týsdagur 2. juni 2009síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 102 • 1. juni 2009
7
NÚ ½ prís
kr. 1.000,-
Mark kontórstólur
Heldur bíligari
Tourist Information/Kunningarstovur:
Kunningarstovurnar í Eysturoy
Runavík, 417060
Fuglafjørður, 737715
www.visiteysturoy.fo
Kunningarstovurnar í Suðuroy
Tvøroyri, 372480
Vágur, 733090
www.visitsuduroy.fo
Kunningarstovan
Tórshavn, 302425
www.visittorshavn.fo
Norðoya Kunningarstova
Klaksvík, 456939
www.visitnordoy.fo
Sandoyar Kunningarstova
Sandur, 361836
www.visitsandoy.fo
Vága Kunningarstova
Miðvágur, 333455
www.visitvagar.fo
Summarhús í Føroyum
www.kunning.fo
Tá tað snýr seg
um tilboð til
ferðamannin, ella
familjuna, so er
Gjáargarður óivað
eitt hitt besta boðið,
tá ein skal njóta
løtuna í vøkrum og
friðarligum umhvørvi
Á Gjáargarði við Gjógv býta tey
virksemið í tveir partar, nevniliga
summar og vetur.
Á vetri er mest skeiðvirksemi og
tílíkt, og mest eru tað føroyingar, ið
vitja.
Eftir páskir byrjar summarið
so spakuliga, og tá er blandað
virksemi. Men 1. mai kann sigast, at
summarvirksemið av álvara byrjar, og
parturin av útlendskum ferðandi, ið
vitjar, gerst alsamt størri.
Vaksandi
Á Gjáargarði lata tey væl at, og í mai
í ár hevur verið meira gisting, enn
somu tíð í fjør.
Ferðafólk, sum koma til Føroya,
koma fyri stóran part til Gjáar, tí
bygdin liggur væl fyri, er vøkur, og
so eru gistingarmøguleikarnir eisni
góðir, og hesum syrgir Gjáargarður
fyri.
Talan er um ferðafólk, ið koma til
Gjáar at búgva í 2 til 3 dagar, meðan
onnur hava Gjáargarð sum “heim”,
meðan tey ferðast kring landið, fyri
síðani at venda aftur til Gjáargarð.
Men sjálvandi eru eisini mong
ferðandi, ið koma til Gjáar ein dag,
og sum á Gjáargarði fáa ein betri
bita.
Bygt út
Fyri einum ári síðani bygdu tey út á
Gjáargarði, og ein lon við fleiri sera
góðum – ein kundi sagt luksus –
kømurum varð bygd. Køkur er ikki,
men annars eru hesi kømur sum
íbúðir við egnari inngongd o.s. fr, og
er góðskan sera góð.
Og síðani í fjør hava hesi eisini
verið at kalla umbiðin alla tíðina.
Annars lata tey á Gjáargarði væl
at, og bókingin í ár er á leið tann
sama, sum í fjør.
Hvørt kvøld klokkan 18 er døgurði
á Gjáargarði.
Tilboð til familjuna
Gjáargarður hevur eitt gott tilboð til
familjuna.
Tvey vaksin og tvey børn kunnu
gista í tvær nætur fyri 1795 krónur,
og hetta er við morgunmati.
HANDIL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Gjáargarður,
staðið uttanfyri Havnina