Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2009 Festligi útvarpsmað­ urin Heri Jacobsen hevði sín fyrsta arbeiðsdag á Rás2 í ­ og tað varð ein váttlig byrjan. Heri varð nevniliga tveittur á sjógv í beinleiðis summarsending Heri Jacobsen gjørdi í dag comeback sum útvarpsmað­ ur. Heri var víðagitin sum festligur reportari í útvarps­ sendingini Barometrinum, og eftir ein steðg frá útvarps­ arbeiði í nøkur ár, var Heri aftur at hoyra á FM í dag. Heri Jacobsen er ein av vertunum í nýggju summar­ sendingini Vágspop, sum Rás2 sendir hvønn mikudag í summar. Fyrsta sendingin var seinnapartin í dag, og móti endanum av sendingini, fekk Heri Jacobsen eina ordans vælkomstgávu frá Rás2. Kári Sólstein, sum arbeiddi saman við Hera Jacobsen í Útvarpinum, skumpaði Hera út av bryggjukantinum og á sjógv í Vágsbotni. Umbønin um hesa gerð segðist verða komin av Rás2. Heri Jacobsen slapp í øll­ um góðum upp á land aftur, og um hann nú ikki hevur fingið fullkomiliga skrekk fyri nýggja arbeiðsplássin­ um, so verður hann aftur at hoyra á Rás2 mikudagin í næstu viku. Spurningurin er bara, um hevnd er í væntu... Heri Joensen tveittur á sjógv Fáar kvinnur stjórar Hóast lóg um javnstøðu millum kynini bæði og fleiri átøk tykist tað vera torført hjá kvinnum at fáa leiðandi størv í teimum stóru fyritøk­ unum í Danmark. Ein nýggj uppgerð vísir, at 5,4 prosent av aðalstjór­ unum í teimum privatu fyritøkunum eru kvinnur, og at minni enn 10 prosent av nevndarlimunum eru kvinnur. Sune Skadegaard Thorsen, løgfrøðingur, sum er starvsfólkaráðgevi hjá fleiri stórum fyritøkum, sigur við DR­kringvarpið, at kvinnurnar hava teir neyðugu førleikar­ nar, men at gamal vani er ringur at beina burtur. Løgfrøðingurin leggur afturat, at tað er í stríð við altjóða mannarættindini, um fyritøkur seta egnaðar kvinnur til viks, tí tær eru kvinnur. Kina hartar Ísland Í Kina eru myndugleikarnir alt annað enn fegnir um, at íslendskir myndugleikar tóku ímóti andaliga tibetanska leiðaranum, Dalai Lama, nú hann var í Reykjavík. Fyrradagin sendi kinesiska uttanríkisráðið boð eftir íslendska sendiharranum har, Gunnaru Snorra Gunnarssyni, sum fekk at vita, at kinesiska stjórnin er misnøgd við, at íslendskir ráðharrar játtaðu at tosa við Dalai Lama. Íslendskir fjølmiðlar hava nevnt, at kinesiska stjórnin skal vera so misnøgd, at hon skal hava hótt við at taka sín sendiharra í Reykjavík heim. Men íslendska uttanríkisráðið sigur seg ikki hava frætt nakað um tað, skrivar Morgunblaðið. Rás2 fylgir Mentanarnáttini Fríggjadagin fer Mentanarnáttin í Havn av bakkastokki, við einari ørgrynnu av tiltøkum og undirhalda allan dagin. Hesum fer Rás2 at senda beinleiðis frá. Beinleiðis sendingin úr miðbýnum í Havn byrjar kl. 17.00. Veteranfótbóltur, mótaframsýning og listafram­ sýningar verða partur av skránni Mentanarnáttina. Rás2 sendur beinleiðis frá miðbýnum í Havn, og fer at fylgja teimum ymsu tiltøkunum, og borðreitt verður eisini við góðum føroyskum tónleiki. Vertur verða Mirjam Pætursdóttir og Barbara Holm, og tøkningur verður Eyðfinn Drewsen. Sendingin byrjar kl. 17.00 og endar á midnátt.