hósdagur 4. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 104 - 4. juni 2009
S
ophus var yngsti sonur
Faktorin. Hann var fødd
ur í 1869, gekk í realskúla í
Havn og tók í 1888 students
prógv í Sorø. Hann tók
læknaprógv í Keypmanna
havn í 1895. Eftir at hava
starvast fyrst í Hallund,
seinni í Sæby, varð hann
21. desember 1898 settur
fylkislækni í Klaksvík.
Hanus Kamban skrivar,
at Sophus tyktist at hava
verið sera óheppin í sínum
privatlívi. Hann var tvær
ferður giftur, báðar ferðir
við donskum konum. Tí
fyrri konuni, Huldu Ander
sen, skiltist hann frá í
1903. Tey høvdu ein son,
sum eftir øllum at døma
ikki var andaliga fullførur.
Í maj 1906 giftist Sophus
upp aftur við Idu Rhein
länder. Heldur ikki hetta
hjúnarlagið var lukkuligt.
Tað er neyvan gjørligt í
dag at fáa eina sanna mynd
av hesum viðurskiftum, tí
tað sindur av vitan, vit
hava, byggir á munnligar
frásagnir.
Sagt verður, at onnur
kona Sophus – helst tann
fyrra – var evnismisnýtari,
morfinistur. Trupulleikarnir
í tí seinna hjúnarlagnum
skuldu føra til, at Sophus
Djurhuus tann 31. oktober
1906 tók seg av døgum á
ein dramatiskan hátt.
Sambært einari frásøgn
hevði hann verið á drúgvari
læknavitjan og kom móður
heim. Tá ið hann kom inn,
var eingin døgurði klárur.
Frá konuni fekk hann at
vita, at í dag bleiv eingin
døgurði. Hann bað nú
arbeiðskonuna seta eplir útá
og fór út í hjallin eftir kjøti.
Tá hann kom inn aftur,
vóru eingi epli sett útá.
Aftur fekk hann at vita,
helst frá konuni, at í dag
bleiv eingin døgurði. Hann
tók so tvær fløskur. Í aðrari
var vín, í hinari eitur.
Sophus skonkti uppí tvey
gløs, og segði so við kon
una, at nú kundi hon velja.
Ynskti hon, at tey skuldu
gerast væl aftur, drakk hann
vínið. Vildi hon ikki blíðka
seg, drakk hann eitrið.
Konan var bara forhánislig.
Hon legði sektin á, hvat
hann gjørdi. So tók hann
eiturglasið og drakk tað.
Tað ber illa til at siga í
dag, hvussu nógv er í eini
slíkari frásøgn. Men tað er
lítið sannlíkt, at bara kland
ur í hjúnalagnum hevur
ført til ein so ógvisliga
gerð. Helst hevur henda
ósemjan við konuna verið
dropin, ið fekk bikarið at
flóta yvir.
Fleiri heimildir vilja vera
við, at tann veruliga or
søkin til deyða Sophus var
ein heilt onnur. Eitt sam
band var komið í lag mill
um Sophus og Onnu, sum
var gift við Janus Djur
huus. Samstundis, sum
Sophus var giftur, var
Anna hansara unnusta.
Sambandið kom í lag á
tann hátt, at Anna lærdi at
spæla hjá læknakonuni.
Tá ið Janus frættir hetta í
Keypmanahavn fór hann
stundisliga upp til Føroyar
og fekk sett ólag í ætlanir
nar hjá teimum báðum.
Hetta skuldi vera beinleiðis
orsøkin til sorgarleikin.
Tað er annars kent, at hetta
við Onnu neyvan var ein
asta “síðuspring,” hann
hevði.
Minningarorðini
í Tingakrossi
Sjældent har et Dødsfald
vakt Sorg og dybfølt Savn i
vide Kredse, som da det i
Onsdags rygtedes, at
Nordøernes Distriktslæge
Sophus Djurhuus var død.
For alle de mange,
mange, der enten som
Patienter eller paa anden
Maade var komme i Be
røring med ham, virkede
dette Budskab som et
uventet og smerteligt Slag,
fremkaldt ikke alene af
personlig Sympati for
Mennesket Sophus Djur
huus, men ligesaa meget af
den triste og bitre Følelse,
at denne sjældne Evne og
beundringsværdige Dygtig
hed for stedse var os
berøvet.
Og Øerne over, hvor
Dødsbudskabet naaede
frem, voksede i alle Sind
Forstaaelsen af det Tab,
Færinger her havde lidt,
som maaske sent vil
erstattes.
