hósdagur 4. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2009
Eitt av nógv umrøddu
málunum á borgara
fundinum í Nólsoy í
gjárkvøldið var spurn
ingurin um vetrar
friðing av bygdini.
Drúgvar samráðingar
hava verið, men málið
er endað í naggatódn
BORGARAFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eitt av fleiri punktum á
skránni til borgarafundin í
skúlanum í Nólsoy í gjár
kvøldið, var spurningurin
um at vetrarfriða bygdina.
Tað kom fram á fundinum,
at drúgvar samráðingar hava
verið millum hagapartin,
sum eigur vetrarbitið, og
kommununa, og leingi sá út
til, at tað skuldi eydnast at
finna eina loysn, sum báðir
partar kundu góðtaka. Men
so kom stígur í.
Sakførarin hjá kommun
uni, sum var við á fundinum,
greiddi frá, at krøvini frá
hagapartinum,
Heimara
helvt, gjørdust so stór, at
kommunan
kundi
ikki
ganga teimum á møti.
Serligi trupulleikin við at
hegna Nólsoyar bygd inni
er, at tað finst eitt rættiliga
stórt øki norðan fyri bygd
ina, sum verður avskorið
við
einari
innhegning.
Haganevndin hevur tí sett
fram krav um, at ein geiri
skal hegnast, so seyðurin
frítt kann ganga millum
vetrarbeitið norðan fyri og
tað sunnan fyri bygdina.
Men hetta kostar nógvan
eyka pening, og tað vil
kommunan ikki ganga við
til at gjalda.
Málið fekk drúgva um
røðu á fundinum, og nóls
oyarfólk eru mest sum øll
samd um, at tað ber ikki til
í 2009 at hava seyð gangandi
malandi inni í øllum urta
gørðum í bygdini.
143 undirskriftir
Tá tað varð greitt, at
vetrarfriðing var eitt punkt
á skránni fyri borgarafundin,
gjørdu
tríggjar
kvinnur
skjótt av og fóru undir at
savna undirskriftir til tess at
fáa bygdina vetrarfriðaða.
Tær býttu bygdina upp
millum sín og gingu síðani
hús úr húsi, og úrslitið
gjørdist 143 undirskriftir,
sum er mest sum alt tað
vaksna
íbúgvaratalið
í
oynni. Hesar vórðu so hand
aðar Heðini Mortensen,
borgarstjóra, á fundinum.
Hóast borgarstjórin áður
hevur sagt, at nú gjørdi
kommunan ikki meiri við
málið at vetrarfriða Nóls
oyar bygd, so metti hann, at
undirskriftirnar bendu á, at
enn ein roynd eigur at verða
gjørd at finna eina loysn á
málinum.
Hann helt, at málið kan
ska nú er so mikið mýkt, at
glið kann fáast á samráð
ingarnar aftur.
Betri skurð
Við á fundinum var eisini
umboð fyri Heimaruhelvt,
og førdi hesin fram, at
vetrarbitið
hevði
stóran
týdning fyri hagan. Meðan
tað fyrr var vanligt bert at
sleppa gimbrar innangarðs,
so var mann gingin burtur
frá hesum seinastu árini.
Hugsanin
var
tann,
at
gimbrarnar
ikki
skuldu
lemba fyrsta árið, men nú
er hetta vanligt, so eisini
ærnar verða sleptar innan
garðs um veturin. Og tað
eru tær, ið skapa trupul
leikan við at loypa inn í
urtagarðarnar og eta alt, ið
fyrilegst.
Víst var á, at skuldi vend
ast aftur til gomlu skipanina
við at avskera gimbrarnar,
so tær ikki lemba, fór hetta
at merkja ein munandi verri
skurð hjá haganum, við
fylgjandi kostnaði við sær.
So trupulleikin liggur
fyrst og fremst í at tryggja
seyðinum ein geira millum
syðra og norðara part av
vetrarbitinum.
Á fundinum kom eisini
fram, at kommunan bjóðaði
hagapartinum at flyta seyð
in við akførum norður um
bygdina nakrar ferðir um
veturin, men hetta segði
hagaparturin seg ikki kunna
ganga við til.
Arbeiðið gjørt
Tóri í Hoyvík, býargartnari,
var við á fundinum, og hann
greiddi frá í orðum og
myndum, at arbeiðið við at
vetrarfriða bygdina í veru
leikanum longu er gjørt.
Tað einasta, sum manglar,
er at seta eitt rulluportur í
hvør sín enda á bygdini, og
tey bæði rulluportrini eru
longu keypt og goldin og
liggja klár á havnarlagnum
í Nólsoy og bíða eftir, at
verða sett upp.
