Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - Sosialurin Mentanarnáttin 13 atgongu merki til útgávu­ konsertina, sum verður 13. juni. Fyri tveimum árum síðan hevði Guðrið sína fyrstu útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum, og hendan konsert var so mikið væl eydnað, at hon nú enn einaferð hevur valt at hava útgávukonsert har. ­ Sjónleikarhúsið hóskar sera væl til intimar konsertir, og ljóðið har inni er fantastiskt, sigur hon. Við á hesi nýggju fløguni er ein hópur av dugnaligum tónleik­ arum og fleiri av teimum vera við á pallinum 13. juni. Eitt nú Mikael Blak (Teitur, 200), Leivur Thomsen (Terji og Føstufressar), Magnus Johannesen (Budam), Líggjas og Flóvin (Deja Vu), Rógvi á Rógvi (Budam), Berharður Wilkinson, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Tóri Restorff og Ása Wraee (Budam). Heiðrik á Heygum fer at hita upp og fer hann at spæla tónleik av hansara komandi fløgu. –––––––––––––––––––––––––––– Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Undir heitinum Tíðar­ bil verður mynd­ lista framsýning í Norður landahúsinum mentanar náttina kl. 22.00, har Ingi Joensen og Janus Kamban, sáli, mynda tvey ættarlið úr Havn. Heðin Mortensen borg arstjóri setir framsýningina Framsýningin, ið fevnir um flestu rúm í Norðurlanda­ húsinum, er fyri mesta partin útvaldar fotomyndir, sum Ingi hevur tikið og eisini nakað av úrvaldum grafikki hjá Janusi Kamban. Myndaevnini eru øll úr Havn. Tíðarbilsmyndirnar eru valdar, tí tær hvør sær hava myndaligar dygdir. Heldur enn tær søguligu, ella á annan hátt serstøku hendingarnar, eru tað tær myndlistarligu, og ikki tær reportasjukendu dygdirnar, ið liggja til grund fyri úrvalinum. Framsýningin Tíðarbil skal geva eina mynd av, hvussu Ingi og Janus í myndagerð hava brúkt umhvørvið í Havn. Tí verður varpað ljós á úrvald Tíðarbil. Kjarnin í framsýniningini er sostatt at nema við tíðina ­ sum gongur skjótt og tó spakuliga ­ samstundis sum Havnin broytist og tó ikki broytist. Riddarakrossar til kular sam­ bandsmenn Loysingarpunkrokkbólkurin 200 fer sjálvan grundlógardagin at handa riddarakrossar. 200 hevur í sambandi við fløguna Stokkhólmssyndromið, sum kom út á Summarmála, framleitt sínar egnu riddarakrossar. Hóast tað er við skálkinum aftan fyri oyrað, at bólkurin hevur framleitt riddarakrossar, er eingin skálkur uppi í myndini, tá ið tað snýr seg um handanina. Tey, ið fáa riddarakrossin handaðan frá 200, eru sum meginregla fólk, sum bróta fordómarnar og annars ikki lata seg seta í bás. Sostatt er talan um eina veruliga heiðran av fólki, sum 200 heldur eru kul. Í hesum føri snýr tað seg um framstandandi sambandsmenn. Tiltakið, sum er alment, verður fríggjadagin 5. juni kl. 18.30 á Bryggjubakka/Vágsbotni. Hetta kvøld er samstundis Mentanarnátt, og tiltakið er beint eftir setanina, sum er í Miðbýnum kl 18. Riddarakrosshandanin verður eftir øllum kunstsins reglum við horntónleiki og røðum og fer eftir ætlan fram umborð á einum báti. 200 fer ikki at fram føra á tiltakinum, men seinni sama kvøld spælir 200 í handlinum hjá Tutl á Káta Horninum. Riddarakrossarnir verða til keyps á til­ takinum og sum frá líður eisini í fløgu­ búðunum. Riddara­ krossarnir verða sostatt hvørs mans ogn, men bert tey útvaldu fáa hann handaðan. Myndlistaframsýning í Norðurlandahúsinum Ingi Joensen í Norðurlandahúsinum Steinmyndir og trøllalandslag eru at finna á framsýningini hjá Janusi á Húsagarði. Hansara yndismálningurin er ravnurin, ið situr á einum steini Mynd: Jens Kristian Vang