Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2009 - Havi eg brúk fyri hesum, so hevur onkur annar helst eisini brúk fyri tí. Soleiðis skal ein íverkseti hugsa, sambært Íverk- setarahúsinum, sum fríggjadagin heiðraði Regini W. Dalsgaard fyri síni hugskot, sum eru framd í verki Íverksetan Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tú skalt trúgva uppá tíni hug­ skot, tú skalt vera byrj að ur seinastu trý árini og hugskotini hjá tær skulu vera ein vinningur fyri Føroyar. Hetta eru treytirnar fyri, at Íverksetarahúsið við Rana Nolsøe skal heiðra teg at vera ársins íverkseta. Fríggjadagin varð hesin heiður givin á fyrsta sinni, og tað var Regin W. Dals­ gaard, ið fekk hann. Sambært Rana Nolsøe, stjóra í íverksetarahúsinum, er hetta eitt tiltak, sum bara er byrjað og fer at halda fram nógv ár framyvir. Millum hugskotini hjá Reg ini W. Dalsgaard, sum er vorðið til veruleika er Tele bankin, sum Føroya Banki í dag nýtir. ­ Hesar sms­skipanirnar eru nokk verkætlanirnar, sum eg eri ernastur av, stað­ festir Regin W. Dalsgaard, ársins íverkseti 2009. Hjúkla um hugskot Íverksetarahúsið er eitt stað, at fólk kunnu koma við hugskotunum, sum tey hava gingið við. Tað byrjar við einum lítlum fundi, har íverksetin og Rani Nolsøe tosa saman um hugskotið. ­ Tá vit hava havt fyrsta fundin hugsi eg um, hvussu hetta hugskotið kann gerast veruleiki. Hvørjir manglar eru í tí og so framvegis. Hetta geri eg millum annað við at tosa við fólk, sum hava skil fyri tingunum, og tað er ein av okkara stórum styrkum, at vit hava netverk, sum vit kunnu troyta, sigur Rani Nolsøe, stjóri í íverk­ setarahúsinum. Hann greiðir somuleiðis frá, at ætlanin hjá húsinum er at arbeiða so skjótt og effektivt sum gjørligt, fyri at fáa úrslit so skjótt sum gjørligt. ­ Vit eru øgiliga resultat orienterað, og tí er týdn ing ar­ mikið, at tað er ein kon kret ætlan, sum kann førast út í lívið, men eg sigi ong an tíð »tað er gott við tær«, tí øll hugskot kunnu geva okk urt, men sjálvandi hava vit slept nøkrum fáum ætlan um, greiðir Rani Nolsøe frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at størstu fyrimunurin fyri persónin við hug skot in­ um við Íverksetarahúsinum er, at persónurin fær ráð­ gev ing. Bæði viðvíkjandi fígg ing, patenti og víðari menn ing av hugskotinum. Trý hugskot Millum hugskotini, sum sam bært Rana Nolsøe kunnu geva avkast rættiliga skjótt eru tríggjar ætlanir, sum vórðu vístar fram á íverksetaradegnum. ­ Onnur er ein ætlan, har alt tað heita vatnið, sum verður nýtt, tá fólk eru und­ ir brús og so framvegis, verð ur endurnýtt í húsinum, og tað er ein skipan, sum eg fari at fáa mær sjálvur, so skjótt hon er klár, tí tú kanst ímynda tær, hvussu nógva olju, tað kann spara, greiðir Rani Nolsøe frá. Hin ætlanin er ein reins­ ing ar skipan til skip og bát ar, umframt, at ein ætlan er í gongd við at útvinna met an­ ol úr tara, sum skjótt kann umgerast til brennievni. Men á íverksetaradegnum var eisini annað á skránni, har­ ímillum stríðsítróttin karate. Wax on wax off Hetta er helst kendasti setn­ ingurin, sum nakar, ið hevur fingist við karate nakrantíð hevur sagt. Setningurin er sjálvandi úr