hósdagur 4. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin - 4. juni 2009
Mentanarnáttin
2
Upp undir Mentanar
náttina, hósdagin 4. juni
kl. 16, letur listakvinnan
Ingun Hansen framsýning
upp í Snarskivuni
Ingun Hansen búði í Havn, til
hon var 10 ára gomul, tá hon
flutti til Danmarkar saman við
foreldrum og systkjum. Síðani
hevur hon búð har. Sína listaligu
útbúgving hevur Ingun nomið
sær á Århus Kunstakademi árini
1988-92 og á Det fynske
Akademi 1992-96.
Ingun hevur luttikið í fleiri
framsýningum, bæði í Danmark
og Føroyum, m.a. tríggjar ferðir í
várframsýningum hjá
Listasavninum og eisini saman
við øðrum donskum listafólkum
í Listasavninum.
Umframt at vera virkin
listakvinna starvast Ingun sum
sjúkrarøktarfrøðingur, og soleiðis
er eisini í summar, nú hon er
tríggjar mánaðir í Føroyum. Hon
býr í Hvalba og arbeiðir sum
listakvinna har, umframt at hon
starvast nakrar tímar um vikuna
hjá Nærverkinum.
- Hetta er ein góð samanseting
og góður møguleiki at koma í
samband við fólk, sigur Ingun
Hansen.
Myndirnar á framsýningini í
Snarskivuni eru abstraktar, bæði
oljumálningar og vatnlitsmyndir.
Nakrar eru málaðar í ár og aðrar
eru eldri. Íblásturin fær Ingun
m.a. úr náttúruni, bæði tí
føroysku og donsku.
Øll eru vælkomin til
fernisering í Snarskivuni
hósdagin 4. juni 2009 kl. 16
Fríggjakvøld er
mentanarnátt í Havn.
Undirbeat verður hetta
kvøldið aftaná midnátt,
frá 0104 í Reinsarínum
á Tórsgøtu. Tónleikinum
syrgja nýggja DJduoin
Knakkaknæs og
nývaknaða DJkonseptið
Unibrow Conspiracy fyri
Hvat hendir, tá tveir ungir menn
sita heima úti á bygd og keða
seg? Ikki so nógv. Men eitt, sum
kann henda seg at spretta
burturúr slíkum hendingaleysum
døgum, er spennandi tónleikur.
Og tað er júst tað, sum hendi hjá
Jan Nystrøm og Rógva
Lamhauge eitt kvøldi í
Syðrugøtu.
Jan og Rógvi eru ávikavist
oddamaður/gittarleikari og
trummari í uppkomandi
elektrobólkinum Nin10do. Nú
manna teir eisini DJ-duoina
Knakkaknæs, sum hevði sína
debut á Hvonn síðsta mánað.
Teir borðreiða fríggjakvøldið
við einum upphitandi blandi av
minimalum tekno og hørðum
elektro. Hvat var navnið?
Knakkaknæs.
Aftaná eina longri pausu fer
ungi havnamaðurin Búi Rouch
(fyrrverandi McLovin) við
endurløddari peppan aftur á pall
sum DJ – nú undir nýggja
listaheitinum Unibrow
Conspiracy.
Søgan sigur, at Búi aftaná enn
eina villa nátt í snuskutum
barrum datt av á einum vátum
bøi, og vaknaði aftur við einum
stórum snigili millum
eygnabrýrnar. Honum dámdi so
væl snigilin sum andlitsprýði, at
hann valdi at klistra hann fastan
og kalla hann Mogens.
Tað tók bert ein dag, til
Mogens tornaði og doyði. Men
við tokka til myrkan elektropopp,
fabuløst italo-disko, kitsjutan
tekno-tronikk og ymiskt bitch
bland verður lagt upp til eina
størri-enn-lívið sambrýnda
dansiveitslu, og minnið um
Mogens verður hildið á lívi við
kolstift og glimmuri.
Knannaknæs og Unibrow
Conspiracy til Undirbeat í
Reinsarínum á Mentanarnáttini,
fríggjakvøldið 5. juni, frá
klokkan 01-04. Kostnaðurin er
80 krónur, aldursmarkið 18 ár.
Undirbeat á
mentanarnáttini
Ingun Hansen í Snarskivuni
Opið hús á Lágargarði í
Havn mentanarnáttina
5. juni frá kl. 15 18
Mentanarnáttina 5. juni 2009 er
røktar- og umlættingarheimið
Lágargarður opið fyri
almenninginum frá kl 15-18, har
fólk kunnu koma og vitja
stovnin, síggja heimið innan og
uttan og síggja tey mongu
listaverkini hjá 13 kendum
listafólkum, ið hanga kring í
húsinum. Eisini verður ymiskur
tónleikur og møguleiki verður at
keypa kaffi og køkur.
Virkisstovan verður opin, og
møguleiki verður at síggja, hvat
gjørt verður á Virkisstovuni, og
at tosa við starvsfólk og búfólk
har. Høvi verður eisini at keypa
ymiska hondgjørdar lutir, ið
búfólk og dagstovnafólk hava
evnað til.
Eisini verður ergo/fysioterapiin
opin, og greiða starvsfólkini frá,
hvat verður gjørt. Møguleiki
verður eisini fyri at verða
testaður (styrki- og balansutest)
og at fáa ráðgeving.
Frá kl. 15.30 -16 syngur
Dupultkvartettin í Ebenezer, og
frá kl. 16 -16.30 børn frá
Musikskúlanum harmoniku og
klaver. Frá kl. 17 -18 kemur
Albert Isfelt, arkitektur, ið saman
við Gudmundi Hansen hevur
teknað Lágargarð, at greiða frá
húsinum. Tiltakið er alment, og
øll eru vælkomin.
––––––––––––––––––––––––––––
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Opið hús á Lágargarði
Býurin er í veitsluhýri
undan Mentanarnáttini.
Klokkan 20.00 bjóðar
skraddarin, Beinta
Vilhelmsen til ókeypis
mótasýning framvið
Havnará
Beinta Vilhelmsen
Skraddarí hevur eitt
unikt uttandura
mótashow mentanar-
náttina framvið
Havnará kl 20.00.
Skraddarin fer at vísa
stórar skraddara-
seymaðar gallarobur,
klassiskar kjólar til øll
endamál og lættar
summarkjólar í frískum
litum.
Salong Shair og
Cosméto styla modell-
irnar og saman seta
hesar tríggjar fyritøk-
urnar í hugnaliga
umhvørvinum við
Havnará ein serligan
dám á Mentanarnáttina.
Harafturat hevur
dansibólkurin Hóps
eina dansiframførslu,
sum er gjørd til enda-
málið og skal fram-
førast undan sýningini.
Møt í góðari tíð, og tryggja tær
pláss til eina heilt serliga
uppliving- heilt ókeypis.
Kjólar við Havnará