Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 104 • 03. juni 2009 kasta jørð á hjá teimum, sum vóru jarðað síðan seinast. Allar aðrar sunnudagar las deknur, sum var Ábraham Abrahamsen. Torv Tað var nógv torv. Torvið mitt í haganum var høgligt men ikki so gott. Tað fanst gott torv, men tað var meira óhøgligt og longri var at ganga. Men tey skóru bæði sløgini av torvi, og høvdu tá tað góða torvið, tá tað var nakað serligt, sum tá ið tað skuldi bakast. Tað var so hugnaligt at vera burtur í torvi, ikki minst at síggja teir nógvu eldarnar fólk kyndu at matgera. Tá kundi eisini gangast ímillum at fáa eitt prát. Fyrst Margreth minnist var bakað í bakaraovninum í komfýrin­ um. Seinni fingust serskildir bakaraovnar til primus. Hetta var eitt framstig, men primussarnir sjóðaðu illa. Tað var nokkso ofta, at tað var farið út í Hólman at vitja fólkið har. Men á páskum var eitt serligt ritual. Tá fóru tey út á Rógv at rulla egg. Síðan var farið í Hólmin, og hetta var ein ordiligur festdagur. Tey vóru boðin inn til vitameistarin og fingu alt gott. Seinni, tá ið Margreth var 17­ 18 ára gomul var hon í eitt heilt summar á hólminum, har hon hjálpti til. Í Mykinesi var jarðarmóður Í Mykinesi var jarðarmóðir. Hon hevði fitt at gera við øllum børnunum, sum vórðu fødd. Tað gjørdi ikki arbeiðið minni, at konurnar máttu liggja í seingini í 14 dagar eftir at hava átt. Tað var ikki nógvur beinleiðis skattur í eini slíkari bygd, men hinvegin var pliktarbeiði, um okkurt skuldi gerast sum vegarbeiði og tílíkt. Ásett varð eitt tímatal at arbeiða hjá hvørjum manni uttan løn. Teir úr Mykinesi sum fórust við Neptun Menninir fara sum vanligt avstað við Neptun várið 1934. Teir fara átta mans avstað við rutubátinum. Øll bygdin fylgir teimum oman á støðna. Bert tvey ár framman­ undan vóru tvær sluppir, Laura og Immanuel, gingnar burtur við 38 monnum. Hetta vísti, hvussu vandafult tað kundi vera. Óvissan um at fáa heim aftur setti altíð sín dám á fráferðina. Teir, sum fóru avstað úr Mykinesi hendan dagin at fara við Neptun, vóru: Johan, beiggi Margreth. Hann var føddur í 1913 og tískil 21 ár. Hann hevði sum aðrir menn í Mykinesi verið við skipinum í fleiri ár. Johan var ein ógvuliga fittur drongur. Tað var okkurt sum bendi á, at hann kendi á sær, at hann ikki fór at koma heim aftur. Hann hevði tendens til at “síggja.” Hann hevði sæð fyri sær ein bát úr Vestmanna koppa og hann sá, at menninir royndu at koma uppá kjøl. Tað var sum hann fekk ikki frið fyri monnunum. Men hann segði tað ikki við mammuna í fyrsta umfari. Niklas Mikal Joen­Mikkelsen á Lækjuni, sum var bestimaður. Hann var ógiftur. Zahle Johannes M. Joensen, 15 ára gamal, og pápi hansara Jens Andreas Joensen, kallaður Jesar. Julius Joensen, hann var giftur og átti fleiri børn. Hilmar Danielsen, hjá Súsonnu, 18 ára gamal, var systkinabarn Margreth. Oliver Weihe og Jákup Pauli vuksu upp saman á Tuvali. Teir vóru um 20 árs aldur. Teir vóru fimm, sum fórust á Túvalsgarðinum, sum er ein av býlingunum í Mykinesi. Umframt teir var tað Jákup Jacobsen, sum var giftur til Vestmanna, og sum doyði frá konu og lítlari dóttir. Hvønn dag niðan á Eggjar at hyggja eftir Neptun Tað var tað sama her sum aðra staðni. Skipið var væntað heim til eina ávísa tíð. Tá tað ikki kom, var at bíða og bíða. Javnan var farið niðan á Eggjar, at vita um tað sást nakað skip. Haðani sóust tey skipini, sum fóru inn á Vestmanna. Hagar komu eisini nógv skip, men eingin Neptun. Serliga minnist Margreth tann 14 ára gamla Åge, sum var yngsti sonur