mikudagur 3. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 103 • 3. juni 2009
2
Soleiðis finnur tú
hotellini
Hebron og Du Nord eru á
tveimum paralellum gøtum,
og tey eru øgiliga løtt at
finna. Tú fert út gjøgnum
norðastu útgongdina á
Hovebanegården. Tað er
tann til vinstru í mun til
Tivoli. Haðani fert tú til
vinstru, og har stendur ein
rúgva av súkklum. Teimum
fert tú framvið og finnur
eina trappu, sum ikki er so
løtt at síggja.
Síðani gongur tú eftir
Istedgade til tú kemur til
Colbjørnsgade, har Du
Nord er, og tú ikki klárar at
lata vera við at síggja. Til
Hebron skalt tú ganga eina
gøtu longri, til tú kemur til
Helgolandsgade, har eitt
blátt Best Western skelti er.
Bæði Hotel Du Nord
(t.v.) og Hotel Hebron
(t.h.) liggja í hjartanum
av Keypmannahavn,
so tey eru góð út
gangs støði fyri gestir í
býnuma
Eitt tað snildasta
tú kanst gera, um
tú skalt vitja Keyp
manna havnarøkið í
nakr ar dagar, er at
fáa tær pláss á einum
hotelli mitt í býnum.
Heb ron og Du Nord
eru heilt víst góð boð
Keypmannahavn er ein deiligur býur,
men skalt tú hava lættast møguleika
at vitja býin og økið kring býin, so
er ein stórur fyrimunur at búgva mitt
í býnum. Til tað eru Hotel Du Nord
í Colbjørnsgade og Hotel Heb ron í
Helgolandsgade uppløgd at nýta.
Bæði liggja heilt tætt við Hoved
bane gården, haðani til ber at fara
allastaðni. Samstundis sum bæði
støðini liggja á gøtum ímóti Vester
bro gade.
Tað tekur einar tríggjar minuttir
at ganga til hovedbanegården úr
báð um støðum, og umleið tað sama
til Tivoli og Strøget, so hotellini liggja
bæði rættiliga væl fyri.
Annars eru hotellini rættiliga lík.
Trý stjørn að, har til ber at fáa bæði
dupult køm ur, familjukømur, suitur og
einkultkømur. Fólkini eru sera blíð í
báðum støðum, og tað ger upp liv
ing ina av hotellunum enn betri.
Kanska eru kømrini á Hebron eitt
sind ur minni enn tey á Du Nord, men
morgun mat arborðið er munandi
størri á Hebron, so tað kann vera
huga lig ari at vakna á Du Nord, men
stutt lig ari at flyta seg ímóti matinum
á Hebron.
Hotellini hava eisini tað til felags,
at vesini eru júst, sum tey skulu
vera. Mann kennir seg á ongan hátt
kroystan inni í teimum, og annars
eru allir hentleikar: Internet, møgu
leiki at gera te og kaffi, sjónvarp,
eyka streymstikk, strúkijarn og so
fram vegis.
Harafturat er rættiliga rúmlig lyfta
á báðum hotellunum, so um kuffert
ið vigar eitt sindur ov nógv, so kann
gera tað sama, um tú býrt á fyrstu
ella ovastu hædd.
Í prísi er munurin øgiliga lítil.
Heb ron er eitt sindur bíligari, men
kømr ini eru sum nevnt eitt sindur
min ni. Men bæði hotellini vísa seg at
geva rættiliga nógv fyri pengarnar, tá
hugs að verður um, hvussu stutt tað
er at ferðast til hovedbanegården og
so út í heim.
Eisini er tað soleiðis, at bæði
hotell ini geva ávís tilboð, so tað er
at spyrja eftir teimum, um tit sjálvi
um bið ja kamarið.
So ongin ivi er um, at Hotel Heb
ron, sum nógvir føroyingar hava
vitj að millum ár og dag, og Hotel
Du Nord eru tvey støð, ið absolutt
eru fín at sova í. Bæði um ætlanin er
at vera í býnum í nakrar dagar, ella
æt lan in er at fara víðari undir syðri
himmal hválv.
At búgva í miðbýnum
Keypmannahavn
Morgunmaturin á Hotel Hebron er
rættiliga fjølbroyttur og góður
Rúmini á Hotel Du Nord eru rættiliga stór.
Harafturat eru fólkini á hotellinum sera hjálpsom