karate kid film­ inum, har vit síggja ein drong satsa og røkka nøkr­ um málum saman við meist­ ara sínum, Myagi. Hetta við at røkka málum varð eisini umrøtt á íverk­ set ara degnum, har Jan Sar­ gent Larsen, sum eisini verð ur kallaður »The Mad­ man« og er ein sokallaður motivator, hevði fyrilestur um at røkka málum. Fyri at undirstrika hetta endaði fyrilesturin við, at øll tey, sum tordu, sluppu at bróta træpettir í besta karate kid stíli, har størsta loynd ar­ málið er at hugsa um at fáa hondina ígjøgnum træpettið, heldur enn at hugsa um sjálvt træpettið ella forðing ina. Tað almenna umboðað Til ársins íverksetaradag, vóru eisini almennu Føroyar umboðaðar. Jóhan Dahl, vinnu málaráðharri, setti dagin. ­ Eg skal lova tykkum, at eg sum landsstýrismaður í íverksetan fari at leggja meg í seðlan soleiðis, at tit – íverksetar í Føroyum – fáa teir vinnukarmar, sum tit hava uppiborðið, segði hann millum annað. Eisini Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, segði nøkur orð, og hon greiddi frá, hvussu týdn ing­ ar mikið tað er, at hugskot sleppa at veksa og at íver k­ setarahúsið kann gerast eitt stórt aktiv fyri Føroyar, hóast langt er eftir á mál. Sambært fyriskiparunum verður árisins íverksetara­ dagur eisini í 2010 og í ár un um framyvir. Heiðra hugskotum og hugflogi Villi laksurin hóttur Tøl hjá ICES vísa, at í fjør vórðu veidd 1.696 tons av villum laksi í landnyrðingspartinum av Atlnatshavinum, og hóast tað var 148 tons meiri enn í 2007, var tað 370 tons minni enn meðalveiðan tey seinastu fimm árini og heili 660 tons minni enn meðalveiðin tey seinastu tíggju árini, skrivar NTB. Frágreiðingin hjá ICES varð løgd fram á fundi í norðuratlantiska laksafelagsskapinum NASCO, sum byrjaði í Molde í Noregi fyrradagin. Har skulu umboð fyri londini í økinum, teirra millum Føroyar, royna at finna eina semj um tiltøk, sum skulu verja tann villa laksin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Nógvur kópur í Kanada Ein nýggj kanning vísir, at kópastovnurin við kanadisku eysturstrondina er so væl fyri sum kanska ongantíð fyrr. Teljingar vísa, at har eru umleið 5,5 milliónir kópar, og tað er tað mesta tey seinastu 50 árini og kanska eisini tað mesta tey seinastu 100 árini, verður sagt. Granskarin Mike Hammill, sum hevur gjørt kanningina, sigur, at tann stóri stovnurin er eitt prógv um, at tað ber væl til at veiða kóp á ein burðar­ dyggan hátt, hóast djóraverndarfelagsskapir og onnur hava sagt tað øvugta. Í ár hava kanadiskir veiðimenn loyvi at veiða 280.000 kópar við Labrador, Ný Funnaland og aðrastaðni. Rani Nolsøe, stjóri í íverksetarahúsinum, Regin W. Dalsgaard, ársins íverkseti, Kitty Mai Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri íverksetarahúsið, og Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri. Her umborð á Norðlýsinum, sum íverksetar í fjørutunum lótu byggja EIN
ÓHEFT
SERFØROYSK
ALTJÓÐA
SKRIVARATÆNASTA • Reinskriving • R=>?esing • @AAseBng • Týðing • Ymist - persónlig nettænasta www.skrivarin.fo


‐

info@skrivarin.fo
 Bóka á www. atlantic.fo Einvegis, úr Prísurin er íroknaður øll avgjøld. 1.000 bíligir ferðaseðlar til sølu í juli og august 995,-