mikudagur 3. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 103 - 3. juni 2009
Al-Qaeda myrt gísla
Yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevur gjørt av við bretan Edwen Dyer,
sum bleiv tikin og burturfluttur í afrikanska landinum Niger fyri meiri
enn fýra mánaðum síðani. Felagsskapurin Site, sum heldur eyga við
islamskum heimasíðum, sigur, at al-Qaeda hevur kunngjørt eina
fráboðan, har tað stendur, at Edwen Dyer bleiv tikin av døgum tann 31.
mai. Sagt verður, at maðurin bleiv rikin av døgum, tí bretska stjórnin
sýtti fyri at gera eftir kravinum frá al-Qaeda um at lata tann muslimska
prestin Abu Qatada sleppa úr fongsli. Bretar vilja vera við, at presturin er
fremsti umboðsmaður hjá Osama bin Laden í Evropa.
- Søgan um føroyska
fiskaaling hevur
bert 30 ár á baki, og
í dag verða neyv atlit
tikin til umstøður og
umhvørvi, soleiðis at
fiskurin kann trívast
so væl sum tilber,
segði løgmaður, Kaj
Leo Johannesen, tá
hann setti aðalfundin
hjá evropeiskum
alarum
Aling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var løgmaður, Kaj Leo
Johannesen, sum setti aðal-
fundin hjá evropeiskum
alarum í felagnum FEAP,
sum hildin varð í Føroyum
seinasta
fríggjadag
og
leygardag.
Aðalfundurin varð settur
fríggjamorgunin, og í síni
setanarrøðu vísti løgmaður
á, at umstøðurnar hjá før-
oyskari fiskaaling nærum
eru fullkomnar, at føroyska
alivinnan er burðardygg,
bæði lívfrøðiliga og fíggjar-
liga. Hann segði, at hóast
føroyska alivinnan var fyri
stórum fíggjarligum bak-
køstum fyri fáum árum síð-
an, hevur vinnan megnað at
reist seg aftur og stendur í
dag fyri 22% av føroyska
útflutninginum.
Løgmaður segði, at tað
var við gleði og stoltleika
yvir, at aðalfundurin hjá
FEAP nú liggur í Føroyum,
at hann nú fekk høvið at
seta henda fund.
- Søgan um føroyska
fiskaaling hevur bert 30 ár
á baki, og í dag verða neyv
atlit tikin til umstøður og
umhvørvi, soleiðis at fiskur-
in kann trívast so væl sum
tilber.
Løgmaður
segði,
at
umstøðurnar til fiskaaling í
Føroyum næstan eru full-
komnar, sum hann tók til, og
tá segði hann seg serliga hava
hitaviðurskiftini í sjónum
kring um Føroyar í huga.
Hann tók eisini í aftur
søguna, hvussu føroyska ali-
vinnan byrjaði við nógvum
alarum og um tað prísgrund-
arlag, sum tá var. Prísirnir í
byrjanini fyri alda fiskin
vóru nógv hægri, enn teir
eru í dag, eins og vit í dag
hava nógv færri feløg, sum
standa aftanfyri alingina.
Løgmaður vísti á, at før-
oyska alivinnan í ár fer at
framleiða umleið 50.000
tons, og at henda vinna
soleiðis hevur stóran týdn-
ing – og er eitt stórt aktiv -
fyri okkara samfelag, bæði
tá ræður um útflutningsvirði
og tey arbeiðspláss, sum
henda vinna skapar kring
um í landinum.
- Útlit eru til, at alivinnan
fer at standa fyri einum upp-
aftur størri parti av útflutn-
ingsvirðinum, enn hon ger í
dag.
Kaj Leo segði seg hava
Løgmaður sera positivur um føroyska alin
- Útlit eru til, at føroyska
alivinnan fer at standa fyri
einum uppaftur størri parti
av útflutningsvirðinum, enn
hon ger í dag, segði løgmaður,
Kaj Leo Johannesen, tá hann
setti aðalfundin hjá FEAP
Meðan chilenska
alivinnan var uppi
á umleið 350.000-
400.000 tonsum, tá
hon var størst, er hon í
dag niðanfyri 200.000
tons. Væntandi er, at
chilenska framleiðslan
av laksi fer niður um
50.000 tons, sum er
á leið tað sama, sum
føroyska framleiðslan
verður í ár
Aling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Evropeiska alifelagið FEAP,
sum helt aðalfund í Før-
oyum seinasta fríggjadag og
leygardag, fevnir ikki bara
um laksa-og sílaaling, men
aling av fiski yvirhøvur.
Ragnar Joensen, formað-
ur í Føroya Havbúnaðar-
felag, sigur, at smáir bólkar
vórðu skipaðir á fundinum,
sum viðgjørdu viðkomandi
mál, og soleiðis tóku før-
oysku alaraumboðini lut í
arbeiði, sum í fyrsta lagi
snúði seg um laksa-og síla-
aling.
Aling snýr seg eisini um
gansking, og soleiðis varð á
aðalfundinum eisini kunnað
um ymiskar granskingarver-
kætlanir,
sum
FEAP
arbeiðir við.
Ragnar Joensen sigur, at
nú chilenska alivinnan er í
so tungum sjógvi, varð eis-
ini nógv frammi um at fylla
upp marknaðarplássið, sum
er íkomið á amerikanska
marknaðinum.
- Á fundinum skiltist, at
chilenska alivinnan neyvan
kemur
uppaftur
á
fulla
framleiðslu aftur fyrr enn í
2015, og so er spurningurin
eisini, um landið yvirhøvur
kemur uppá somu fram-
leiðslunøgd, sum Chili hevði,
tá framleiðslan var størst.
Ragnar sigur, at norð-
menn, sum hava sett seg
inn í chilensk viðurskifti
innan aling, søgdu, at ali-
vinnan í suðuramerkanska
landinum í dag liggur niðan-
fyri 200.000 tons í árligari
framleiðslunøgd.
- Vit fingu at vita, at chi-
lenska alivinnan kann koma
heilt niður á 50.000 tons,
sum er á leið sama nøgd,
sum roknast kann við, at
føroyska alivinnan kemur
at framleiða í ár.
Formaðurin í Føroya Hav-
búnaðarfelag vísir á, at øll chi-
lenska alivinnan hevur ligið á
einum øki, sum er umleið
hálva aðru ferð so stórt sum
Føroyar, og tá er skjótt at
skilja, at fiskurin ikki hevur
havt bestu umstøður.
- Chilenar hava drigist
við fleiri sjúkur, og eitt nú
hevur stór útbreiðsla verið
av ILA.
Hann sigur, at longu áðr-
enn alarar í Chili av álvara
fingu herviligu ILA-smitt-
una at dragast við, høvdu
teir stórar trupulleikar við
eitt nú lús.
- Tá so nógvur fiskur
gongur á einum lutfalsliga
lítlum øki, er skjótt, at hann
gerst strongdur; hann gerst
meira móttakiligur og stend-
ur veikari yvirfyri ymiskum
fiskasjúkum og eitt nú lúsa-
trupulleikum.
Chilenska
alivinnan
er tódnað
munandi
- Gongdin í føroysku alivinnuni er støðug, og nú amerikanski marknaðurin er altráður eftir laksi, samstundis sum vit tíbetur eru
slopnir undan sjúkum, mugu vit siga, at føroyska alivinnan í allar mátar gongur spennandi tíðum á møti, sigur Ragnar Joensen,
formaður í Føroya Havbúnaðarfelag