mikudagur 3. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 104 • 03. juni 2009
Ein av teimum hart raktu
bygdunum í samband við
Neptun var Mykines. Vit
hava hitt Margreth Hvidt
feldt, sum er ættað úr
Mykinesi. Hon misti
beiggja sín við Neptun og
greiðir frá umstøðunum í
Mykinesi um hesa tíðina
7. partur
Við Neptun doyðu átta menn
úr Mykinesi umframt ein vest
menningur, sum var ættaður úr
bygdini. Tá ið hugsað verður
um, hvussu lítil og avbyrgd
henda bygdin var, var hetta ein
serliga stórur smeitur fyri alt
bygdasamfelagið.
Vit hava hitt Margreth Hvidt
feldt í Havn, sum er ættað úr
Mykinesi. Hon er fødd í 1920,
og hevur tí verið 1314 ár, tá ið
Neptun gekk burtur. Hon minn
ist hetta væl og dugur væl at
greiða frá. Hon hevur greitt frá
umstøðunum hesa tíðina og
annars um lívið í Mykinesi, tá ið
hon var ung.
Hóast Mykines var lítil bygd tá,
var hon kortini stór í mun til í dag.
Tá búðu um 150 fólk í bygdini, har
tað vóru eini 30 hús. Stórt sæð
allir menn í arbeiðsførum aldri
vóru fiskimenn, so her hevur verið
tómligt á sumri.
Høvdu handil og post
Foreldrini hjá Margreth vóru Anna
Elisabeth, kallað Betta, og Jákup
í Løðu.
Pápin hevði post og handil.
Margret fór ung at arbeiða í
handlinum. Her keyptu tey eisini
fjøður, sum so varð seld av oynni.
Pápin tók eisini eitt skifti móti
fiski, men tað var mest, áðrenn
Margreth minnist.
Tað var so tungt at fáa vøruna
niðan á bakkan, so pápin bygdi
eitt pakkhús niðri í fjøruni, so
hann kundi fara eftir vøruni, so
hvørt brúk var fyri henni. Fiskurin
var í síni tíð arbeiddur uppi á
bakkanum.
Tað vóru upp til tríggir handlar í
Mykinesi. Tað var ofta, at tað ikki
var komandi í oynna. Teir syrgdu
tí altíð fyri at keypa nógv niðurfyri
uppundir veturin, so tað var
sjáldan, at tað var nakar serligur
vørumangul í Mykinesi.
Tað vóru ikki nógvir pengar
millum fólk. Fólk skrivaðu vørur
nar, og goldið varð, tá ið avrokn
ingin hjá fiskimonnum kom tvær
ferðir árliga.
Fleyging var nógv gjørt av, og
tey máttu hava fólk at hjálpa til
at royta fuglin. Lønin fyri hetta
mundi vera nakrir lundar.
Tey høvdu 23 neyt. Av avlops
mjólkini gjørdu tey ost. Tað var
eisini nógvur mjólkamatur etin.
Kálvarnir vórðu fitaðir til oksar,
og tað var ein stórhending, tá
ið Smiril kom eftir teimum. Teir
fingu sela um seg og vórðu
koyrdir á sjógv og síðan hivaðir
umborð á Smiril. Mykinesoksar
vóru tiltiknir, og teir vórðu sendir
til teir stóru handlarnar í Havn
sum Smæruna og Karl F. Hetta
var eisini høgtíðsdagur í Havn og
nógv fólk kom oman á kajuna, tá
ið oksarnir komu úr Mykinesi.
Í Mykinesi var eisini neyðugt
at fáa mest møguligt burtur úr tí
tilfeingi sum var. Tað plagdi at
verða sagt, at av seyði varð alt
brúkt uttan gallið.
Tað fekst ikki nógvur fiskamatur
í Mykinesi. Seiður, sum var
vanligasti fiskamatur aðra staðni,
fekst ikki í Mykinesi. Men her var
afturfyri fuglur. Á sumri var jú fult
av fugli ymiskum sløgum, men
um veturin var tað havhesturin,
sum nógv var til av. Úr havhesti
vóru gjørdar frikadellur og eisini
forlorin hara.
