Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2009 33 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Hond- bólts- landsliðið tikið út Landsliðsvenj­ar­ arnir Dia Midj­ord og Kári Nielsen hava tikið út 17 útispælarar og 3 málmenn til teir seinastu 4 EM­ undandystirnar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyska A-landsliðið spælir heima ímóti Russ- landi hóskvøldið 11. juni, heima ímóti Italia leygarkvøldið 13. juni, úti ímóti Serbia miku- kvøldið 17. juni, og sein- asti dysturin er heima leygarkvøldið 20. juni ímóti Bosnia-Herze- govina. Hesir spælarar eru í hópinum: Neistin: Tróndur Krage- steen, Karl Herup Olsen, Áki Mørk, Ingi Olsen, Birgir Poulsen og Ári Dam. H71: Janus Sørensen, Regin Joensen, Dánjal Torgarð, Gunnar Blá- berg, Esbern Patursson, Johan Hofgaard og Levi Nybo VÍF: Sámal Joensen og Rúni Joensen Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen, Bárður Johannesen, Torvald Abrahamsen KÍF: Niklas Reginsson, Ási Dam Hóskvøldið 4. juni, klokkan 19:45 spælir landsliðið venjingardyst í Hoyvíkshøllini ímóti VÍF. Altjóða dómaraparið Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømir dystin. Á miðdegi mánadagin 8. juni verður endalig úttøka til fyrstu tveir dystirnar ímóti Russlandi og Italia. Tólv spælarar og tveir málmenn verða úttiknir. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki sørt av spenn- ingi undan fyrstu uppgávuni hjá Brian Kerr sum lands- liðsvenjara. Áðrenn tað av álvara verður álvara, hevði landsliðsvenjarin sett U21- liðnum stevnu. Og hóast talan mest av øllum var um innanhýsis venjingardyst, so var áskoðarafjøldin á leið tað, sum hon hevur ver- ið til ein meðal landsdyst seinnu árini. A-landsliðið vann sjálvan dystin 4-0, og tað í sjálvum sær er helst nøktandi. Men tað var vert at bíta merki í, at tað langt ífrá var alla tíð- ina, at teir eldru vóru so sannførandi, sum tølini siga. Teir ungu argaðu Einki mál kom fyri steðgin, og sum so var tað eisini avmarkað, hvussu nógvir møguleikar vóru. Holst hevði ein stóran av slagnum tíðliga í dystinum, men frá- líkt málmansspæl frá Trygva Askham forðaði tó fyri, at nakað meira spurdist burturúr. Í aðrar mátar hevði A- landsliðið bóltin nógv, men teir komu sjáldan ígjøgnum, og tá tað onkra ferð riggaði at koma ígjøgnum síðurnar, var kvaliteturin á innleggun- um snøgt sagt ov lítil. Og spakuliga hóttu U21- menninir eisini málið hjá Jákupi Mikkelsen. Besta møguleikan átti Rasmus Nielsen, men hann sendi við síðurnar av, og í aðrar mátar vóru skotroyndirnar ov veikar til veruliga at hótta málið. Eftir steðgin kom tó vend í. Fyrst og fremst tóktist tað muna sera væl, at kantarnir hjá A-liðnum nú vóru skiftir. Andreas Lava Olsen og Hjalgrím Elttør komu inn í alopið saman við Andrew av Fløtum, og teir tríggir stóðu fyri teimum fýra málunum, sum at enda skildu partarnar. Tíðliga í seinna hálvleiki legði Andrew upp til Hjal- grím, sum skoraði. Lava- maðurin økti til 2-0 eftir horna, áðrenn hann átti uppleggið til 3-0 málið hjá Andrew. Og seint í dystin- um, tá luftin tóktist vera farin úr ungu monnunum, koyrdu teir tríggir í felag eitt kontra-álop, sum endaði við, at Andrew púrasta leys- ur kundi økja til 4-0. Teir ungu argaðu teir eldru Róaldur Jacobsen og Atli Danielsen í nærdysti. Tá avtornaði vunnu Atli og teir 4-0, men leingi argaðu ungu menninir teir vaksnu í venjingardystinum mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Byrjunaruppstillingin hjá A-landsliðnum móit U21- liðnum var hendan: Jákup Mikkelsen – Johan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Egil á Bø, Einar T. Hansen – Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen – Johan Ejvind R. Mouritsen, Christian Lamhauge Holst, Christian Høgni Jacobsen. Teir fyrstu 11 hjá Kerr A­landsliðið vann 4­0 á U21­ landsliðnum, men leingi argaðu ungu menninir teir vaksnu, áðrenn luftin at enda fór úr framtíðini