Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 104 - 4. juni 2009 ] Mai-lønin ikki goldin Venjarar og spælarar hjá Frem, har Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen spæla, eru fangaðir í einari støðu, sum ikki er nøktandi fyri nakran. Hetta ger venjarin, Anders Theil greitt yvirfyri bold.dk: - Vit hava ikki vant síðani vit spældu dyst farna hósdag. Í morgin fara vit á fund við Spillerforeningen og Frem, og so mugu vit síggja hvat hendir, sigur Anders Theil. - Um vit spælda í Silkeborg sunnudagin, ella ikki, verður greitt í morgin, men tað er sjálvsagt, at tað er ógvuliga frustrerandi fyri meg og spælarnar. Koma boðini um, at vit skulu spæla sunnudagin, so snýr tað seg um, hvør ynskir at sleppa at spæla, og um ein bjargingarætlan er tøk. Har eru nógvir spurningar, sum skulu svarast í morgin, undirstrikar Anders Theil. Eitt pláss aftur á FIFA-listanum Føroyska fótbóltslandsliðið verður nú styrkismett sum nummar 166 í heiminum. Í mun til listan fyri apríl mánað, eru Føroyar yvirhálaðar av Filipinunum, sum er farið seks pláss upp eftir listanum. Landsliðsuppgávur hevur talan tó ikki verið um hendan seinasta mánaðin, og tí er styrkistalið hjá Føroyum óbroytt. Ovast á listanum er framvegis Spania, meðan Holland er nýggjur tvey´ari framman fyri Týskland, Italia, Brasil og Ongland. Sterkasta norðanlandið á listanum er Danmark, sum nú verður styrkismett sum nummar 24 av heimsins fótbóltstjóðum. – Tað hevur tikið sína tíð at fáa neyðugu undirskriftirnar, men pappírsarbeiðið hjá altjóða flogbólts­ samgonguni, FIVB, hevur gingið seint fyri seg. Men nú havi eg fingið at vita, at dómaraprógvið hjá mær er ávegis til Føroya, sigur Jan Hentze FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í hálvtfimta ár hevur Jan Hentze dømt altjóða dystir, verið á skeiðum og annars gjørt alt tað, sum gerast skal, so hann kann fáa fulla góðkenning sum altjóða flogbóltsdómari. Og nú sær út til, at hann langt um leingi er komin á mál. – Eg havi nú frá altjóða flogbóltssamgonguni, FIVB, fingið eina váttan um, at dómaraprógvið skal vera á veg. Men manna- gongdin er nokk so tung, tí eg fekk síðstu undirskriftir- nar upp á pláss í november mánaði, og altjóða dómara- nevndin hevði fund um góð- kenningina afturi í februar, greiðir Jan frá. – Men hóast vit nú eru komin út í juni mánað, er hetta góða prógv so ikki komið enn. Tí fór eg at ótolnast og spurdi meg fyri, og tá søgdu tey, at tað var á veg til Føroya, so eg kundi vænta mær at fáa tað fyrsta dagin. Hinvegin, so trúgvi eg ongum, fyrr enn eg havi sjálvt pappírið í hondini. Sjey undirskriftir Tá tú ætlar at gerast altjóða flogbóltsdómari, skalt tú sjálvandi út at døma dystir, og hvørja ferð, tú dømir sum fyrsti dómari, skalt tú hava eina undirskrift. Til- samans skalt tú hava sjey slíkar, harav tríggjar eru serliga týdningarmiklar. – At fáa tær fyrstu fýra undirskriftirnar, tók ikki so langa tíð, og eg havi sjálv- andi fingið fleiri ferðir fýra undirskriftir, tí eg havi jú dømt tilsamans 48 altjóða dystir. Men tað hevur tikið sína tíð at fáa fatur á teimum trimum týdningarmestu undirskriftunum, sigur Jan Hentze. – Í altjóða dómaranevndini hjá FIVB sita sjey fólk, og tú skalt hava undirskrift frá í minsta lagi trimum av teim- um, um tú skalt fáa prógv sum altjóða dómari. Og av tí at hesi fólkini eru so fá, tekur tað tíð, tí tey hava óivað einar 100-150 dystir í part at hyggja at um árið, og so ræður um at vera á rætta staðnum til rætta tíð. Tann av limunum í nevnd- ini, sum býr nærmast Føroy- um, er ein finni, so tí var Jan fyri nakað av tíð síðani sendur til Finlands at døma ein dyst, so hann kundi fáa ta undirskriftina. Hinar báð- ar vóru eitt sindur verri at fáa til høldar, men í novem- ber í fjør eydnaðist endiliga at fáa pappírið fult við teim- um sjey kravdu undirskriftunum. – Tað, sum vanliga tekur einum dómara inni á europe- iska meginlandinum eitt ella tvey ár, hevur tikið mær hálvtfimta ár. Og tá eg so endiliga hevði fingið alt tað formliga upp á pláss, fór eg altso at ótolnast av álvara, sigur føroyski altjóða flog- bóltsdómarin. Fingið ábendingar – Tá eg herfyri var á einum seminari, sum europeiska flogbóltssamgongan, CEV, skipaði