Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 34 nr. 104 • 03. juni 2009 Ein av teimum sum fórst við Nólsoy var Jógvan Nybo av Hvítanesi. Sum hjá teimum flestu kann sigast, at hóast hann fekk felags lagnu við allar hinar umborð, so hevði hann eins og hinir sína serliga søgu. Tað serliga við honum var, at hann skuldi als ikki við Vit hava hitt dóttir Jógvan, Herborg. Hon hevur búð sítt vaksna lív í Kaldbak, hagar hon giftist við Svenning Danielsen. Jógvan (Joen Reinhold) á Hvítanesi var føddur 12. Januar 1886, sonur Hans Nybo og Henri­ ettu f. Poulsen, dóttir Skora Poul. Hann kom at balast nógv á sjónum. Jógvan fór fyrstu ferð til skips í 1901 við Lalla Rookh. Av øðrum skipum hann var við kann nevnast, at hann í 1906 var Jógvan við Livingstone í Havn við bróðrinum Poul. Í 1911 var hann við Brestir við Poul Juel í Áarstovu í Havn. Árini 1916­1920 var hann bestimaður hjá Poul Juel í Áarstovu við Pilot hjá Sámal P. Petersen í Fuglafirði. Jógvan kom eisini at sigla sum skipari, hóast hann hevði ikki skiparaprógv og noyddist tí at hava flaggskipara. Í 1921 var hann fiskiskipari við Atlantic við bróðrinum Poul Nybo sum flaggskipara. Hann førdi Atlan­ tic fram til 1924 og Galway í 1925. Í 1928 til og við 1933 var hann bestimaður við C.M. Slater. Hann var eisini við í 1930, tá tað óhugnaliga hendi, at ein maður kom fastur í motorin og doyði, sum greitt varð frá í røðini um Dánjal á Hvítanesi. Ætlaði sær at vera heima Í hesi røð varð eisini sagt, at Jógvan og Dánjal høvdu havt nógv saman. Teir vóru systkinabørn, teir vóru javnaldrar og vóru farnir til skips í senn við sama skipi. Teir høvdu verið nógv saman á skipsdekki við ymiskum skipum. So er tað, at Jógvan í 1934 fer umborð á Nólsoynna. At teir gingu burtur rakti Dánjal og familjuna meint, tí við Nólsoynni var eisini systirsonur hansara í Hósvík, og systirin har, Jensina, misti fleiri svágrar og næstrafólk. Ein svágur var skiparin Hans David. Jensins tók hetta so tungt, at hon legðist í songina eitt skifti. Hon hevði frammanundan mist beiggja á sjónum. Hesi vóru øll næstrafólk hjá Jógvani eisini. Dánjal mintist Jógvan sum ein sera gudrøknan mann, sum altíð las lestur umborð. Jógvan ætlaði vera heima í 1934 og fáast við útróður á Hvítanesi. Beint tá Nólsoy skuldi fara avstað er ein av manningini, sum kemur at skera seg sjálvan í lærið, og hann kundi tískil ongan veg fara. Her ráddi um at skaffa ein annan mann. Skiparin hevur kent Jógvan. Hetta er bæði av tí, at Jógvan átti nevndu næstrafólk í Hósvík, og at teir kendust frá tí andaliga arbeiðinum og eisini frá Bláa Krossi, har báðir vóru virknir. Skiparin Hans David Hansen fer tískil niðan á Hvítanes at biðja Jógvan um kortini at koma við hendan eina túrin. Jógvan kundi tað sama havt verið á útróðri hendan dagin og tískil ikki verið heima, men okkurt var komið í vegin, so hann settist aftur. Jógvan hevði lítlan hug at fara avstað, nú hann hevði avgjørt at vera heima, men hann vildi ikki siga nei, tá ið “Nólsoynni” vantaði ein mann. Hann fór tískil avstað í skundi. Skundurin var so stórur, at hansara sjómanslestrarbók lá eftir við hús. Hetta var “Sø­ mænds Søndagsbog”, sum hevði ein lestur til hvønn sunnu­ og halgidag í kirkjuárinum. Lestrarnir vóru skrivaðir av ymiskum sjó­ mansprestum, og teir vóru serliga tillagaðir sjófólki. Tískil er hendan lestrarbókin framvegis í ættini sum eitt minni um Jógvan. Poulina, kona Jógvan, fortaldi seinni, at Jógvan á ein ella annan hátt hevði onkra ófrættakenslu á sær. Hann vendi fleiri ferðir aftur at siga konuni farvæl. Poulina (1886-1969) og Jógvan áttu børnini: Herdis f. 1911, Tróndur f. 1913, Jens f. 1915, Mina f. 1917, Åge f. 1920, doyði fáar mánaðir gamal, Åge f. 1923 og Herborg f. 1926. Bert fá ár seinni doyði Tróndur av vanlukku undir krígnum í Danmark og var hetta enn ein smeitur. Tað gekk eisini so leingi at fáa boðini, tí tað var jú einki samband millum londini. Systirin Mina, sum til Kaldbak við Hans Petur Nolsøe var niðri undir krígnum. Hon fekk ta tungu uppgávu fyrst at fáa deyðsboðini og síðan at syrgja fyri jarðarferðini. Jens giftist til Hvannasund. Hann gjørdist stjórnarlimur í fiskimannafelagnum og doyði knappliga eftir at vera komin til Havnar á ein fund. Tað er bert Herborg, sum livir eftir. Hon var átta ára gomul, tá ið hon misti pápan, og minnist hann tí rættuliga væl. Hon minnist, at hann plagdi altíð at lesa lestur heima við hús. Tey máttu sjálvsagt klára seg sum øll onnur. Tað var so heppið, at tey høvdu kúgv. Hon kundi eisini geva nakað av peniningi av sær, tí avlopsmjólk kundi seljast til sanatoriið. Dreingirnir fóru til skips. Jens tók Åge við sær, tá ið hann var nóg gamal. Hetta var eisini ein hjálp. Åge kom eisini at sigla leingi. Hann var millum annað við Kúrberg hjá Johan í Hoyvík. Annað lønandi var, at fólk tóku saltfisk úr Havn at turka fyri eina fasta samsýning. Herborg minnist eisini, at mamm­ an plagdi at arbeiða fyri Mourits Mohr, bóndan í Hoyvík. Hetta hevur eisini givið nakað av sær. Herborg mátti eisini tíðliga ger nakað til nyttu. 15 ára gomul fór hon til Kaldbak at hoyggja. Her hittir hon Svenning Danielsen, sum var ættaður úr Havn, men vaks upp hjá ommuni og abban­ um í Kaldbak. Tey verða gift í 1945. Svenning og Herborg náddu at hava diamantbrúðleyp. Tey fingu tvær døtur, sum báðar búgva í Kaldbak. Tey høvdu neyt, og hetta gav Herborg nóg mikið at gera. Hon hevur eisini bundið nógv og selt til handlar og onnur. Longu sum sjey ára gomul bant hon eina troyggju, sum hon seldi til heimavirkið! Poula hjá Minu minnist mammu sína greiða frá um pápan Jógvan. Mina var 16 ár í 1934. Hon tænti tá inni á Nesi. Har frættir hon heilt tilvildarliga, at Nólsoy var horvin, og var hetta sjálvsagt ein stórur kvøkkur hjá hesi ungu gentu. Mina greiddi frá pápa sínum sum ein róligan og friðarligan mann, og hon tosaði bert gott um hann. Hann var, sum ikki var vanligt hjá monnum tá, sera húsligur. Eini jól var Poulina innløgd á hospitalinum. Men Jógvan helt jólini einsamallur saman við børn­ unum, og tað riggaði heilt væl. Hetta húski er tiskil enn eitt dømi um, at tað eydnaðist familjum at koma undan, hóast tey vórðu rakt av vanlukkum sum hesum. Jógvan Nybo: Fór av eini tilvild við Nólsoy lagnutúrin Skipsmanning. Sitandi maðurin við hatti er Jógvan Nybo. Kennist nakar við hinar? Herborg misti pápan við Nólsoy Jógvan og Poulina Nybo Sømænds Søndagsbog Prædikener til hver Søndag og Helligdag i Kirkeaaret af Sømandspræster, Assistenter og Sømandsvenner Henda lestrarbókin er eitt minni eftir Jógvan Nybo