Eisini er øll hegningin
liðug, og tað einasta ið
krevst har, er at seta nøkur
portur í ymsastaðni. So tað
er greitt, at kommunan hev
ur hildið seg staðið við ein
ari loysn í hondini, síðani
hon
hevur
latið
hetta
arbeiðið gjørt.
Knúturin, sum nú skal
loysast, er mest av juridisk
um slag, men tá tað er so
týðiligt, at bygdarfólkið
ynskir bygdina vetrarfrið
aða, ger kommunan enn
eina roynd at finna eina
loysn á trupulleikanum.
Trupult at fáa vetrarfriðað
Inn vórðu savnaðar 143 undirskriftir við áheitan um at fáa bygdina vetrarfriðaða. Her fær
borgarstjórin, Heðin Mortensen, undirskriftirnar handaðar av einum av stigtakarunum, Unu Hansen
Mynd: Leo Poulsen
Í eitt gott ár hevur
verið arbeitt við
at leggja nýggjar
kloakkir í Nólsoy, og
á borgarafundinum í
gjárkvøldið var ætlan
fyri astfaltering av
bygdini løgd fram
BORGARAFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nærum hvør einasti vega
stubbi í bygdini í Nólsoy er
grivin upp. Seinasta góða
árið hevur verið arbeitt við
at leggja nýggjar kloakkir í
Nólsoy, og nú tað arbeiðið
er um at verða liðugt, eru
ætlanir
gjørdar
fyri
at
hampa um vegirnar aftur.
Stórir partar av vegunum
verða astfalteraðir heilt,
meðan á øðrum strekkjum
verður helvtin av koyri
breytini astfalterað. Hetta
er ein meting, sum vega
deildin
hjá
kommununi
hevur gjørt.
Tað er EM Astfalt, sum
skal gera arbeiðið fyri
Tórshavnar kommunu, og
felagið kemur longu út til
Nólsoyar um hálvan juni at
byrja arbeiðið. Alt verður
tó ikki gjørt í einum, eisini
tí, at kloakeringin sjálv ikki
er heilt liðug enn.
Annars var upplýst, at
arbeiðið hevur gingið væl,
og at tíðarætlanin hevur
hildið.
Sum nevnt skal øll koyri
breytin astfalterast á stórum
pørtum av vegastrekkjunum,
meðan á øðrum verður bert
hálv koyribreytin astfalter
að. Á fundinum varð upp
lýst, at miðað verður ímóti,
at astfaltarbeiðið skal verða
liðugt til Ovastevnu, sum
verður
vikuskiftið14.16.
august.
Bygdin astfalterast
Nærum hvør einasti vegastubbi er uppgrivin, og nú skal so alt astfalterast aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Dysturin um póløkið nærkast
Granskarar hjá amerikanska jarðfrøðistovninum US Geological
Survey siga við kanadiska blaðið The Globe and Mail, at 13 prosent
av heimsins oljugoymslum og 30 prosent av heimsins gassgoymsl
um eru í økinum kring Norðpólin. Amerikonsku granskararnir
almannakunngjørdu herfyri eina frágreiðing, og har mettu teir, at
tað eru umleið 80 milliardir tunnur av olju í tí arktiska økinum.
Londini í økinum fyrireika seg til ein harðan dyst um ræðisrættin til
økið. Eygleiðarar halda, at tann sera jaliga frágreiðingin hjá US
Geological Survey kann fáa amerikanararnar at fara undir nýggjasr
boringar í Alaska, tí framleiðslan úr verandi brunnum er minkandi.
Tað kann seta ferð á dystin um økið.
Óvanliga lýtt vár
Várið í ár var eitt tað lýggjasta í Danmark í mong ár.
Veðurstovan DMI sigur, at í mars, apríl og mai var meðal
hitin 8,3 stig, og tað er 2,1 stig oman fyri meðalhitan fyri
teir tríggjar mánaðirnar í árunum frá 1960 til 1990. Har
afturat var várið í ár tað fjórðlýggjasta, síðani tær lands
umfatandi hitamátingarnar í Danmark byrjaðu í 1874.
Tey trý várini, sum vóru lýggjari, vóru í 2007, 1990 og
1921. Veðurstovan sigur, at í mai var meðalhitin 11,5
stig, sum er 0,8 stig oman fyri tað vanliga. Men hetta er
tann vanliga myndin í dag, tí av teimum 38 seinastu
mánaðunum vóru 37 lýggjari enn meðal, sigur DMI.