fyri í bulgarska høv- uðsstaðnum, Sofia, fekk eg fleiri ábendingar um, at eg helst longu var góðtikin sum altjóða dómari. Men framvegis hevði eg ikki fingið pappír uppá, at so var, so tí rykti eg FIVB eftir einum svari, sum eg nú havi fingið, sigur hann. Ein onnur ábending um, at Jan Hentze veruliga var blivin góðtikin, fekk hann afturi í februar mánaði, beint eftir fundin í altjóða dómaranevndini, tá hann fekk tveir dystir at døma í European League-kapping- ini millum Bretland og Spania, sum verða spældir í Sheffield í Onglandi viku- skiftið 10. til 12. juli. – Teir dystirnar hevði eg neyvan fingið, var eg ikki longu góðtikin, men eg havi altso framvegis ikki fingið prógvið, so henda tilgongd- in krevur sanniliga gott tol. Nú er so at vóna, at eg fái góðan post ein av næstu døgunum, sigur Jan Hentze, sum í kappingini í Sheffield fer at døma sín altjóða dyst nummar 50. Jan er endiliga altjóða dómari Hóast Jan Hentze í november í fjør hevði fingið tær sjey neyðugu undirskriftirnar, hevur hann enn ikki fingið sjálv prógvið uppá, at hann er góðkendur sum altjóða flogbóltsdómari. Men hevur hevur hann fingið at vitað, at prógvið er sent og á veg til Føroya Mynd: Álvur Haraldsen Hóast talan bert var um internan venjingardyst, so kundi Brian Kerr uttan iva gera nakr­ ar áhugaverdar staðfestingar undir dystinum í gjár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ikki minst mundi spenning- urin kring dystin miku- kvøldið snúgva seg um, hvussu nýggi landsliðsvenj- arin valdi at blanda síni kort. Og um talan fór at verða um nakrar kollveltandi taktiskar broytingar á liðnum. Kollveltingar vóru nú ikki so nógvar. Byrjunar- uppstillingin var ein 4-3-3, sum meira sannlíkt eitur 4- 5-1, tá mótstøðan er størri. Og fyri flestu av spælar- unum var galdandi, at teir fingu ein hálvleik í part av vísa sínar dygdir. Tó var merkisvert, at Atli Gregersen var ein av bara tveimum, sum spældi sam- fullar 90 minuttir av dystin- um. Atli var eitt av meira óvæntaðu nøvnunum í úttøkuni, og fullir 90 minut- tir kundu bent á, at venjarin vildi nýta høvið til veruliga at testa spælaran. Men hin- vegin var nú avmarkað, hvussu nógv verjan fekk víst seg fram, tí fyri tað mest var trýstið mótiu U21- málinum. Og eisini longur frammi á vøllinum vóru áhugaverdar staðfestingar at síggja. Ein var, at venjarin valdi at byrja við Fróða Benjamin- sen, Súna Olsen og Boga Løkin á sentralu miðvallar- plássunum. Tað bar við sær, at Atli Danielsen mátti byrja á beinkinum. Um hetta eisini verður støðan um eina viku, er sjálvandi upp til venjaran at gera av. Men tað var merkisvert, at hvørki Atli ella Fróði vórðu testaðir í miðverjuni. Tað varð Johan Troest Davidsen, sum spældi bæði bakkpláss- ini, heldur ikki. Men Jónas Tór Næs sýndi sínar dygdir á høgra bakki eftir steðgin, og Johan hevur áður prógv- að, at hann væl og virðiliga er førur fyri at røkja øll plássini í verjupartinum. Tveir aðrir spælarar, sum hava verið offur fyri diskus- siónum, eru Johan Ejvind R. Mouritsen og Palli Aug- ustinussen. Báðir sluppu teir at royna seg í trý korter, men hvørgin teirra sann- førdi serliga nógv um sítt kandidatur. Johan Ejvind flutti seg tó sera væl í framrættaða spæl- inum, og ofta kom hann í góðar støður, men kvalitet- urin í avspælinum var ikki nóg góður til at skapa neyð- ugu møguleikarnar. Palli kom sentralt inn á miðvøllin eftir steðgin, men fyrst og fremst tóktist hann darvaður av, at hann dagliga spælir í næstbestu deildini, og tí hevði ilt við at fylgja nóg væl við leikferðini. Júst tann spurningurin varð ofta vendur, tá Óli Johannesen spældi í næstbestu deildini uttan at missa sítt landsliðs- pláss. Men í tí førinum visti Óli frá hópatals landsdyst- um, hvat kravdist til uppgáv- una, og tað var eisini sjáldan – um nakrantíð – at hann dumpaði til próvtøkuna. Hinvegin vísti Andreas Lava Olsen, at venjarin onga orsøk hevï at seta hann í bíðistøðu, men at hann er sjálvskrivaður í kappingini um pláss í staruppstillingini. Og áhugvert var eisini at síggja, at Hjalgrím Elttør nú av álvara aftur er við í tí kapp- ingini. Ein kapping, sum ikki verður minni, tá Símun Samuelsen eisini legst afturat landsliðshópinum. Áhugaverdar staðfestingar