Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Málbólkurin hjá Fjarðafesti valin­ um hevur altíð verið familjur við børnum, og í ár verður ikki øðrvísi Undanfarnu ár hevur eitt barnatiltak verið á festivalinum. Eyðun Jacobsen, fyriskipari, sigur, at í ár verður enn ein stórur pallur, og hevur hann til endamáls at geva familjum møguleikan at luttaka á festivalinum frá byrjan til enda. Fjarðafestivalurin nærkast, og fríggjadagin klokkan 18.30 setur Regin Jacobsen, ársins leiðari, gongd á festivalin. Undanfarnu ár hevur festivalurin verið í august mánaði, men í ár hava fyrireikarar lagt seg á hetta fyrsta vikuskiftið í juni. - Vit hava flutt festivalin, tí hendan tíðin er betri egnað til tjalding og húsvognatúrar, sigur Eyðun Jacobsen, fyriskipari. Fjarðafestivalurin hevur altíð lagt seg eftir familjum, men í ár verður størri dentur lagdur á trivnaðin hjá eitt nú børnunum. - Vit hava ein stóran pall, har drama og annar sjónleikur verður í tilboð til børnini, og hoppiborgir og annað verður á festivalinum, soleiðis at vit tryggja okkum, at børnini eisini trívast, sigur Eyðun Jacobsen. Áhugin er støðugur Atgongumerkjasølan er sambært fyriskiparum eins og hon hevur verið undanfarnu ár, men í ár hava fyriskiparar av Fjarðafestivalinum roynt at minkað um útreiðslurnar. Eitt nú eru tvey útlendsk nøvn færri, enn tað hava verið undanfarnu ár. Men atgongumerkini eru helmingin bíligari í ár, í mun til í fjør. - Vit hava roynt at minkað um útreiðslurnar, tí vit vilja minkað um prísin á atgongumerkjunum, soleiðis at familjur við fleiri børnum eisini hava møguleikan at luttaka, sigur Eyðun Jacobsen. Undanfarnu ár hava atgongumerkini ligið um 800 krónur, men í ár kunnu atgongumerki keypast fyri helmingin av hesari upphæddini. Fordómar steðga pengunum Hóast tað gongur eftir ætlan hjá Fjarðafestivalinum, so hava nógvar forðingar verið á vegnum – eitt nú tá talan er um at finna stuðlar. - Eg haldi, at vit hava nógvar fordóma ímóti okkum, og tí er tað ógvuliga trupult at finna stuðlar, sigur Eyðun Jacobsen. Fyrireikarar siga, at royndir teirra vísa, at ein kristiligur festivalur ikki altíð hóskar inn í ætlanirnar hjá stórum stuðlum. Tað skal verða pláss fyri børnunum Eyðun Jacobsen