Poul lærdi børnini
at svimja
Tað vóru um 40 børn í skúlanum
hesa tíðina. Beiggin Leivur, sum
var fýra ár eldri enn Margreth,
fór eitt ár ov tíðliga í skúla, so
barnatalið kundi koma upp á 40,
sum kravdist, um lærarin skuldu
fáa løn sum fyrstilærari.
Lærarin var Poul E. Petersen,
sum var kendur fyri síni avrik
innan ítrótt bæði tá og seinni sum
almennur ítróttarráðgevi.
Hann fekk gjørt svimjihyl í
bygdini, tískil komu børnini eisini
at læra at svimja. Men skil skuldu
vera í! Hylurin var býttur í eina
deild fyri gentur og eina fyri
dreingir. Tað vóru tveir flokkar, og
tey gingu í skúla hvønn dag.
Poul og konan gjørdi annars
nógv fyri at savna fólkið í bygdini.
Hann skipaði millum annað fyri
kvøldskúla um veturin. Kona
hansara, Elinborg, ættað úr Horni
í Havn, skipaði saman við Marin,
gift við Jens Paula vitapassaran,
fyri kvøldskúla í matgerð.
At ferðast var ikki
bert sum at siga tað
Tað er kent, at ferðasambandið
var ringt. Postbátur kom tvær
ferðir um vikuna, tað vil siga um
líkindi vóru. Men tað kundi vera
vikur og mánaðir, serliga á vetri,
at einki samband var.
Hesar umstøður kundu tarna
fiskimonnum at sleppa avstað
og at sleppa heim millum túrar.
Tó kundi onkuntíð komast á land
ymsa aðra staðni á oynni, sum
ættin var til. Til dømis kundi
rutubáturin liggja út fyri einum
laðbergi norðantil á oynni. Haðani
bar til at stjóra førningin upp um
upsina við línum og síðan reiða
ella bera hann til húsa. Men
hetta var sera strævið, og tað
kundi eisini vera langt at ganga.
Fyrstu tíðina Margreth minnist
bar ikki til hjá postbátinum at
leggja at. Tá mátti fólk og førn
ingur rógvast í land við einum
6mannafari. Men seinni kom ein
kaistubbi.
Kona Poul, Elinborg, segði
onkuntíð, at tað kendist sum ein
høgtíðsdagur, tá posturin kom
eftir ikki at hava verið í langa
tíð. Hóast bløðini tá vóru gomul,
so vóru tey kortini kærkomin
lesnaður.
Hesi ringu líkindini at lenda
kom ofta illa við hjá útróðrar
monnum. Slapst ikki at í Mykinesi
vóru einastu ráðini at fara inn til
Sørvágs. Tí gjørdist útróður eisini
sera avmarkaður í Mykinesi.
Tað var gott samanhald í
bygdini og fólk hjálpti hvørjum
øðrum. Eina ferð árliga var neyta
konuball, og tá var øll bygdin
við. Tey hjá Margreth høvdu
eisini neytakonu, sum gekk til
neyta fyri tey og fyri fleiri onnur
hús eisini. Hon hevði eitt biði í
hvørjari hond og eitt á bakinum.
Margreth undraðist sum lítil yvir,
hvussu neytakonan kundi halda
skil á, hvussu nógva mjólk hvørt
húski átti. Jú, hon setti eitt merki
inni í biðinum, so tað var eingin
trupulleiki.
Margreth minnist eisini kirkju
gongdina, hvussu kalt tað kundi
vera. Men prest sóu tey ikki nógv
til. Hann kundi koma, áðrenn
skipsmennirnir fóru avstað, og
tá teir komu aftur. Hann kom
kanska eisini einaferð á sumri.
Tá prestur kom hevði
hann nóg mikið at gera
við at doypa børn og at
75 ár síðan Neptun og Nólsoy
Fór hvønn dag at hyggja
eftir pápa og beiggja
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Margreth misti beiggja við Neptun
Foreldrini Betta og Jákup í Løðu
➘