Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 103 - 3. juni 2009 ] Bogi vann í Hammel Føroyskir súkklarar luttóku á hvítusunnu í trimum kappingum í Danmark. Hetta eru afturvendandi kappingar, og eru tað Silkeborg, Viborg og Hammel, ið eru vertir fyri hesum. Talan er um eina sera stóra kapping, og koma luttakarar úr eitt nú Týsklandi, Svøríki, Íslandi, Føroyum og Danmark. Í føroyska hópinum vóru: Bogi Kristiansen, Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Bogi Magnusson, Kjartan Egholm, Jens Glerup, Christian Guttesen og Gunnar Dahl-Olsen. Væl gekk hjá føroysku súkklarunum, og fingu hesir fleiri góð úrslit. Torkil og Bogi vunnu sær stig í Silkeborg, Gunnar kom á mál saman við vinnaranum í Viborg og Bogi vann kappingina í Hammel. Í Hammel bleiv koyrt 87 km. Teinurin gekk eitt nú niðan á væl kenda bakkan, Pytmølle, ið er ein bakki sum er hálvanannan km langur og hellur uml. 15 til 20 %. Men eftir drúgvar venjingar upp um Eiðisskarð, Hestin og Hovsegg var hetta ikki nakað, ið kundi forða Boga lættliga at vinna niðan á Pytmølle. Umleið 10 mans sluppu avstað saman við Boga, og hesir skuldu løtu seinni sprinta um gullið. Bogi var fyrstur og vann. Fyrsta landsliðs­ upp gávan hjá Brian Kerr verður í kvøld klokkan 19, tá U21­ og A­landsliðið spæla venj ing ardyst móti hvørj um øðrum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár byrjaði fyrsta lands- liðs venjingin hjá A-landsliðnum í fótbólti, síðani Brian Kerr tók við sum landsliðsvenjari. Saman við U21-hópinum, sum leygar- og týsdagin skal spæla móti Rumenia og Russlandi, býr A-lands- liðs hópurin á Hotel Før- oyum í hesum døgum, og eru tað fyrireikingarnar til dystin móti Serbia, sum eru á skránni. Enn hevur Brian Kerr til góðar at síggja menninar í sín um hópi spæla saman í dysti, men tað fær hann høvi til í kvøld klokkan 19. Tá verður nevnliga venj- ing ar dystur spældur millum U21- og A-landsliðið. Og tað verður uttan iva spenn- an di at síggja, um hesin dyst ur á nakran hátt fer at av dúka, hvørjar tankar nýggi venjarin hevur kring saman setingina av liðnum. Umframt Brian Kerr og hjálpar venjaran, Jens Martin Knudsen, telur venjara hópurin kring lands- liðið nú eisini Abraham Løkin. Abraham var í fleiri ár strategurin á føroyska lands liðsmiðvøllinum, og í sam band við 50-ára dagin hjá UEFA varð Abraham kos in sum besti spælarin í før oysk ari fótbóltssøgu. Umframt at taka A-prógvið sum fót bólts- venj ari hevur Abraham eisini verið virkin í ar beiði- num kring yngru landsliðini, og nú er hann altso eisini knýttur at A-landsliðnum sum annar av hjálpar ven j- ar unum. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Landsdystur í kvøld Abraham Løkin er partur av venjaratoyminum kring A-landsliðið, sum nú er farið undir fyrireikingarnar til dystin móti Serbia um eina viku Mynd: Álvur Haraldsen Súsanna Skylv Søren­ sen var fyri viku síðani partur av kapp­ ing á hálvum ironman teini í St. Polten í Eystur ríki triathlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hálvur ironman er saman- settur við 1,9 km svimjing, 90 súkkling og hálvum mara thon-teini, so tað eru ikki beinleiðis smálutir, sum standa fyri framman hjá luttakarunum. Súsanna tók lut í so nevnda pro-bólkinum, men hóast knallhørðu mót- støðu na, so eydnaðist tað hen ni at gerast nummar fimm av kvinnunum. Og hon kom á mál bara fimm minuttir eftir vinnaran, sum saman við nummar tvey vann sær atgongd til HM-kappingina í Florida. Sjálv vónar Súsanna, at hetta var startskotið til nak- að veruliga stórt. - Hjá mær er bara at venja fram móti World Champion- ship-kappingini. Eg havi fram vegis nógv, sum eg kann betra, so hetta er heilt víst ein stórur møguleiki hjá mær, sigur hon. Súsanna nummar 5 í elitukapping Næsta stóra avbjóðingin hjá Súsonnu verður á Álandi, har hon er partur av føroyska Oyl-liðnum í frælsum ítrótti. Greinarnar hjá Súsonnu eru her 10 km og hálvt marathon Átta føroyskir súkklarar tóku um hvítusunnuna lut í stórum kappingum í Danmark