mikudagur 3. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 23:
Leiðin til Keypmannahavn
8 síður við spenn
andi tilfarið um
summar
Ein stórur fyrimunur
við Keypmannahavn,
er, at óansæð, hvar
tú skalt, so ber altíð
til at nýta antin ein
bussa ella eitt tok,
ið ikki er alt ov langt
burturi. Tættari
sentrum tit halda til,
lættari er at nýta hesi
flutningstól
Keypmannahavn skal skjótt skipa
fyri stórari veðurlagsráðstevnu, og
í mun til nógvu bilarnar í býnum
er høvuðsstaðurin í Danmark ikki
heilt klárur, men tá tað kemur til
mongdina av almennari ferðslu.
Prísinum av hesum somu og
títtleikanum, so er Keypmannahavn
eitt paradís. Eitt veruligt paradís fyri
øll, sum ikki tíma at nýta bilin.
Tit sita á hotellinum. Tit hava
lagt til rættist, at nú skulu tit fara
ein lítlan túr út í Fields. Hvussu
skulu tit nú gera. Skulu tit ringja og
spyrja nær tokið koyrir? Skulu tit
taka ein taksabil? Skulu tit kanna
á rejseplanen, nær tokið koyrir?
Sjálvandi ikki. Tit gera á besta
føroyskan hátt. Tit lata tykkum í.
Ganga yvir til hovebanegården ella
nærmastu tokstøð, so er heilt víst
onkur innan næsta korterið, sum tit
sleppa við til Ørestad, har Fields jú
liggur.
Skulu tit tó gera longri, óvanligari
túrar, so er eitt sera gott ráð at nýta
www.rejseplanen.dk, har tit fáa
neyvt at vita, júst hvussu tit skulu
gera, uttan yvirhøvur at hugsa.
Tit kunnu enntá skriva navnið á
staðnum tit skulu skeivt. Tí tit fáa
framvegis at vita, hvar tit skulu
ganga, hvar tit skulu nýta buss og
hvar tit skulu nýta tok.
Hinvegin er ein lítil vansi, at
har fleiri møguleikar eru at finna
eina loysn, so tekur rejseplanen
ikki altíð tann skjótasta, men fram
koma tit heilt víst, samstundis,
sum tit ikki nýta bil og fara frægari
við umhvørvinum. Ikki løgið,
at Keypmannahavn skal hýsa
veðurlagsráðstevnu.
Almenn ferðsla er lættast
Hovedbanegården í Keypmannahavn er staðið at byrja sína ferð. Um hon so er til Fields ella Moskva
Rejseplanen.dk er heimasíða, har tú kanst biðja um
upplýsingar um nærum allar ferðir, ið verða gjørdar
eftir jørð