hósdagur 4. juni 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin - 4. juni 2009
Mentanarnáttin
12
List, sum fær
teg at smíla
Mentanarnáttina letur ein av teimum stuttligu listaframsýningunum
upp. Janus á Húsagarði letur tá upp framsýning við sínum nýggjastu
verkum, ið hann vónar kann fáa hyggjaran at undrast og smílast
Guðrið fer Mentanar
náttina at geva ein for
smakk upp á hvussu
hennara himmal ljóðar.
Útgávukonsertin er sett
at vera 13. juni, men
Mentanarnáttina ber til at
fáa ein forsmakk, tá The
Sky is Opening kemur á
gøtuna
Guðrið Hansdóttir kemur út við
nýggjari fløgu sjálva Mentanar
náttina. 5. juni. Fløgan ber heitið
The Sky is Opening, og við á
fløguni eru 11 løg, níggju á
enskum og tvey á føroyskum.
Umframt egnar tekstir, hevur
Guðrið eisini gørt løg til yrkingar
hjá millum øðrum Guðrið
Helmsdal (Mjørkanáttin), Róa
Paturssyni (Flower Brother) og
SigguMariu Højgaard (On My
Own Two Feet, Sleep, Stjørnur).
Tónlistarliga og stílmessiga
er tónleikurin á The Sky is
Opening ikki tann sami, sum á
fyrru útgávuni Love is Dead frá
2007. Nýggi tónleikurin er meir
búgvin og djúpur, og sjangran fer
meira út í folk/pop og minni
rock. Løgini snúgva seg enn um
kærleika og um ymiskar
hendingar í lívinum, men hava
meira jaligan tóna og minni
sorgblídni, sigur Guðrið
Hansdóttir um sína nýggju
útgávu.
Tónleikurin á fløguni er ein
blanding av svenskum poppi við
íblástri frá fólkatónleiki og 70
ára rokki. Fleiri klassisk ljóðføri
eru við á løgunum, og einans
gomul ljóðføri vóru nýtt í
studionum. Elsta ljóðførið, sum
er eitt pumpuorgul, er frá 1910
og yngsta ljóðførið var Gibson
guitarin hjá Guðrið frá 1994.
Upptøkurnar vóru gjørdar í
nýggju upptøkuhølunum hjá
Jónas Bloch, og varð fløgan
miksað í Berlin.
Forsmakkur fæst
Mentanarnáttina
Nýggja fløgan verður at fáa í
handlunum fríggjadagin 5. juni,
og í hesum sambandi verður
móttøka í skrivstovuni hjá Mess í
Niels Finsensgøtu klokkan 22.00.
Guðrið fer at spæla nøkur løg av
útgávuni, og eisini verður høvi at
ogna sær fløguna og keypa
Ein listaframsýning, sum letur
upp Mentanarnáttina, er ikki
komin á skránna. Tað er lista
fram sýningin hjá Janusi á
Húsagarði. Hann letur
Mentanarnáttina upp framsýning
í Stephanssons Húsi á
Kongabrúnni, og er framsýningin
eitt úrslit av verkum, hann hevur
gjørt síðan mars mánað í ár. Tað
var tá hann tók avgerð um at
gevast við at arbeiða sum
snikkari, og í staðin nýta alla sína
tíð til at tekna.
Men so var eg so óheppin, at
eg datt og økslin fór úr lið. Tá
fekk eg so ikki gjørt so nógv.
Men stórt sæð alt, sum hongur
her, er frá í ár, sigur Janus á
Húsagarði.
Janus á Húsagarði er ein sera
dugnaligur teknari, ið hevur
sermerkt seg við sínum heilt
serliga stíli. Fleiri kenna helst til
ólavsøkutekningarnar og
tekningarnar av fuglum í
bjørgunum við ymiskum stutt
ligum smálutum, ið hann fyri
nøkrum árum síðan teknaði.
Síðan hevur hann gjørt tekningar
til barnabøkurnar Dunnuungin
Pu og Drongurin, sum gloymdi
hvussu mann spælir, og í fjør gav
hann út sína egnu bók um lítla
trøllið, Mosamollis. Mosamollis
er bók uttan tekst, og er tað upp
til lesaran at avgera hvussu søgan
skal vera um Mosamollis. Í heyst
hevði Janus á Húsagarði
framsýning við fittu tekningum
úr bókini, og tá seldi hann øll
verkini. Ætlanin er at geva eina
bók út afturat, hesa ferð um eitt
gentutrøll.
Smíl til trøllið
Framsýningin, sum letur upp
fríggjadagin, hevur tveir ymiskar
stílir. Tann eini stílurin er ein røð
av steinmyndum við fuglum
sitandi á steinunum, og hin er
myndað av tekningum av
trøllalandslagnum, sum Janus
hevur arbeitt nógv við. Tað er
kortini grótið við fuglunum, ið
fyllir mest.
Tað er nógv grót á Kirkjubø
reyni, har eg ofta gangi túrar, og
oman fyri har vit búgva. Eg havi
altíð gingið nógv í haganum og
eygleitt fuglar og grót, og tað er
har, íblásturin til hesar tekning
arnar kemur, sigur Janus á
Húsagarði um tekningar sínar.
Á steinunum, hann hevur
teknað, sita fuglar av ymsum
skapi og stødd, og millum
steinarnar sita trøll og lúra, sum
ein sær, tá ein hyggur nærri.
Eg vóni, at fólk fara avstað
aftur við einum smíli, tá tey hava
verið á framsýningini, sigur
Janus á Húsagarði.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin klokkan 17, og
verður hangandi teir næstu 14
dagarnar.
––––––––––––––––––––––––––––
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Himmalin hjá Guðrið opnar seg
Til ber at fáa ein forsmakk uppá The
Sky is Opening, tá móttøka verður í
MESS skrivstovuni klokan 22.00
Mynd: Heiðrik á Heygum