leygardagur 3. november 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001
C
M
Y
K
24
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Í gjár kom stóra verkið um
føroyska skaldið Janus
Djurhuus eftir Hanus
Kamban út á donskum í
tveimum bindum. Kirsten
Brix hevur týtt til danskt
og Odense Universitetsfor-
lag gevur út.
- Í byrjanini var ætlanin
at gera eina minni útgávu á
donskum ella onkrum øðr-
um norðurlendskum máli,
men tá samanumkom vísti
tað seg ikki bera til, tí pilk-
aði eg við heildina, datt alt
niðurfyri, greiðir Hanus
Kamban frá.
Tí komu Hanus Kamban
og Kirsten Brix ásamt um,
at alt verkið skuldi týðast.
Tað eydnaðist rímiliga
skjótt og væl at finna eitt
forlag, sum vildi geva
verkið út á donskum. Od-
ense Universitetsforlag er
eitt av størstu forløgunum í
Danmark.
Janus gloymdur
Í dag er Janus Djurhuus
rættiliga ókendur fyri dan-
ir. Tað hevur hann tó ikki
altíð verið.
- Tá ið hann var á lívi,
var hann eitt sindur kend-
ur, serliga í tríatiárunum og
undir krígnum. Hann hevði
nógvar vinmenn í Keyp-
mannahavn, har var hann
nógv at síggja í býarmynd-
ini og í bløðunum. Nógv
skrivaðu um hann, hansara
skaldskap, eisini danir.
Men nú er hann fullkomi-
liga gloymdur.
Hanus Kamban metir, at
Janus Djurhuus er áhuga-
verdur uppá nógvar mátar.
- Bókmentasøguliga er
hann áhugaverdur, tí hann
er fyrsti føroyski veruligi
yrkjarin. Síðani er hann
áhugaverdur, tí hann var
undangongumaður í tí at
byggja upp eina føroyska
mentan og føroyskt skalds-
ligt mál. Eisini hevur hann
áhuga sum skald. Ein part-
ur av hansara yrkingum
eru sum skaldskapur góð-
ar. Tað er sjálvsagt umráð-
andi, at hann verður týddur
rætt. Tíðin er farin frá
nógvum av týðingunum, tí
máltónin er gamaldags og
minnir um yrkjarar, sum
livdu fyrst í 19. øld. Tí er
neyðugt at týða hann av
nýggjum til eitt aktuelt
danskt mál, sum sigur nú-
tíðar dananum nakað, sigur
Hanus Kamban.
Í ein vissan mun er hetta
gjørt í donsku týðingini.
Høvundurin og týðarin
hava samstarvað við
danska yrkjaran, Vagn
Steen, ið hevur nakrar
áskoðanir um, hvussu
skaldskapur verður týddur
til danskt.
- Tað hevur avgjørt havt
týdning fyri hesa útgávuna.
Ein partur av skald-
skapinum hjá Janusi Djur-
huus er eksistensiellur og
er tí áhugaverdar hjá øllum
at lesa.
- Tað er upplagt at týða
eitt úrval av hesum til nú-
tímans danskt ella svenskt,
sigur Hanus Kamban.
Lagt afturat
Verkið um Janus Djurhuus
snýr seg ikki bert um
skaldið Janus. Tað snýr seg
í líka stóran mun um før-
oyska søgu og mentunar-
søgu, um sambandið mill-
um Føroyar og Danmark,
Føroyar og Norðurlond,
Føroyar og Evropa, og
Føroyar og ta klassisku tíð-
ina.
- Á tann hátt meti eg, at
hon er áhugaverd hjá lesar-
um uttan fyri Føroyar. Jan-
us er ikki bara alheimslig-
ur, hann byggir brýr mill-
um Føroyar og onnur lond.
Sjálvur las hann grikskan,
latínskan, evropeiskan og
norðurlendskan skaldskap.
