Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 103 - 3. juni 2009 Saman við tveimum øðrum føroyingum, gongur Jan Lauritsen, sum er ættaður av Skipanesi, á flúgvi­ skúla í Roskilde. Gongst, sum ætlað, verður hann liðugur við sína útbúgving í november mánaða í ár. Í kvøld og annaðkvøld fer hann saman við stjóranum á Center Air í Roskilde at greiða frá útbúgvingarmøgu­ leikum Flúgving Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í kvøld og í annaðkvøld fer flúgviskúlin í Roskilde í Dan­ mark, Center Air, at kunna um útbúgvingina, sum kann takast á skúlanum. Í løtuni ganga tríggir føroyingar á hesum skúla, og við á ferðini í Føroyum saman við stjóranum á skúl­ anum, Anne Kjær Thorsøe, verður 30 ára gamli Jan Lauritsen av Skipanesi, sum væntandi verður liðug­ ur við sína útbúgving í nov­ ember mánaða í ár. Hinir føroyingar, sum taka flogskiparaútbúving hjá Center Air, eru Tommy Andreasen úr Nólsoy og Arni Højgaard av Toftum. Tvey tiltøk Fyrra kunningartiltakið av tveimum verður í Miðlahús­ inum í kvøld klokkan 19.30, og hitt seinna verður í høl­ unum hjá Atlantsflogi í Sørvági í annaðkvøld klokk­ an 19.30. Jan Lauritsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Cent­ er Air skipar fyri slíkum kunningarfundi í Føroyum. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Tað verður í fyrsta lagi stjórin á skúlan­ um, sum fer at siga frá um útbúgvingina. ­ Fólk, sum vilja hava kunn­ ing um, hvussu tað í veruleik­ anum er at taka hesa útbúgv­ ing, eru eisini vælkomin at spyrja meg og kunna seg um, hvussu tað er taka eina flogskiparaútbúgving. Sum ungur hugsaði Jan um at gerast flogskipari, men hann hevði onga miðnámsskúlaútbúgving. ­ Eftir at hava tikið 10. flokk, fór eg í smiðjulæru hjá Mekanik. Seinni var eg eisini verkførari hjá Volvo­ Lastbilum, og tað var, með­ an eg var í hesum starvi, at ætlanin um at gerast flog­ skipari aftur birtist. Jan vísir á, at eftir yvir­ gangsatsóknina á World Trade Centre í 2001 gjørdist tað minni áhugavert at lesa til flogskipara og soleiðis fremja sína ætlan í verki. ­ Fyri tveimum árum tók eg meg so saman aftur, og tá var tað pápi mín, Eyðun, sum eggjaði mær til at fara í gongd. Ungi skipanesmaðurin dyl­ ur ikki fyri, at útbúgvingin á Center Air er rættiliga strævin og krevjandi ­ ikki minst, tá tú ikki hevur eina miðnámsskúlaútbúgving frammanundan, men útbúgv­ ingin er ikki ómøgulig. ­ Tað eru serliga roknifak­ ini, sum eru strævin, men við áhaldni og nærlagdi kemur tú ígjøgnum tey, leggur hann aftrat. Gongst, sum ætlað hjá Jan, verður hann liðugur við sína útbúgving í novem­ ber mánaða í ár, og tá hevur hann gingið í skúla í Ros­ kilde í tvey ár. ­ Jú, hetta hevur verið ótrúliga spennandi, men eis­ ini ótrúliga hart og ”intenst”, sum hann tekur til. Heim at flúgva Jan Lauritsen sigur, at tað er kostnaðarmikið at taka eina útbúgving sum flog­ skipari, og tað eru serliga flúgvitímarnir sum kosta. ­ Mín útbúgving kemur at liggja rundan um 655.000 krónur, tá alt er íroknað. Hann sigur, at fyrsti part­ ur av útbúgvingini er teori, har tú í fyrsta lagi tekur ta lítlu teoriina, sum hon verð­ ur rópt. ­ Hetta er sama teori, sum tey, ið taka sertifikat til priv­ atflúgving, taka. Hjá okk­ um, sum skulu allan vegin ígjøgnum útbúgvingina, tekur henda teoriin bert ein mánaða ella so. Jan sigur, at nakað verður fogið millum lítlu teoriina og ta stóru, sum verður rópt APPL­teoriin. ­ Í byrjanini verður flogið í smáum flogførum við ein­ um motori, men seinni verð­ ur flogið í flogførum við tveimum motorum. Hann sigur, at lítla teoriin fevnir um einar fýra læru­ greinar, meðan APPL­teori­ in fevnir um einar 12 læru­ greinar. ­ Meðan tú tekur teoriina til flúgviskúlan, sum tilsam­ ans varar í einar 10 mánaðir, gongur tú vanliga í skúla frá klokkan 