Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 3. juni 2009 13 Hin 14. mai 2009 hendi tað sera positiva og gleðiliga, at løgtingið eftir tilráðing frá ALS-stýrinum umsíðir eftir drúgva og áhaldandi ávirkan frá kreftum innan fakfelagsrørsluna samtykti at broyta ALS-lógina (tingmál nr. 179/2008), soleiðis at arbeiðsleys umsíðir fáa eitt gott og virðiligt arbeiðsloysis- útgjald. Samstundis sum ALS- útgjald ið varð hækkað, hendi tað sera óhepna, at inngjaldsloft varð sett inn í ALS-lógina – eitt inngjaldsloft, sum skerjir inntøkusíðuna hjá ALS. Liberalistiskar kreftir í ALS- stýrinum megnaðu at fáa sett hetta inngjaldsloft í ALS-lógina – sagt verður, at inngjaldsloftið í ALS var prísurin hjá liberalist- isku kreftunum í ALS-stýrinum (og í løgtinginum) fyri at hækka arbeiðsloysisútgjaldið. Loft á inngjaldið til ALS Sambært nýggja ALS-inn- gjaldsloftinum kann inngjaldari/ tryggingartakari ongantíð rinda meira enn kr. 6.500 um árið inn í ALS-skipanina. Undir løgtings viðgerðini av nevnda lógaruppskoti royndu fimm umboð úr Tjóðveldi og eitt umboð úr Miðflokkinum at fáa tikið inngjaldsloftið burtur úr lógaruppskotinum um broyting av ALS lógini, men fekk hetta broytingaruppskot ikki nóg stóra undirtøku í tinginum og fall. Í gomlu løgtingslógini frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysis- trygging og arbeiðsávísing var í § 9, stk 3, ásett “stýrið kann við kunngerð broyta ta í stk. 1 nevnda ALS gjald, tó ongantíð til hægri enn 2,5% og ikki hægri enn 2,25% frá 1.januar 1998”. Henda áseting hevur óivað við sær, at inngjalds- prosentið kann hækka upp til 2,25%, tá arbeiðsloysið aftur gerst hægri og ALS-kassin harvið fær tørv á konsolid ering og meiri eginpeningi. Enn ein skattalætti til høgtlønt Inngjaldið til ALS er ein lógarásettur skattur, sum borgarar millum 16 og 67 ár skulu gjalda í kassan hjá ALS. At inngjaldsloft nú er sett inn í ALS merkir, at enn ein skattalætta er givin teimum bestløntu í landinum. Høgtlønt hava seinnu árini fingið stórar skattalættar, meðan láglønt lítlan og ongan skattalætta hava fingið. Nýggja inngjaldsloftið í ALS hevur við sær, at enn ein skatta lætti verður latin serstakliga høgtløntum. Hesin skattalætti virkar soleiðis, at jú hægri inntøkan er, jú størri er skatta- lættin. Vit hava sostatt fingið enn ein ósolidariskan skatta- lætta, sum arbeiðsloysis- skipanin ella føroyska sam- felagið ikki hevur ráð til og sum er við til at bróta niður solidaritetin og samanhangs- megina í samfelagnum. Inngjaldsloftið máar fíggjar­ liga støðið undan ALS­ skipanini Seinnu árini hevur arbeiðs- loysið verið sera lágt í Føroyum og inngjaldsprosentið til ALS hevur somuleiðis verið sera lágt, einans 1 % av A-inntøkuni. Hetta hevur havt við sær, at persónur, ið hevur havt háinntøku uppá 800.000 kr. hevur rindað 8.000 kr. inn í ALS-skipanina og persónur, ið hevur havt inntøku uppá 1.000.000 kr. hevur rindað 10.000 kr. inn í ALS-skipanina. Sambært júst samtykta ALS- inngjaldlofti skulu slíkar háinntøkur – við einum inn- gjaldsprosenti upp á 1% - nú bert gjalda 6.500 