga á Gráa Lista,
men seinastu tíggju árini
hava vit havt eina javnt
uppgangandi kurvu, og nú
nærkast vit Hvíta Lista,
sum jú eisini sjálvandi er
málið,
sigur
Tommy
Petersen.
Hann sigur, at tað er stóra
arbeiðið, sum Skipaeftirlitið
hevur gjørt, sum hevur ført
okkum upp móti Hvíta
Lista.
Sjálvandi kenna reiðarí
ini okkara støðu á Gráa Lista,
og tey vita eisini, at vit førka
okkum móti Hvíta Lista, og
tað er eisini tí, at tey lata seg
skráseta undir FAS, sigur
Tommy Petersen.
Hetta er ein alternativ inn
tøkukelda hjá landskassan
um, tí sjálvt um skattaaftur
beringin frá hýrunum nú er
100%, so fær landið tonna
guskatt og tann partafelags
skatt,
sum
útlendsku
reiðaríini rinda gjøgnum
føroysku dóttirfeløgini.
FAS alternativ inntøkukelda
Fure Star er eitt av teimum seks skipunum hjá Fure
Tankers. Tað er eisini fyrsta skipið hjá reiðarínum,
sum letur seg skráseta undir FAS. Um stutta tíð fylgir
eitt systirskip eftir, og tá fer »Nólsoy« at standa á
reyvini á tveimum svenskum kemikaliuskipum
Høvdu vunnið ferðina
18 av teimum 216 ferðafólkunum við tí horvna Air Franceflogfarinum høvdu vunnið
ferðaseðilin. Talan var um níggju starvsfólk hjá fronsku fyritøkuni CGED, og tey høvdu fingið
loyvi til at taka eitt fólk við sær í part, skrivar AFP. Stjórin í CGED, Laurent Bouveresse, sigur
við tíðindastovuna, at tey níggju starvsfólkini, sum øll vóru sølufólk, høvdu vunnið eina
innanhýsis kapping, og vinningurin var ein ferð fyri tvey í fýra dagar til Rio de Janairo. Øll tey
níggju valdu at taka eitt fólk við sær, og nú eru øll 18 eftir øllum at døma deyð.