9­16. Jan sigur, at tá sjálv útbúgvingin er liðug, er neyðugt við skeiðum – alt eftir, hvørjum flogførum tú fer at flúgva við. Hann dylur ikki fyri, at dreymurin hjá honum er at koma heimaftur til Føroya at flúgva, men soleiðis, sum umstøðurnar eru innan loft­ ferðslu í dag, er ilt at siga, hvørjir møguleikar bjóðast. ­ Tá eg eri liðugur, fari eg at søkja um at sleppa framat ymsastaðni, og skalt tú fáa eitt starv innan flúgving, noyðist tú rættiliga at liggja framvið í tíðum sum hesum. Jan Lauritsen gleðir seg at sleppa at greiða frá sínum royndum á kunningar­ fundinum í Miðlahúsinum í kvøld og í Sørvági í annað­ kvøld. Hjá Center Air í Roskilde kanst tú bara taka útbúgving innan flúgving í flogførum og ikki í tyrluflúgving. Dreymurin er at sleppa heim til Føroya at flúgva - Mín dreymur er at koma heimaftur til Føroya at flúgva, tá eg eri liðugur við mína útbúgving á Center Air í Roskilde, sigur Jan Lauritsen, sum saman við stjóranum á skúlanum fer at kunna um útbúgvingina á fundi í Miðlahúsinum og í hølunum hjá Atlantsflogi í Sørvági – í kvøld og í annaðkvøld Danska rentan lækkar Danski Tjóðbankin hevur einki sagt, men danskir búskaparfrøðingar eru rættiliga vísir í, at bankin fer at lækka rentuna eina ferð í hesari vikuni. Teir siga, at Tjóðbankin hevur so nógv fremmant gjaldoyra, at grundarlag er fyri at lækka rentuna. Hon er nú 1,65 prosent og fer helst niður á 1,55 prosent, siga búskaparfrøðingarnir. Ein teirra, Steen Bocian í Danske Bank, sigur við Børsen, at hann roknar við einari rentulækking í dag ella í morgin. Tað sama sigur Helge Pedersen hjá Nordea, og teir eru á einum máli um, at rentan fer niður á 1,55 prosent. Nancy sær Ronald Nancy Reagan, einkjan eftir fyrrverandi amerikanska forsetan Ronald Reagan, sigur, at hon sær og prátar fram­ vegis við mannin, sum doyði í 2004. Nancy Reagan sigur við tíðarritið Varity Fair, at tað er serliga um náttina, at hon hevur eina kenslu av, at Ronald kemur til sín. Eg síggi hann og tosi við hann, sigur hon. Nancy Reagan, sum er 87 ára gomul, sigur við Varity Fair, at núverandi forsetafrúan, Michelle Obama, hevur tosað við seg, tí hon vildi hava onkur góð ráð um, hvat ein forsetafrúa skal gera. ng heft seg við, at skráin fyri aðalfundin hjá FEAP snýr seg um umhvørvi, frískan fisk og marknaðarstøðuna, sum alt eru mál, ið hava stóran týdning fyri hesa vinnu. Løgmaður segði seg fegn­ ast um, at føroyska alivinnan eftir stævin ár við sjúku og afturgongd, hevði megnað at fótað sær aftur eftir lut­ falsliga stuttari tíð. ­ Hetta vísir, hvussu ali­ vinnan í Føroyum veruliga vil nakað, legði Kaj Leo Johannesen aftrat, tá hann setti aðalfundin hjá FEAP seinasta fríggjamorgun. Gongur væl Formaðurin í Føroya Hav­ búnaðarfelag sigur, at tað framvegis gongur væl hjá føroysku alivinnuni. ­ Jú, gongdin er støðug, og nú amerikanski marknað­ urin er altráður eftir laksi, samstundis sum vit tíbetur eru slopnir undan sjúkum, mugu vit siga, at føroyska alivinnan í allar mátar gong­ ur spennandi tíðum á møti. Ragnar sigur, at tá evrope­ isku alarafeløgini, sum eru umboðaði í FEAP, vóru í Føroyum, fingu tey sjálvsagt eisini kunning um føroyska alivinnuna, og tey fingu eisini høvi at vitja partar av føroysku alivinnuni. ­ Eg haldi, at umboðini vóru ovfarin av, hvussu vit eftir kreppuna, sum rakti okkara alivinnu hart, hava dugað at skipað okkum við nýggjum reglum og fyriskip­ anum innan okkara aling, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag. Hann sigur seg eisini fegn­ ast um, at løgmaður, Kaj Leo Johannesen, var so positivur um føroysku ali­ vinnuna, tá hann setti aðal­ fundin hjá FEAP. ­ Tað hevur stóran týdning, at okkara løgmaður vísir okkara vinnu so stóran áhuga og er so positivur um ta gon­ gd, sum nú er í hesi vinnu, sigur Ragnar Joensen.