mikudagur 3. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 103 - 3. juni 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
20. juni 2009 verður stórt
valaratiltak á Seglloftinum
á Tvøroyri. Sama nevnd,
sum fyri nøkrum árum síð
an tók stig til væleydnaða
valaratiltakið, skipar fyri.
Nevndin sigur seg ikki
verða bagna fyri at endur
taka eina succés, men rokn
ar við at komandi tiltakið
fer at verða enn betri, nú
Seglloftið verður karmur
um tiltakið.
Tiltakið er fyri øll, sum
búgva, eru uppvaksin í Val
inum ella hava tilknýti til
Valin.
Seinnapartin leygardagin
20. juni verður almennur
valarafundur í Valarabrekk
uni við røðum, sangi, undir
haldi og Tvøroyarar Horn
orkestur spælir.
Eftir valarafundin verður
“marcherað” við hornork
estrinum á odda oman til
Thomsen, har forvitnisligar
gamlar myndir og filmar úr
Valinum verða vístir, og
høvi verður at hitta gamlar
vinir og kenningar á pubbini
og á uttandura kaféini har
eitt tónleikalið við valarum
fer at spæla.
Um kvøldið verður Val
araball á Seglloftinum við
spennandi matarskrá, undir
haldi og dansi.
Tiltakið kostar 350 kr.
fyri hvønn og skal gjaldast
á konto: 9181 1715064 í
Eik í seinasta lagi mána
dagin 8. juni. Kvittanin er
atgongumerki.
- red
Valarar
hittast aftur
Gomul mynd úr Valinum í 1889. Fremst á myndini eru tvær samanbygdar lonir, ið vera nevndar Roykstovan. Tað eru fyrstu
húsini, sum eru bygd á Tvøroyri eftir at kongiligi einahandilin kom á Tvøroyri í 1836. Faktorurin sum rak handilin búði við
sínum húski í hesum húsum. Tey fluttu inn tann 27.oktobur 1836.
Um kirkjuna á mynduni er at siga, at hon var bygd úti á bø í Froðba í 1840, og longu í 1856 varð hon niðurtikin og flutt inn í
»Kirkval« at standa. Í 1908, tá tvørafólk fáa tað núverandi kirkjuna, ið Mortensenmenninir góvu sóknini, verður gamla kirkjan
aftur niðurtikin og flutt til Sandvíkar, har hon enn stendur
Andlát og jarðarferðir
Niels Hansen, Klaks
vík, andaðist á Klaks
víkar Sjúkrahúsi hvítu
sunnuaftan, 38 ára gam
al Farið verður úr kap
ellinum
mikukvøldið
kl. 18. Jarðarferðin verð
ur úr Christianskirkjuni
hósdagin kl. 13. Tey, ið
vilja
minnast
Niels,
kunnu lata eina gávu á
konto í peningastovnun
um.
Jógvan Jákup Gardar,
ættaður úr Klaksvík,
búsitandi í Nordborg í
Danmark,
andaðist
Hvítusunnudag í Norð
borg, 67 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í
Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann
varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og
náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir
elskar.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Móttøka var á Salong
Madonnu í Tróndargøtu í
Havn týsdagin 2. juni, í
sambandi við at Súsanna
Køtlum nú eigur og rekur
salongina. Súsanna hevur
starvast á salongini síðan
januar 2008.
Súsanna sigur, at hon vil
reka salongina vistfrøðiliga,
og brúkar einans vørur sum
eru góðkendar av Køben
havns Miljønetværk. Sús
anna hevur búð í Føroyum í
skjótt tvey ár. Hon flutti
heim úr Keypmannahavn,
har hon var góðkend sum
vistfrøðiligur frisør.
Hon er útlærd á Frederiks
berg, har hon arbeiddi í 10
ár, og eitt ár sum freelance
frisør. Hon hevur havt nógv
ar spennandi uppgávur í síni
tíð sum frisør, og gjørt hár
hjá nógvum kendum fólkum,
m.a. vóru FCK leikararnir
fastir kundar á salongini, har
hon arbeiddi, umframt Mads
Larsen, Gordon Kennedy,
Cheef One og fleiri onnur.
Súsanna hevur eisini út
búgving sum linergist, tað
vil siga permanent makeup
frá Long Time Liner, sum
eisini er møguligt at fáa
gjørt á salongini. Hon hevur
starvast hjá einum kosmeto
logi eina tíð, so ymiskar við
gerðir verða at bjóða í hesum
sambandi. Ætlanin er at
víðka økologisku tilboðini á
salongini. Salong Madonna
er fyrsta vistfrøðiga frisør
salong í Havn
Hjá
Salong
Madonnu
starvast í dag umframt Sús
onnu Køtlum, Mena Joensen,
Súsanna Jøkladal, Kristianna
Joensen, Annika Vidtfeldt,
Jona Joensen, Marin Johanne
sen og Gunrið Christiansen.
-red
Fyrsta vistfrøðiliga
frisørsalong í Havn
Susanna Køtlum saman við
nøkrum av sínum starvs
fólkum f.v.: Jona Joensen,
Marin Johannesen og
Súsanna Jøkladal
Mynd: Jens Kristian Vang
Bilar í morgin
Vegna plásstrot í blaðnum í dag eru
bilasíðurnar, sum vanliga eru í
blaðnum mikudag, fluttar til í
morgin hósdagin 4. juni.
-red