Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3. juni 2009 2 Sum einasti kristi ligi festi­ valurin í Føroy­ um, skal Fjarða­ festivalurin verða festivalurin hjá teimum kristnu, og verða start­ skotið hjá kristi­ ligum tónleikar­ um í Føroyum Fyri fjórða ár á rað, fer Fjarða­ festivalurin av bakkastokki fríggjakvøldið, har fleiri ymiskir føroyskir bólkar trína á pallin. Hóast útlendsku nøvnini eru færri í talið í ár, so er grundarlagið undir festivalinum als ikki burtur. ­ Fjarðafestivalurin hevur til endamáls at geva kristiligum tónleikarum ein møguleika at royna seg, og at virka sum eitt startskot fyri tey, sigur Vinjard Johansen, fyriskipari av Fjarðafestivalinum. Undanfarnu árini hava eisini útlendingar leitað sær til Fjarða­ festivalin, og harímillum hava umboð fyri kend fløgufeløg vitjað í Føroyum. Umboð fyri amerikanska fløgufelagið CAA hava verið á Fjarðafestivalinum, og hóast tað ikki eydnaðist nøkrum av bólkunum frá Fjarðafestivalinum at fáa ein fløgusáttmála við amerikanska felagið, so hevur tað undir øllum umstøðum givið teimum størri møguleikar á altjóðapallinum. ­ Marstin and the Revelators byrjaðu á Fjarðafestivalinum, og hava nú framført á fleiri stórum festivalum, eitt nú í Bretlandi, og í summar fara teir til Nashville at framføra. Tað er í øllum førum jaligt hjá okkum at hugsa um, at teir byrjaðu hjá okkum, og veruliga hava fingið vind í seglini nú, sigur Vinjard Johansen. Føroyingum tørvar kristiligan tónleik Vinjard Johansen er ikki ókendur sum fyriskipari, tí í 1993 byrjaði hann ein festival í Norðurlandahúsinum, sum seinni skuldi vísa seg, at verða byrjanin til Fjarðafestivalin. Felagið, sum Vinjard tá var stjóri í, æt Føroya Gospeltónleikafelag, og skipaði felagið fyri nógvum sokallaðum Gospelfestivalum í Norðurlandahúsinum. Í 1998 var felagið avtikið og Gospelfestivalurin niðurlagdur. ­ Eftir Gospelfestivalurin varð tikin av skránni byrjaðu vit so smátt at fyrireika Fjarðafestivalin, og í 2005 eydnaðist tað okkum loksins, at fáa stáplað festivalin á beinini, greiður Vinjard Johansen frá. Tað er ikki av tilvild, at Vinjard Johansen í mong ár hevur lagt lív og sál í fyriskipan av kristiligum tónleikatiltøkum, tí hann heldur, at føroyingum tørvar slík tiltøk. ­ Vanliga verður sagt, at umleið 25 prosent av føroyingum kalla seg trúgvandi, og tað er spell, um eingin tónleikur ella festivalur er til hendan málbólkin, sigur Vinjard Johansen. Hóast kristiligur tónleikurin eisini hevur verið at funnið á øðrum føroyskum festivalum, so er tað kortini ikki nógv mikið av slíkum tónleiki. ­ Vit hava sæð, at kristiligir tónleikarar hava framført á øðrum føroyskum festivalum, men tá fáa tey ikki høvið at framføra sum høvuðsnavn, ella á nøkrum stórum palli, sigur Vinjard Johansen. Vænta nógv av ársins festivali Nú festivalurin nærkast eru fyrireikingarnar um at verða lidnar, og nú manglar bert at njóta tónleikin og ikki minst stemningin, sum ein festivalurin førur við sær. ­ Vit eru sera spent til festivalin, og vit vóna, at alt gongur eftir vild. Veðrið er av tí fagrasta, og vit hava góðar vónir fyri, at stemningurin verður júst sum hann skal verða á einum festivali, sigur Vinjard Johansen, fyriskipari av Fjarðafestivalinum. Fjarðafestivalurin ein pallur hjá kristiligum tónleikarum Vinjard Johansen