Jesar og beiggi Zahle, sum báðir vóru við. Hann fór hvønn einasta dag niðan á Eggjar at hyggja, inntil avgjørt eingin vón var eftir. Margreth minnist, hvussu synd tað var í honum. Einasta telefonsamband var út á Hólmin. Har høvdu tey radio­ samband við meginlandið. Tað var tí ikki lætt at frætta nakað. Um hesa tíðina skuldi Åge konfirmerast. Tað var ikki lætt at blíva konfirmeraður við teirri óvissu sum var, men konfirmer­ aður varð hann kortini. Margreth sjálv varð konfirmerað um heystið. Hon var tað yngri. Tað merktist sjálvsagt í bygdini, at so nógvir mans vóru falnir frá. Tey nærmastu tóku tað ógvuliga tungt, og tað gjørdi alt bygdarfólkið eisini. Men lívið mátti halda áfram. Teir eldru menninir máttu taka við arbeiðinum í bygdini. Tað sama máttu konurnar og børnini. Annars var tað vanligt í Myki­ nesi at dansa, eftir at menninir vóru komnir heim, men í 1934 hevur so ikki verið nakar dansur. Minnisvarðin í Mykinesi kom í 1939. Hann sigur eisini nakað um tað mannfall, sum hevur verið í Mykinesi. Her vóru ikki færri enn 22 nøvn, fleiri eru farnir síðani. Størsta vanlukkan var annars í 1895, tá ið Skemmubáturin fórst við seks monnum. Mikines var gubbi Margreth Margreth minnist væl málaran Sámal Joensen Mikines. Foreldr­ ini hjá honum vóru Anna Katrina og Johannes Frederik Joensen, Jóhannes hjá Sámali kallaður. Sámal var sum nýkonfirmeraður gubbi Margreth. Tey vóru eisini systkinabørn. Pápi Mikines var ein fram­ burðsmaður. Hann fekk sær til dømis útgerð til niðursjóðing av lunda og lambskjøt. Hesin matur var sera væl umtóktur av bygdarfólkinum, og onkrar dósir mundi eisini fara av oynni. Tað var jú serliga Sámal, sum dugdi at lýsa sorgina og stemningin í bygdini hesa tíðina. Sum so nógv onnur samtíðarfólk kendi hann eisini til at missa. Ein beiggi og ein systir doyðu av tuberklum í Keypmannahavn i 1930. Mikines var staddur niðri tá og skuldi skipa fyri at fáa líkini til Føroyar og út í Mykines. Í 1934 doyggja so fleiri skyld­ menn og vinmenn við Neptun. Seinni sama ár andaðist pápin knappliga, meðan hann var til kanningar á Dr. Alexandrines Hospitali í Havn. Nú skuldi hann aftur skipa fyri at fáa líkið út til Mykinesar. Um hesa tíðina doyðu eisini fleiri i bygdini av tuberklum. Hetta gjørdi sjálvsagt eisini tíðina enn syrgiligari. Ein onnur systir Mikines doyði í 1945 eisini av tuberklum. Hann kom tískil at missa trý systkin av hesi sótt. Við tí ferðasambandi sum var, var tað var ofta nógv stríð at fáa kisturnar við teimum deyðu út í oynna at verða jarðað. Pápi Margreth lá eina ferð sera sjúkur á landssjúkrahúsinum. Tá legði hann teimum eina við, at doyði hann, skuldu tey lata hann jarða í Havn. Hann vildi ikki útseta bygdarfólkið fyri hetta stríðið, sum hann kendi so væl, at fáa lík út Mykines. Hann kom kortini fyri seg ta ferðina. Tað hendi eisini javnan, at menn duttu oman. Hetta kom alt sum rímiligt er at ávirka listina hjá Mikines. Hildið verður, at málningurin Sakn, sum er eitt høvuðsverk hjá Mikines, er mál­ aður beint eftir vanlukkuna við Neptun. Í 1933 hendi eisini ein van­ lukka. Tveir menn fóru ein sól­ skinsdag eftir einum reka. Báturin holvdist og bert annar maðurin kom aftur á livi. Alt hetta setti djúp spor, tá ið tosað var um tað. Madam Ellingsgaard Margreth er kend í Havn sum tann, ið seinnu árini stóð fyri mat­ stovunu hjá Madam Ellingsgaard, sum var ommusystir Margreth. Phileppe Carré hevu dugað væl at avmynda Mykines Mykines, málað av gubbanum, Sámal J. Mikines Mykines, enn eitt gott minni hjá Margreth um gubban ➘