hósdagur 4. juni 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarnáttin
fríggjadagin 5. juni
Hugsar tú um frælsi og smidleika − við MasterCard hevur tú møguleikan. Kortið til húskið og fyritøkuna.
Tórshavnar hátíðar heldur í ár 100
ára føðingardagin hjá kommununi,
og tí er skráin fyri Mentanarnáttina
serliga stór í ár. Mentanarnáttin
byrjar um morgunin, og heldur
fram til út á náttina. Hendan dagin
hendir nógv ymiskt, og skráin
býður uppá okkurt til hvønn
góma. Listaframsýnginar eru mest
sum á hvørjum horni, tónleikur í
sjangr unum frá kór sangi til rokk,
túnafótbóltur og sum nakað heilt
sjáldsamt er Amt mansgarðurin opin
fyri alemenninginum. Hetta er nakað
av tí, borgarstjórin í Havn hevur sett
sær fyri at vitja Mentanarnáttina.
– Ongum noyðist at keða seg
Mentanar náttina. Vørumerkið
á skránni er merkt av góðsku
og hugna, og mítt ynski er, at
øll skulu kenna seg vælkomin á
Mentanarnáttina í Havn. Eisini
borgarar uttan fyri Havnina,
skulu kenna seg vælkomnan í 100
ára føðingardag hjá Tórshavnar
kommunu, sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri:
Vælkomin í føðingardag