Danska útgávan er eitt
sindur øðrvísi enn tann
føroyska. Í onkrum føri er
lagt afturat, eitt nú um
sambandið millum William
Heinesen, Jørgen-Frants
Jacobsen og Janus Djur-
huus. Epilogurin er full-
komiliga skrivaður um til
eitt slag av niðurstøðu, har
høvundurin staðsetir Janus
bókmentasøguliga, um-
framt at meiri er gjørt við
innihaldið í skaldskapi
Janusar. Eisini skrivar høv-
undurin um sjónarmið Jan-
usar um mentan og poli-
tikk og hevur sett tey í
samband við gongdina í
Føroyum frá Heimastýris-
lógini til í dag, vit hava
eina fullveldisrørslu og
nógv hóma olju í undir-
grundini.
- Eg havi roynt at kann-
að, um sjónarmiðini hjá
Janusi kunnu setast í sam-
band við gongdina, sum
hevur verið síðstu hálvu
øldina, og um nakað per-
spektiv er í teimum.
Spurningurin er jú, um
sjónarmiðini hjá Janusi,
sum var humanistur, hava
nakað at siga okkum í dag,
og tað vil eg avgjørt meta.
Hinvegin er Janus ikki ein-
faldur, heldur er hann
fløktur, sigur Hanus Kam-
ban.
Móttøkan
Hanus Kamban hevur ar-
beitt við Janusi Djurhuus
og skaldskapi hansara síð-
ani fyrst í áttatiárunum. Í
1987 fór hann at arbeiða
burtur av við at savna og
skipa tilfar. Umframt
gjørdi hann samrøður við
fólk, sum kendu Janus. Í
1991 fór hann undir at
skriva handritið til ta fyrstu
bókina.
- Milllum 8-10 ár havi
eg arbeitt burturav við Jan-
usi, og so løgið tað ljóðar
eri eg als ikki troyttur av
honum. Tað kemst helst av,
at hetta arbeiðið er ikki
liðugt enn. Meiri kundi
verið skrivað um hann. Og
tað er ikki ómøguligt, at eg
skrivi meiri um Janus.
Skuldi tað verið, hevði tað
verðið neyvt vísindaligt,
sigur Hanus Kamban.
Føroyska verkið um Jan-
us er væl selt og nógv lis-
ið, men hvat væntast kann
av donsku týðingini um
Janus, er ilt at meta um,
heldur Hanus Kamban.
- Tað kann henda, at hon
als ikki verður nevnd, at
hon verður sáplað niður,
og at hon fær positiva um-
røðu í onkrum blaði. Eg
veit í grundini als ikki,
hvussu hon fer at verða
móttikin, sigur Hanus
Kamban.
Janus á donskum
- Janus Djurhuus er avgjørt áhugaverdur hjá øðrum enn føroyingum at lesa um. Hann er ikki bara alheimsligur, hann
byggir eisini brýr millum Føroyar og onnur lond, sigur Hanus Kamban, rithøvundur, nú danska útgávan um Janus
Djurhuus er komin út
Onki er so natúrligt fyri okk-
um, sum at vísa samkenslu
við øðrum, ið missa slekt, vin-
ir og samstarvsfelagar. Men at
bumba og myrða eiga vit ikki
at góðtaka. Heldur eiga vit at
stuðla og venda øði og frustra-
sjón til at byggja brýr, leggja
lunnar og slóða slóð.
Atsóknin í heyst á ímyndina
av vælferðini í vesturheimi-
num, World Trade Center, og
mótálopini á Afganistan aft-
aná, vísir tíðiliga, at snævur-
skygni og tørvandi tol ræður í
heiminum. Í mongum førum
er tað soleiðis, at ert tú upp-
vaksin í og við vesturlendskari
siðvenju, er ilt at skilja tey,
sum standa aftanfyri atsóknina
og vilja gera seg inn á væl-
ferðarsamfelagið. Samstundis
eiga vit at kunna at taka í egn-
an barm og spyrja: Hvør sið-
venja fær vælferðarsamfeløg
og framkomnar tjóðir at stuðla
USA og Bretland, nú tey
sleppa bumbur, matvørur og
teppir hvørt um annað oman
yvir fólkið í Afganistan?
