hósdagur 4. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 103 • 3. juni 2009
2
Djóragarðurin í Keyp
man na havn hevur al
skyns djór, og tað er
nakað annað veruliga
at síggja tey heldur
enn í sjónvarpinum
Um tit gera sum 1,2 milliónir onnur
gera árliga, so fara tit eisini at vitja
djóra garðin í Keypmannahavn, sum
hevur verið til síðan 1859, og hóast
upp runa ligu djórini ikki eru har
longur, so er djóragarðurin nú størri
og fjølbroytnari, enn hann nakrantíð
hevur verið.
Leyvur, tikarar, fílar, áarross, nas
hyrn ing ar, kamelar og apur eru bara
nøk ur fá av eksotisku djórinum, sum
fá er eftir av í heiminum í sínum
natúr liga umhvørvið, og spurningurin
er, um tit hava hug til at bíða við at
upp liva hesi djór, áðrenn tey bara
vera at finna á myndum.
Tí tað serliga við djóragarðinum er,
at tit ikki bara síggja djórini. Tit hoy
ra tey og lukta tey eisini, og hóast
tað helst hevði verið stuttligast at
sæð tey í natúrligum umhvørvi, so er
hend an næstbesta loysnin eisini góð.
Tit sleppa undan at ferðast alt ov
langt. Ein stuttan busstúr ella biltúr
í Keypmannahavn og tit eru longu í
djóra garðinum.
Og túrurin gevur nógv. Tit fáa
nevni liga møguleika at síggja næst
an 4.000 djór av yvir 300 sløgum, og
har eru líka frá ísbjarnum til geitir.
Hesar seinastu kunnu upplivast í
barna djóra garðinum, har tað enntá
er møguleiki fyri at sita á ponyhesti.
Eisini er vert at nevna, at hóast
tað er langt og nógv at ganga í
djóra garði num, so skulu tit ikki
set ast aftur av, at børnini ikki skuldu
orka, tí fleiri staðni í garðinum ber
til at fáa vognar, sum børnini og lutir
ann ars kunnu setast í, so tað ikki
er so møtimikið at flyta seg millum
giraff ar og úlvar.
Ein túrur í djóragarð kann gott
vara ein heilan dag, og tað ber væl
til at taka matpakka við, hóast garð
ur in eisini selir mat.
Við børnunum
millum fílarnar
- Minni sum fílur, verður
ofta sagt um fólk,
ið hava serliga gott
minni, men børnum
nýtist ikki minni sum
á fíli, fyri at minnast
ein túr í djóragarðin í
Keypmannahavn
Tað eru bæði stór og
smá djór í djóra garði-
num. Otrar eru millum
smærru djórini
At fáa sær ein vogn suma hendan, kann rættiliga skjótt
loysa seg. Hann er væl egnaður til bæði børn og viðføri
Nas hyrningar hava sítt fasta pláss í djóragarðinum, og hóast teir koma úr Afriku, so
dámar teimum væl skuggan
Leyvurnar stríðast ikki ov
nógv, tá tað er heitt
Keypmannahavn