Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Tað eru nógvir møgu­ leikar at keypa klæði og annað í Keyp­ mannahavn, men skalt tú hava alt í einum stað, sam­ stund is, sum tú kanst parkera mann og børn, so er Field’s loysnin Hóast fólk bara tosa um fíggjar­ kreppu, mangul av peningi og so fram vegis, so slepst ikki undan at børn ini skulu hava okkurt nýtt, nú tey skulu byrja í barnagarði og skúla aftur. Maðurin hevur heldur ongantíð nakað at fara í tá hann skal vera hampi liga ílatin. Og nú tit eru í Dan mark hóast alt, har alt er eitt lítið sindur bíligari, úrvalið 10 ferðir so stórt og so fært tú 20 prosent av pen ing inum aftur í tax­free, so tað er lítið annað at gera, enn at taka leiði na út á Ørestad. Fyrstu løtuna inni í Field’s mást tú helst hava mannin og børnini við, tey mugu avgreiðast beinanvegin, so tú sjálv sleppur at keypa okkurt eisini. Tú skalt ikki ganga leingi, áðrenn tú hevur funnið handlarnar til mann­ in. Síðan er bara at peika, hvat hann skal hava og so at lata hann í hesi klæði. So er tað liðugt. So koma børnini. Har er eisini nóg mik ið í at velja, og tú hugsar um at keypa klæði til teirra eini 10 ár fram, men tú klárar at halda tær, tí okkurt skalt tú sjálv hava, og tað ber ikki til at hava mannin inni í Field’s allan dag in. Ella, tað ber væl til. Tí á ovastu hædd eru allar mat­ stovur nar. Har kanst tú seta tey, børn ini og mannin. Og tá tey ikki orka at eta meir, so er minigolf um viku s kiftini, og annars ber altíð til at vitja spælirúmið, har pápi og børn skjótt klára at brúka nakrar tímar. Nú sleppur tú eisini sjálv í gongd. Hví ikki keypa jólagávuna, maðurin gloym di í fjør? Ella bara eisini hana, hann skal geva tær í vetur. Tað skuldi verið lagamanni at funnið nóg mik ið av øllum á teimum mongu kvadrat­ kilo metru num av handlum. Børnini og mannin skalt tú ikki hugsa um, tí verða tey troytt av støðu num uppi á loftinum, so eru eisini handlar, ið selja amboð, sam stund is, sum tað altíð ber til at spæla nýggjastu spølini til xbox ella playstation onkustaðni í bygn ing­ inum. Keyp bara, men minst til, at kuffert ið í mesta lagi skal viga 20 kilo og at tað bara er loyvt at innf­ lyta fyri eitt virði á 2.500 krónur fyri hvønn persón á ferðini í tax­free. Keypmannahavn Rímiliga væl goymt uppi á loftinum er eitt barnarúm, har øll familjan, men kanska serliga børnini kunnu hugna sær óført Einasti trupulleikin við Field’s er, at alt líkist, so tað er skjótt at mistaka seg á hvørjari hædd ein er Vika 23: Leiðin til Keypmannahavn 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar Kilometrar av shopping Tað eru so nógvir handlar í Field’s, at vitjast má fleiri ferðir, áðrenn tú nært allar