Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 • 03. juni 2009 MIÐvIkaN 33 Bjarni Skaalum úr Vági hevur greitt frá eini frásøgn, Jóhannes Bæk, trú­ boð­ari, fyri nøkrum árum síð­an fortaldi Tað í 1933 uppi í Føroyinga­ havnini. Har vóru komnir saman einir 2­300 fiskimenn uppi í eini brekku. Tað var so hildið møti, har Jóhannes Bæk og onkur annar hevði orðið og vitnaðu um Harran Jesus. Síðan var orðið frítt. Tá vóru tað tríggir úr miðjari mannfjøldini, sum eisini stigu fram og vitnaðu. Tað bleiv ein ógloymandi løta at uppliva ta stóru gleði, sum hesir ókendu fremmandu vitnaðu um fyri landsmonnum og lagsbrøðrum sínum. Árið eftir, 1934, var Jóhan­ nes Bæk bestimaður við sluppini “Heimdal” úr Vági á Suðurlandinum. So var tað ein sunnudag seinast í apríl mánaði, at manningin á “Heimdal” fegin vildi hitta lagsbrøður av øðrum skipum. Hetta tosaðu menn um, og mín sann visti tá so væl við, at Johannes Bæk hoyrdi málið í “Pollinum” – Poul Johannes Beder, skipara á sluppini “Harry”, eisini úr Vági, í radiotelefonini. Menn umborð á “Heimdal” eygleiddu teir á “Harry”, sum hevði dúgvuflaggið uppi í mesan­ mastrini. Pollurin bjóðaði teimum av Heimdal umborð til møti. Martin á Økrum, skipari á “Heimdal”, var fúsur beinanvegin, um bert 4­5 mans blivu eftir á skipinum. Jóhannes Bæk vildi við gleði syrgja fyri at seta skipsbátin út. Og so var farið. Skipsmenninir á “Heimdal” vóru, sum vera man, væl fagnaðir umborð á “Harry”, og møtið skuldi til at byrja. Men beint áðrenn bleiv rópt niður í lugarið, at eitt skip kom siglandi og hevði lagt til at seta bátin út. Tað bleiv støðgað við møtinum, og umborð á “Harry” komu 14 mans av áðurnevndu slupp, sum vísti seg at vera “Nólsoyggin”. Eisini hon hevði bróðurkredsflaggið uppi. Tá ið møtið so umsíðir byrjaði, mundu teir vera 50­60 mans umborð á “Harry”. Har var bønarhald hildið, vitnisburðir um Jesus vóru bornir fram og sjálvsagt eisini sálmar sungnir. Ein av teimum var nr. 585 úr tí gomlu Indre Missions sangbog: “O, jeg ved et land, hvor Herren Gud har beredt et hjem for sine kære.” Millum fólkið á “Nólsoynni” kendi Jóhannes Bæk teir tríggjar menninar aftur frá árin­ um fyri uppi í Føroyingahavnini. Umframt alla ta andaligu føðina var teimum sýndur allur blíðskapur umborð á “Harry” henda frálíka dagin. Men hetta var kanska seinastu ferð, at teir á “Nólsoynni” vóru á tílíkum kristiligum fundi. Sunnudagin eftir samkom­ una umborð á “Harry” sigldi "Heimdal" vestur av Selvogs­ bankanum og ætlaði vestur í Meðallandsbuktina at royna. Jóhannes Bæk hevði vaktina. Tá teir koma vestur móti Grinda­ víkini, lógu “Nólsoyggin” og “Neptun” still innanfyri – hetta var jú sunnudagur. Heimdal kom í øllum góðum á fiskileið í Meðallandsbuktini. Men nakað aftaná middag mánadag brast hann á við harðasta stormi og ringasta veðri, sum vardi nakað út á náttina. Teir klosrepaðu seglini, men hóast tað hevði “Heimdal” tað ringt. Í tí ódnarveðrinum heldur Jóhannes Bæk, at tær báðar “Nólsoyggin” og “Neptun” munnu vera farna, tí einki sást til tey bæði skipini aftaná, at illveðrið hasaði av. Seinasta missións­ møti hjá teimum á Nólsoynni Komandi partur Í komandi parti fara vit at lýsa kokkin á Nólsoy, Bernhard Hendriksen, við broti úr hansara dagbók fyri 1930. Madam Ellingsgaard, Elin Sofía, (1858 ­ 1943) kom til Havnar at búgva í 1896 og læt upp pensionat og matstovu nøkur ár seinni. Hon hevði matstovu til 1942. Matstovan læt nú aftur fyribils. Súsanna Maria, dóttir hennara kom heim úr útlondum í 1932 og fór undir at gera húsini størri. Hon yvirtók matstovuna í 1947, og tá kom Margreth at arbeiða hjá henni. Tá ið Súsanna Maria doyði í 1960 tók Margreth yvir, og helt áfram til 1990. Matstovan lá væl fyri beint við Klubban, so higar komu umframt mong onnur eisini løgtingsmenn og embætismenn. Tað kundu vera upp til 70, sum ótu døgurða. Til hjálpar hevði hon tríggjar gentur. At byrja við var kolfýring, og tað lætti væl um, tá ið tey fingu el. Margreth fekk sonin Sverra í 1944. Sverri er giftur við Vemu f. Jacobsen, dóttir Fridu og Emil B. Jacobsen, Emil hjá Gøtu­Jákup. Jákup var sonur Emilju, ættað úr Barbustovu í Syðrugøtu og Petur Paula í Tjørnustovu í Norðragøtu. Tey eiga 2 børn, Súna og Eyðgerð. Systkini hjá Margreth vóru um fram Johan, Eli, Jógvan (Fjørdal) og Leivur. Eli var í 1934 við Loytnantinum. Hann plagdi annars ikki at vera nógv burtur. Hann var vanliga heima at hjálpa til í húsinum. Eli, sum tók við postinum eftir pápanum, datt oman í Mykinesi 1963, 54 ára gamal. Hann var giftur og átti fleiri børn. Leivur fór til skips, hann fór seinni út at sigla. Hann giftist í Japan og doyði har. Jógvan starvaðist í nógv ár í Tinganesi Vit takka Margreth fyri hennara frásøgn, sum er eitt óført íkast bæði at lýsa lívið í eini slíkari bygd og at lýsa, hvussu umstøður­ nar við eini slíkari vanlukku vóru. Hendan málningin gjørdi Mikines lidnan eftir, at seinasta vónin um Neptun var farin. Bárður Jákupsson skrivar um hesa mynd, at “einfalt og satt lýsir hon ta nívandi sorgina. Vit síggja fátæksliga stovu, bleika ljósið frá glugganum fellur á andlit og hendur, bróst og gólv, og fram úr skýmingini vaksa sum drangar trý konufólk – trý ættarlið. Bend framyvir í skugganum undir glugganum situr móðirin í sínum óendaliga einsemi. Sokkin inn í seg sjálva leitar hon burt frá hinum báðum. Dóttirin, standandi inni við bróst, vendir sorgina út og gevur henni ljóð í gráti. Fremst situr hin gamla, hon ið hevur livað leingi. Hon kennir menniskjans lut, og av beiskum royndum hevur hon lært at kenna Harrans órannsakandi leiðir og at sættast við tær Gamla Madam, Elin Sofía, Ellingsgaard ➘ Rættingar Í 6. parti av hesi røð vóru tvær villur. Símun hjá Óla Jákup giftist inn til mammuna á Oyrabakka. Undir myndini á triðju síðu skal standa, at tað er Sanna, kona Sámal Jákup, við nøkrum av hennara 12 børnum Sámal Jákup var sera fittur í hondunum. Hetta er eitt av hansara handaverkum, sum hongur í heiminum í Hósvík Tro, Haab og Kærlighed