Thi Sophus Djurhuus var
som ingen anden Lægen,
hvis Hjælp og Virken ikke
bestemmes af den Kreds,
hvori han er sat, men til
hvem Syge og Lidende
Søger, uanset hvor de er
stedte.
Fra alle kanter af Øerne
har han modtaget Patienter,
siden han for ca. 8 Aar
tilbage begyndte sin an
strængende Gerning her
oppe. Den unge energiske
og kyndige Doktor med det
djærve muntre Væsen, den
altid heldige Haand vandt
snart alles Tillid. En række
farlige Operationer, hvis
lykkelige resultatet vakte
Undren viden om, skabte
straks fra første Færd et Ry
om hans Navn, som de
senere Aar blot yderligere
har befæstet. Talrige er de
færøske Mænd og Kvinder,
som skylder ham Liv og
Helsen. Opgivne af alle
søgte de til ham og fik
Hjælp.
Altíð á ferð
Og som hans Evnerigdom
og Indsigt, saaledes var
ogsaa hans Vilje og Rede
bonhed til at hjælpe stor og
vidtrækkende. Ligegyldigt
paa hvilken Tid af Døgnet,
ligegyldigt i hvilket Vejr.
De, der søgte ham havde
sjældent nødig at vente.
Der har været Tider, hvor
han 120 Døgn igennem har
gjort 88 Rejser, saa at sige
i et køre, samtidigt med at
han passede sin
Konsultation hjemme og
alt Hospitalstilsyn. Ret
megen Lejlighed til egen
Pleje og Behagelighed
bliver der jo ikke under
Forhold af den Art. Og
Sophus Djurhuus begyndte
da ogsaa at føle sig træt.
I Søndags stedtes han til
den sidste Hvile under en
Deltagelse saa talrig fra
nær og fjern, som kun
bliver de færreste til Del.
Og som aldrig før mødte
man her de synlige Vidnes
byrd om de manges Følel
ser for Mennesket og
Lægen Sophus Djurhuus
om Sorgen over hans Død.
Den Sorg er ikke øjeblikke
lig, thi den vil leve med
Savnet og Mindet om den
kyndigste og bedste Hjælp
er for Sot og Syge, som
Færinger har haft.
Abbin tók sonin
av mammuni
Tað sæst, at Sophus hevur
verið nógv virdur. Eitt
prógv fyri tí er, at hann
millum manna varð kallað
ur Doktor Sofus og ikki
við eftirnavni, sum var tað
vanliga.
Um sonin Egil Henning
Djurhuus vit vit bert, at
hann var føddur 5.5.1898 í
Sæby, og hann er deyður í
Havn 1919. Hetta merkir,
at sonurin hevur verið eftir,
tá mamman fór av landin
um. John Lassen sigur frá
mammu síni, at Faktorin
sjálvur tók drongin av
mammuni, tá ið hon fór til
Danmarkar við ferða
mannaskipinum.
Hann er í hvussu er farin
til abban og ommuna, tá ið
pápin er deyður og er so
fluttur við teimum til
Havnar í 1908. Í skifti
protokolloini stendur, at
han “ejer intet.”
Doktor Sophus:
Konan fekk hann at taka eitur
Tað gekk illa í hond við børnunum hjá Faktorinum. Hann og konan yvirlivdu fimm av teirra sjey børnum.
Fýra teirra eru jarðað í Klaksvík. Tann mest dramatiska deyðan fekk Sophus
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Úr kirkjugarðinum í
Klaksvík. F.v. brøðurnir
SOFUS DJURHUUS
F. 31. DECEMBER 1869
D. 31. OCTOBER 1906
----
ANDREAS DJURHUUS
F. 24. MAJ 1864
D. 18. AUGUST 1905
Úr kirkjugarðinum í Klaksvík.
Her liggja tvey systkin hjá
Sofusi
ANNA DJURHUUS
FØDT 21. APRIL 1866
DØD 22. OCTOBER 1875
HANS OLAUS DJURHUUS
FØDT 29. DECEMBER 1867
DØD 7. APRIL 1874
HERREN GAV HERREN
TOG
HERRENS NAVN VÆRE
LOVET
Sonur Sofus, Egil Henning
(1898-1919), er jarðaður í
gamla kirkjugarði í Havn
Komandi partur
Komandi hósdag verður
greitt frá Jacob hjá
Fakorinum. Hann doyði
bert 23 ára gamal í
1886 í Norðurgrønlandi
Doktor Sofus fekk ein
dramatiskan deyða
Fyrsta sjúkrahús í Klaksvík. Her arbeiddi doktor Sofus eisini