kr. inn í skipanina. Gerst neyðugt at hækka inn- gjaldið til ALS, fer inngjalds- loftið at hava við sær, at nógv minni peningur fer at koma inn í ALS-kassan, enn komið hevði inn sambært gomlu ALS-lógini, har tann einstaki inngjaldarin skuldi gjalda ein ávísan prosent part av inntøku sínari í ALS-kassan og har onki inngjaldloft fanst í skipanini. Fíggjarliga trygdin undir ALS- skipanini er soleiðis viknað og møguleikin fyri konsolidering av ALS-skipanini er munandi versnað. Hækkan av inngjalds­ prosentinum og inngjaldsloftið Um inngjaldsprosentið aftur verður ásett til 2%, skulu fólk, ið hava inntøku, ið er 325.000 kr. ella lægri árliga - sambært nýggja inngjaldsloftinum - gjalda 2% av inntøkuni í ALS- kassan, meðan fólk, ið hava inntøkur, ið eru hægri enn 325.000 kr. fara at gjalda eitt lægri prosentvíst gjald til ALS- kassan - jú hægri inntøku, jú lægri inngjald. Sí talvu Hetta ósolidariska inngjalds loft, ið nú er sett í ALS-lógina, fer við øðrum orðum at hava við sær, at ALS-skipanin so við og við verður útholað og fíggjarliga trygdin verður máað undan skipanini. “Matheus effektin” og liberalisman Inngjaldsloftið í ALS er ein mynd av baksíðuni á liberalist- iskum samfeløgum, eisini tí føroyska, har “Matheus­ effektin” (tey, ið hava, teimum skal verða givið) hevur ræðið. Liberalistiskar kreftir í ALS- stýrinum og í løgtinginum hava enn einaferð borið so í bandi, at fólk við háinntøkum enn eina- ferð hava fingið meira í sín part. Breiðastu herðarnir og lættastu byrðurnar Skulu við varðveita eitt væl- ferðarsamfelag fyri øll, er neyðugt at tryggja, at breiðastu herðarnir mugu bera tyngstu byrðurnar og ikki alsamt lættari byrður – hetta eisini, tá um ræður lógarkravda arbeiðs- loysistrygging. Megna vit ikki at halda fast um prinsippið, at breiðastu herðarnir mugu bera tyngstu byrðurnar, er stórur vandi fyri, at føroyska samfelagið so líðandi verður amerikaniserað og vit fáa einstaklinga fíggjaða vælferð, har munurin millum rík og fátøk alsamt veksur - meðan samhaldfasta vælferðin/ vælferð fyri øll fer fyri bakka. Vinnur “Matheus effektin” og liberalistiska rákið í føroyska samfelagnum, er stórur vandi fyri, at láglønarbólkar, so sum tímalønt verkafólk, arbeiðsleys, fólkapensjónistar og lægstu fyritíðarpensjónistar, ið bert hava pensjón at liva av - í framtíðini - fara at liva í fátækradømi. Tórshavn hin 25. mai 2009 Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli »Matheus effektin« Arbeiðsloysisskipanin Tíðargreinin tíðargreinin Ingrid S. Henriksen fyrrverandi varalimur í stýrinum hjá ALS in-tr@kallnet.fo Inntøka í kr. Inngjald í kr. smb. gomlu lógini Inngjald í kr. smb. núgaldandi lóg Inngjald í % í mun til inntøku Skattalætti í kr. 250.000 5.000 5.000 2 0 325.000 6.500 6.500 2 0 350.000 7.000 6.500 1,86 500 450.000 9.000 6.500 1,44 2.500 600.000 12.000 6.500 1,08 5.500 800.000 16.000 6.500 0,81 9.500 1.000.000 20.000 6.500 0,65 13.500 1.500.000 30.000 6.500 0,43 23.500 2.000.000 40.000 6.500 0,33 33.500 Dømi við 2% í inngjaldi og lógarásettum inngjaldslofti uppá 6.500 kr.: