Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3. juni 2009 7 - tín trygd fyri, at vøran er í lagi KEMILUX er góð- kendur veitari til oljuvinnuna KEMILUX fram- leiðir samvarandi ISO 9001:2000 skipanini Hetta er ikki bara ein lýsing. Hetta er ein upplýsing. KEMILUX t l f . 3 5 0 8 3 0 - w w w . k e m i l u x . f o Okkara lýsingaráðgevi sigur, at fólk tíma ikki at lesa lýsingar við nógvum teksti. Tað trúgva vit ikki uppá. So vit fara at siga tær eitt sindur um okkum, okkara vørur og um framleiðslu av reingerðarevnum sum heild. - allar húsarhaldssápur okkara verða framleiddar í Føroyum samsvarandi donskum og ES-lógum/reglugerðum á økinum, og við serligum atliti til føroyska umhvørvið. - av tí, at føroyska vatnið er kálkfrítt - tað kemur úr erva sum regn, og ikki úr jørðini, nýta vit ikki evni til at bróta niður kálk við í húsarhalds- vørum okkara, og tað er náttúran fegin um. Jú færri kemisk evni, vit lata út í umhvørvið, jú betri, halda vit - og náttúran. - vit hava egna starvsstovu/laboratorium, sum í neyvum samstarvi við altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við menning og framleiðslu. - vit leggja alstóran dent á at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr plantuoljum í okkara húsarhaldssápum. - eingin av okkara húsarhaldsssápum innihalda evni, sum standa á lista- num hjá ES yvir allergielvandi evni, sokallaða allergilistanum. - litevnini, vit nýta, eru tey somu, sum eru góðkend til nýtslu innan mat- vøruframleiðslu. - Kemilux framleiðir samsvarandi altjóða ISO 9001:2000 góðskuskipanini. - strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna. - tá tú keypir okkara húsarhaldssápur, keypir tú altíð grønt. Allar húsar- haldssápur okkara, sum tú sært á handilshillunum, lúka treytirnar fyri grønu merkingini, sum danska Sundhedsstyrelsen viðmælir.