mikudagur 3. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3. juni 2009
6
Fyrireikarar siga soleiðis um
bólkin:
– Teirra framførslur eru ein
meistaralig blanding av ”folk
rock” við íblástri av blues og
country undir ávirkan av tí besta
frá Johhny Cash, Bob Dylan
og Nick Gave. Martin and The
Revelaters folda seg út við
øllum frá feitum grooves og
hjartanemandi balladum til drama
og songum sum siga frá søgum,
siga teir.
Síðani teir byrjaðu í 2008,
hava hesir ungu menninir spælt
fyri fleiri túsund áhoyrarum á
festivalum runt um í Evropa.
Eitt nú kann nevnast Bretland,
Ísland og Føroyar. Martin er
kendur fyri at verða nærverandi
á pallinum og hetta smitta eisini
av á áhoyrararnir. Sangir sum
Salmon Song fær áhoyrararnar
í kók. Teir hava longu vunnið
tríggjar kappingar í Bretlandi,
millum annað kann nevnast
Moles Students Battle of the
Bands og The best of the South
West Acoustic. Í 2008 luttóku
teir eisini á Fjarðafestivalinum
og tóku teir øll á bóli við teirra
intensu framførðslu.
- Aftur í ár hava vit tað stóru
gleði at kunna bjóða teir fram á
festivalinum. Spennandi verður
at uppliva teirra framgongd,
siga fyrireikara.
MARSTIN
AND THE
REVELATORS
á Fjarðafestivalin
Fjarðafestivalurin nærkast í stórum. Sum kunnugt verður hann í
ár 5 – 7 juni. Útlendskir og føroyskir bólkar og solistar fara at
trína á pallin við teirra tónleiki. Tað verður ein breið vifta av
ymiskum tónleiki, alt fá hørðum rokktónleiki, gospelkóri til
meira siðbundnan tónleik og sang. Spennandi verður at hoyra
Jeremy Camp, Superhero, Jan Honningdal, T.O.S., Credo, Heine
Lützen, Sølva Ford, Fríðbjørg Jensen og onnur