Tey flestu hava í heyst verið
vitni - og dómarar - til eina at-
sókn, sum fá tordu at hugsa
kundi henda. Tó sigur søgan,
at fleiri stórir bygningar eru
javnaðir við jørðina áðrenn
World Trade Center. Søgan
vísir eisini, at menniskju hava
dripið ósek bæði undan og aft-
aná ár 0 eftir okkara tíðar-
rokning.
Er tað ikki júst í hesum
føri, sum fleiri vísa á, at vit
eiga at vísa størsta varsemi og
taka fram tað besta í okkum
og á tann hátt vísa styrki!
Er vilji til staðar, er neyðugt
at vit steðga á og vísa á aðrar
loysnir enn: Eyga fyri eyga
siðvenju.
Støðan versnar. Børn og
onnur verjuleys líða undir
vælferðarvápnum og -tøkni.
Fjølmiðlarnir bera okkum tíð-
indini og vit vita, at hetta er
ikki filmur men veruleiki! og
alt hetta verður gjørt við
hondini á hjartað og orðunum
»God bless Amerika«.
Enn er tað soleiðis, at ein
og hvør í sínum lag livir í
vónini um, at tað ikki má
henda einum sjálvum nakað
ella nøkrum, sum standa ein-
um nær. Hóast so er, kann alt
tos um sjálvsvirði og virðing
fyri øðrum ikki hvørva mill-
um háhús.
Eisini vit, sum búgva í Fjal-
er á vestlandinum í Noreg
hava í heyst verið vitni til at-
sóknina. Noreg hevur sum
limur í Natosamgonguni víst
sín fulla stuðul til herferðina
móti yvirgangi, men alt fleiri
røddir tala at.
Her á leið er ongin, sum
tekur undir við atsóknini,
heldur ongin av teimum 42
flóttafólkunum úr Afganistan,
sum búgva her í kommununi.
Eg komi í samband við nøkur
í mínum arbeiði, spæli fótbólt
saman við fleiri og vit, sum
koma í barnagarðin dagliga,
hava fingið samband við af-
ganskar familjur við børnum.
Tey eru sjálvandi týðuliga
merkt av støðuni í heimlandi
teirra.
Hvat kunnu vit gera?
Meðan bumburnar regnaðu
yvir Afganistan á ST-degnum
vóru 500 ungdómar, 13 -19 ár,
frá Dale Vidaregåande skule,
Fjaler Ungdomsskule og Unit-
ed World College samlaðir til
ymisk tiltøk løgd til rættis av
næmingum og lærarum í fel-
ag.
Tey, sum tosa enskt til dag-
ligt, fáa roynt seg á norskum,
og øll, sum ikki tosa eitt
skandinaviskt mál, sleppa at
royna seg á enskum ella
norskum.
Undir paroluni »Skatten
inni oss« kundu næmingarnir
velja millum 20 ymisk bólka-
arbeiði, tey vildu arbeiða við :
Út at fiska, ein túr í fjøllini,
dansa, gera afrikanskan mat
osfr. Í hvørjum bólki skuldu
allir skúlanir verða umboðað-
ir. Á henda hátt fingu næm-
ingar frá 90 ymiskum londum
høvið til at vera saman um,
tað teimum dámar best og tosa
um, hvørjar uttari kreftir hótta
tey.
Dagurin endaði við sjón-
leiki, tónleiki og skemti ført
fram av teimum ungu.
Tiltøk sum hetta verða
nevnt í lokala tíðindablaðnum
og eru við til at mynda prátið
við køksborðið og á arbeiðs-
plássum í eini lítlari kommunu
við 3000 íbúgvum.
Ein góður kurur ímóti for-
dómum.
Ein kurur ímóti fordómum
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Jógvan Andrias Joensen, jaura@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Nr. 213 - 3. november 2001
25
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Telefon nr:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi vil eg
halda Sosialin, fyri
einans 400,- kr.
ársfjóðringin og
sparið 380,- í mun
til leysasøluprísin.
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
25