Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2009 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Niels Hansen, Klaksvík, fer til gravar úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Niels, kunnu lata eina gávu á konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Sunnukvøldið 18. oktober verður sera forkunnug kon­ sert í Keypmannahavn. Tað eru tey vælkendu Bill & Gloria Gaither, sum við bólki sínum „Gaither Home­ coming Friends“ fara at syngja. Saman við teimum verða eisini mong onnur kend nøvn: Gaither Vocal Band v/Wess Hampton, Michael English, Mark Lowry, David Phelps og Bill Gait­ her, Signature Sound og Ernie Haase, Lynda Randle, Buddy Greene og Janet Pascal. Øll hesi, sum eru so væl­ kend frá sjónvarpinum, verða nú at hoyra og síggja live í Keypmannahavn. Bert ein konsert verður á hesum sinni. Hon varar í fýra tímar og verður eitt minni fyri lívið. Faroe Travel skipar fyri ferð til konsertina. Farið verður við flogfari úr Føroy­ um fríggjakvøldið 16. okto­ ber og heimaftur mánadagin. Skipað verður fyri innivist og bussflutningi í Keyp­ mannahavn. Lýst verður í miðlunum fyrsta dagin. Avmarkað pláss er, men longu nú ber til at tekna seg hjá Faroe Travel. Gaither konsert í Keypmannahavn Dagurin 4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Fríggjadagin fyri hvítu­ sunnu var móttøka á goymsl­ uni á Landssjúkrahúsinum, í sambandi við at Sámal Midjord varð útlærdur sum logistikatstøðingur. Hetta er fyrstu ferð at nakar fær hesa útbúgving á Lands­ sjúkrahúsinum. Sámal er 25 ára gamal og úr Vági. Eftir sum at hann hevði tikið FHS­skeið á Før­ oya Handilsskúla, tók út­ búgvingin 3 ár. Í hesum tíð­ arskeiði var hann 7 vikur á Mommark Handelskost­ skole, nærhendis Sønder­ borg í Danmark. Útbúgvingin umfatar gen­ erella goymslustýring, har hann m.a. hevur lært hvussu ein goymsla verður uppbygd og um ymiskar goymslustýr­ ingar. Hann nevnir t.d. at Landssjúkrahúsið koyrir ikki við somu goymslustýr­ ing sum Ríkissjúkrahúsið. Meginparturin av veitarun­ um hjá Landssjúkrahúsinum eru í Danmark, og vanliga leveringstíðin er upp á 1­2 vikur, meðan Ríkissjúkra­ húsið hevur meginpartin av sínum veitarum so tætt við, at teir kunnu hava eina mini­ mala goymslu við einari lev­ eringstíð upp á 1­2 dagar, meðan goymlsan á Lands­ sjúkrahúsinum altíð má hava vøruna tøka. Sámal sigur, at hann eis­ ini hevur lært um innkeyp og sølu. Útbúgvingin umfat­ ar eisini tolling av vørum í samband við sølu uttanfyri Danmark. Sámal hevur fing­ ið starv sum logistikatstøð­ ingur á goymsluni á Lands­ sjúkrahúsinum. -red Sámal Midjord: Fyrsti logistikatstøðingurin á Landssjúkrahúsinum Óli Arge (h.m.) frá fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum handar Sámali Midjord prógvið sum logistikatstøðingur Mynd: Jens Kristian Vang Fríggjakvøldið verður ein sangløta í Ebenezer. Húsið verður opið frá kl. 20, so til ber at fara runt í hús­ inum. Sangløtan verður kl. 21. Umframt sangkórið koma Triple­Trio, Dupult­ kvar­tettin, Váli og ein gentutrio at syngja. Trý ungfólk fara at spæla hvør sítt klassiskt stykki á viol­ in og cello. Og so verður felagssangur. Aftaná verð­ ur bjóðað til ein drekka­ munn. Løtan er almenn, og øll eru hjarta­ liga vælkomin. Kl. 22.30 verður ein ungdómskonsert á parker­ ingsøkinum norðanfyri Ebenezer. Sangløta og ungdómskonsert