hósdagur 4. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2009
Náttúra
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er mangt, sum bendir á,
at fiskur og sjófuglur fara
at hava betri dagar í okkara
sjógvi og við Føroyar, enn
tey hava havt seinastu árini.
Gróðurin á landgrunninum
var rímiliga góður í fjør, ser
liga tíðliga í árinum, og alt
bendir á, at gróðurin eisini
verður góður í ár. Eitt er,
nær gróðurin byrjar, og ann
að er, hvussu leingi gróðurin
heldur á.
Gróðurin er grundarlagið
undir øðrum lívi í havinum,
eitt nú nebbasildini, sum
aftur er grundarlagið undir
fiski og sjófugli.
Alt bendir á, at nebba
sildastovnurin í føroyskum
sjógvi rættiliga er við at
koma fyri seg, og í sínum
kanningum staðfesti Hav
stovan í fjør, at týðiligar
ábendingar eru um hetta.
Havstovan ger yngulkann
ingar um mánaðarskiftið
juni/juli, og tá fæst ein
nýggj ábending um, hvussu
støðan hjá nebbasildini er.
Fiskimenn hava sagt frá
nógvari nebbasild í fiski,
sum verður kruvdur, og á
landi er eisini onkur ábend
ing um, at okkurt veruliga
er við at henda í sjónum.
Tá undirritaði var ein
stuttleikatúr við sleingitráð
uni eina løtu mikukvøldið,
krøkti lítli sílapilkurin seg
fastan í tríggjar stórar nebba
sildir úti í Sandágerði. Í
sjónum sást lív, og tað sást
eisini, at røringur var ymsa
staðni uppi í vatnskorpuni.
Havi ongantíð upplivað
áður at fingið nebbasild á
tráðu, tó at seiðatráða, seiða
pilkur og seiðapláss vóru
partur av øllum uppvøkstr
inum og upp í vaksnamanna
árini.
Kirstin veit mest
Tann, sum kanska veit eina
mest um nebbasild í Føroy
um í dag, man vera Kirstin
Eliassen, lívfrøðingur, sum
starvast á Havstovuni, har
hon nú eisini er í holt við at
skriva eina stóra phdverk
ætlan um nebbasild. Hetta er
eitt arbeiði, sum verður
goldið av tí, sum rópt verður
fiskivinnugransking
og
donsku stjórnini við helvtar
býti av útreiðslunum. Arbeiði
við verkætlanini byrjaði í
2007, og nú verður so verk
ætlanin skrivað. Kirstin skriv
aði eisini høvuðsuppgávu
um nebbasild, tá hon las lív
frøði, og soleiðis hevur hon
arbeitt við nebbasild og
gransking av hesum fiska
slagi í fleiri ár tilsamans.
Hon sigur, at tað var Hav
stovan við Hjalta í Jákups
stovu á odda, sum eggjaði
henni til at fara undir hesa
verkætlan, tí nebbasild hev
ur so stóran týdning fyri
fisk og sjófugl.
Regluligu nebbasildakann
ingarnar, sum Havstovan ger,
eru partur av yngulkanning
unum, sum Magnus Heina
son ger á hvørjum ári um
mánaðarskiftið juni/ juli. Tá
yvirlitstrolingar verða gjørdar
um várið og heystið, verða
eisini magakanningar gjørdar
av toski, hýsu og upsa, og tá
verður skrásett, hvussu nógv
nebbasild er í maganum á
hesum fiskasløgum.
Kirstin er eisini við í øðr
um kanningum av nebbasild,
og herfyri var hon við norska
havrannsóknarskipinum,
G.O.
Sars,
sum
gjørdi
kanningar á stívliga 20
støðum í norska partinum
av Norðsjónum. Hesar kann
ingar vístu, at væl var til av
nebbasild á trimum støðum,
meðan minni var at fáa á øðr
um støðum, harav onkrar
støðir royndust vánaligar.
Meðan aðrir veiða nebba
sild, hevur veiða eftir hesum
fiskaslagi verið bannað í
føroyskum sjógvi í fleiri ár.
Mínar kanningar vísa, at
góða gýtingin av nebbasild,
sum vit staðfestu við yngul
kanningum í fjør summar, er
komin væl til sættis, soleiðis
at fiskurin, sum tá kom
undan, framvegis er á lívi.
Hon sigur, at tað eru trý
sløg av nebbasild í føroysk
um sjógvi, men nebbasildin,
sum vit tosa um – hav
nebbasildin – er nógv hin
størsti parturin, og tí er tað
henda sildin, vit tosa um
sum grundarlag undir føði
hjá fiski og fugli.
Havnebbasildin veksur
skjótt, og longu eftir einum
ári er hon einar 1213 senti
metrar long, sigur Kirstin.
Góðar ábendingar
Lívfrøðingurin vísir á, at
allar ábendingar siga, at
nebbasildin
er
uppaftur
betri fyri í ár enn í fjør, tá
positiva gongdin av álvara
varð staðfest.
Vit kunnu siga, at fiskur
etur tað, sum hann kemur
fram á í sjónum, men vit
hava eisini staðfest, at eitt
nú toskurin er feitari, tá
Náttúruviðurskiftini í havinum eru rættiliga við okkum í løtuni, og
øll útlit eru til, at toskastovnurin fer at mennast aftur. Nógv nebba
sild er, og hetta eigur eisini at síggjast aftur í sjófuglinum, sum tíðin
gongur. Sosialurin hevur prátað við lívfrøðingin, Kirstin Eliassen,
sum skrivar phdverkætlan um nebbasild, og í samrøðuni sigur hon
frá áhugaverdum søgum um nebbasild og tosk í føroyskum sjógvi
Kirstin Eliassen, lívfrøðingur
Nebbasild
ger landgongd
í Føroyum
Landsstýrið við nýggjari lánsbrævarøð
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð. Lánsbrøvini verða listað 10. juni 2009 á
virðisbrævamarknaðunum í Reykjavík og Keypmannahavn. Lánsupphæddin er í navnvirði 1.900
mió krónur, sum við kurs 94,96 svarar til 1.804,2 mió krónur, sigur Landsbankin. Peningurin
verður lutvíst brúktur til at fíggja hall á fíggjarlógini 500 mió krónur og lutvíst til at endurfíggja
brævalán sum fella til gjaldingar í ár 1.018 mió krónur. Ein partur 286 mió ´krónur verður
brúktur til framskundaða afturgjalding av brævlánum. Lánið er eitt 3ára standandi lán, sum fellur
til gjaldingar 11. juni 2012. Rentan til íleggjarar er 3,808% p.a. Lántøkan er fyrireikað av
Landsbanka Føroya og Nordea Bank, og lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands, sigur
Landsbankin.