Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2009 nógv nebbasild er. Kirstin Eliassen sigur, at tá tey vóru úti við Magnusi Heinason í apríl og skuldu taka nakrar livandi nebba­ sildir heim við til Sjósavnið á Argjum, komu tey nærm­ ast í rasshaft av nebbasild. ­ Vit høvdu tilsamans 16 tóv á átta støðum, har vit fingu nebbasild á teimum øllum. Tað eina tóvið, sum bert vardi í ein hálvan tíma, gav heili 5 tons av nebbasild. So, hetta var nógvar ferðir meira enn tað, sum vit høvdu brúk fyri til Sjó­ savnið, sigur hon brosandi. Hon sigur, at tað næstan er ógjørligt at gera stovns­ metingar av nebbasild, tí hetta er ein so serstakur fiskur. ­ Nebbasildin er uppi í sjónum um dagin og grevur seg niður í sandin um nátt­ ina. Tá tað so líður út á heystið, grevur hon seg niður í sandin burturav, og har liggur hon so í dvala, til hon um nýggjársleitið – og í eitt lutfalsliga stutt skifti ­ kemur upp úr aftur sandin­ um at gýta. Síðan grevur hon seg niður aftur í sandin og kemur ikki uppaftur fyrr enn um mánaðarskiftið februar/ mars. Kirstin sigur, at nebba­ sildin í so máta minnir um bjarnirnar, sum liggja í dvala um veturin. ­ Hesa tíðina, meðan nebbasildin liggur í dvala í sandinum, er hon púrasta burtur í sjónum, og tá livir so fiskurin av aðrari føði í havinum. Hon vísir á, at tað eisini er fiskasløg, sum grava nið­ ur í sandin eftir nebbasild í tíðini, tá hon liggur í dvala. ­ Nebbasild gýtir tíðliga, og eggini liggja klistraði í sandinum, meðan tey bún­ ast. Við tað, at gýtingin fer fram um ársskiftið, hevur tað stóran týdning fyri eitt nú nebbasildastovnin, at gróðurin í havinum kemur tíðliga um árið, leggur Kirst­ in Eliassen aftrat. Ein onnur søga Havfrøðingurin veit eisini eina aðra áhugaverda søgu at siga, nú vit umrøða nebba­ sild og støðuna hjá hesum fiskaslagi, sum hevur so stóran týdning fyri lívs­ grundarlagið hjá kki minst toski og sjófugli. ­ Nakað eftir, at Magnus Heinason rendi seg í stóra hálið av toski norðanfyri, tá fyrru yvirlitstrolingarnar vórðu gjørdar í vár, vóru vit norðanfyri við einum pinka­ lítlum nebbasildatroli við 5 mm. meskum í trolposanum. Hetta var miðskeiðis í apríl mánaða. Vit høvdu ongan ís umborð á skipinum, men tá hetta lítla trolið kom at borði, vóru millum hálvt annað og tvey tons av toski í. Hetta hevði eg slett ikki roknað við. Hon sigur – enn einaferð brosandi – at tey noyddust beina leið til lands at landa toskin og taka ís. ­ Tá vit komu útaftur á leiðina, var sama skil, og vit komu snøgt sagt í rass­ haft av toski, leggur hon aftrat. Vit spurdu eisini Kirstin Eliassen, nú vit høvdu hana í telefonini í morgun, hvørji útlit hon heldur eru til betri toskaveiði, sum tíðin gong­ ur. ­ Jú, eg haldi, at náttúru­ viðurskiftini síggja spenn­ andi út í løtuni, og tað skal vera undarligt, um ikki okkurt gott fer at spyrjast burtur úr hesum. Alt veldst jú um, hvørt góðu vánirnar fara at halda fram, tí treytin fyri vøkstri og trivnaði í havinum er, at vit fáa nøkur góð ár – í fyrsta lagi til gróður og soleiðis plantæti, sum aftur er grundarlagið undir øllum øðrum lívi í havinum, sigur lívfrøðingur­ in. Nebbasildin svimur næstan upp á land. Hesar nebba­ sildirnar kundu veiðast við sílatráðu og lítlum sílapilki í Sandágerði í gjárkvøldið. Kirstin Eliassen, lívfrøðingur á Havstovuni, sum skrivar phd­verkætlan um nebbasild, sigur, at útlitini í havinum eru rættiliga góð í løtuni Mynd: Vilmund Jacobsen Fíggjarvánir tarna Klaksvíkar Søgu Klaksvíkar kommuna boðar nú frá, at vegna broyttu fíggjarligu fortreytirnar verða útgáv­ urnar av bind II og III seinkaðar nakað í mun til uppruna ætlanina, men framvegis verður arbeitt miðvíst, og ætlandi verður bind II á gøtuni til jóla í 2009. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sum er ritstjóri fyri „Klaksvíkar Søgu“, er komin heilt væl áleiðis við skrivingini av bindi II. Í farnu viku var fundur millum ritstjóran og ritstjórnina, sum, umfram rithøvundan sjálvan, er mannað av fylgjandi persónum: Jógvan Ravnsfjall, Finnur Kjølbro, Kristinbjørg Høgnesen, Jóannes Hansen og Dáva Winther, sum vantar á myndini Ætlanin er, at næsta bindið av „Klaksvíkar Søgu“ skal verða liðugt skrivað 1. juli. Síðan er rættskriving, uppsetingar­ og prentingararbeiði at taka upp eftir summarsteðgin, og verður bind II av Klaksvíkar Søgu vónandi á gøtuni undan jólum í ár. Samlaða verkið fer at fevna um trý bind Tróndur í Gøtu næstan seldur Russar og kinesarar hava hug at keypa nóta­ og trolskipið Trónd í Gøtu. Í dag fer Tróndur í Gøtu í dokk á Skála, so keypararnir kunnu hyggja nærri at skipinum, skrivar Dimmalætting. Jákup Jacobsen, reiðari, sigur við blaðið, at teir vóna at fáa ein sølusáttmála upp á pláss í hesum mánað­ inum. Reiðaríið í Gøtu fær nýtt skip um ársskift­ ið, og tað kemur í flotan fyri Trónd í Gøtu. Skrokkurin til tað nýggja skipið er bygdur í Pól­ landi, og skipið verður gjørt liðugt í Danmark. Tróndur í Gøtu er bygdur í Noregi í 1986.