Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001 Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001 7 C M Y K 23 22 KRONIKK Kim Simonsen Í einum heimi við avmark- aðum tilfeingi og pengum, er neyðugt at raðfesta. Tí er tað, at læknin í dag kemur í ta tvístøðu at skula velja um ein eldri sjúk kvinna skal hava eina dýra skurðviðgerð ella um ein yngri kvinna við børn- um skal hava hana - so- leiðis er tað í Danmark. Best var um báðar kundu fáa somu viðgerð, men sum eg skilji á læknum so er einki at gera í dag. Tíðin er pragmatisk og utilitarist- isk - nyttusjónarmiðini vinna á ábyrgd, morali og passa til allar spariknívar. Sum ein annar stovnur, ið ikki hevur so álvarsligar moralskar tvístøður hevur Sjónvarp Føroya eisini al- tíð valt at nýta høvuðspart av tilfeingi sínum (sjón- varpsgjald, lýsingar og landskassastuðul) uppá tíð- indasendingina Dag og viku. Sjónvarp Føroya er ein almenn føroysk »public service« støð - hin einasta. Sett á stovn í mai 1982. Um endamálið við støðini sigur lógin m.a. at: »Sjónvarp Føroya hev- ur til endamáls at hava objektivan, sakligan og upplýsandi tíðindaflutn- ing og sendingar annars, ið varðveita og fjálga um føroyska mentan, átrúna og siðalæru«. SVF hevur altso til endamáls at røkja áhuga- málini hjá øllum borgarun- um í samfelagnum. Soleið- is skal sjónvarpið ikki bert leggja seg eftir, hvat fjøld- in sigur seg vilja hava. SVF skal vera fjøltáttað, sakligt og óheft bæði innan upplýsing og innan undir- hald. Um ein spyr sjónvarps- fólk í Føroyum um hví tey ikki gera meiri tilfar til tey ungu, til eldri fólk og hví sjónvarpið ikki t.d. vitjar ein vanligan dagstovn, eitt ellisheim, eitt flakavirki, ein fólkaskúla, eina føði- deild, eitt sjúkrarhús, eina samkomu ella okkurt vit øll kenna, ja so er stand- ardsvarið altíð, at eingin peningur er tøkur. Eg veit væl, at hetta eisini kann vera rætt og at trupulleikin mangan er, at játtað verður ikki nóg mikið av peningi til Sjónvarp Føroya - at sjónvarpsgjald og lýsingar ikki loyva SVF stórt rása- rúm í samfelagnum. Tí er tað, at vit í Føroyum (tí- verri) eru noydd at velja - hvat skulu vit brúka pen- ingin til? Skulu vit halda á at gera Dag og Viku eini tríggjar ferðir um vikuna? Tí gera vit tað, so fer nær- um allur peningurin ið Sjónvarp Føroya hevur til at gera hesar sendingar. Tí er tað á henda hátt kanska ikki burturvið at spyrja, um sjónvarpstíðindi eru gott sjónvarp fyri okkum sum tjóð, fólk og fyri før- oyska mentan? Føroyskur tíðinda- flutningur gongur í ringrás Í Føroyum fáa vit tey norðurlensku tíðindini frá Grannum Okkara (tvs. norðurlenskar sjónvarps- rásir geva okkum hetta til- far ókeypis), og Sjónvarp Føroya tekur tíðindi uttan úr heimi frá BBC, CNN osfv. Eftir eru heimatíðind- ini, tey flestu føroyingar vilja hoyra, men hesi hava longu verið í Útvarpi Før- oya dagin langan, so tað einasta, ið eftir er, eru myndirnar - og er hetta gott sjónvarp? Eg haldi mangan, at hetta er pen- ingaspill, at stovnarnir ikki arbeiða saman, og at Dag- ur og Vika nærum skal eta alla játtanina hjá Sjón- varpinum. Sjónvarps- framleiðarin Mínar meiningar og skuld- setingar eru ikki bert sprotnar úr ongum. Fyri ikki so nógvum árum síð- ani var eg sum blaðstjóri á útisetablaðnum Oyggja- skegga í Keypmannahavn. Í eini langari samrøðu eg hevði úti á Danmarks Radio við Per Zacharias- sen, ið tá var sjónvarps- framleiðari, komu hesir tankar fram, ið eg havi loyvt mær at endurgeva úr Oyggjaskegga. Um Per kann sigast, at hann er út- lærdur á Den Danske Filmskole, har hann var liðugur í 1994, við eina tvey ára langa útbúgving, ið kallast TV-Producer. Per arbeiddi fýra ár í Sjónvarpi Føroya. Síðani arbeiddi hann tvey ár á eini TV-2 regionalstøð í Danmark, áðrenn leiðin gekk inn á Filmskúlan. Per er tí kanska tann mest dugna- ligi sjónvarpsframleiðarin Føroyar nakrantíð hava sæð. Eg nýtti høvið at spyrja Per um, hví vit í Føroyum t.d ikki hava gjørt fleiri mentanarsend- ingar og t.d. føroyskar ungdómssendingar? Per: - »Har prioritera teir skeivt við at brúka allan peningin uppá Dag og viku. Útvarpið er ein góð- ur miðil til tíðindi. Teir Tað góða sjónvarpið og Føroyar: - Hví sjónvarpstíðini ikki eru gott sjónvarp Fólki dámar væl sjónvarpstíðindi og fjølmiðlafólki dámar eisini væl tíðindasendingar í sjónvarpinum. Sjónvarpstíðini halda tíðindamenn mangan vera sanna flaggskipið á einari og hvørjari sjónvarpsrás, ið vil takast í álvara skuldu heldur lagt orkuna í at gjørt mentunarsending- ar, barnasendingar, undir- hald (_). Tað er eitt pro- blem, at man ikki tekur undirhaldssendingar og ungdómssendingar seriøst í Føroyum, tað er ikki nóg fínt. Teir halda, at tíðindi er fínt, ikki minst er hetta gott fyri politikkararnar, tí teir kunna koma fram, teir finnast ikki at, at tað eru ov nógv tíðindi í Sjónvarp Føroya.« Tað góða sjónvarpið Eg spurdi eisini Per Zahar- iassen um, hvat hann helt vera gott sjónvarp?: Per: -»Tað er tá ein hev- ur møguleikan at fordjúpa seg, at ein merkir, at nú hevur ein lært okkurt. At verðin gerst størri, at ein fær sløkt onkrar fordómar og lærir at síggja heimin frá fleiri síðum. Tað at koma í djúpdina, mær dámar ikki yvirfladiskt sjónvarp (_)Trupuleikin er, at fólk ikki vilja hyggja eftir sjónvarpi, sum gongur spakuliga og fer í djúpd- ina. Sjónvarp skal ikki bert vera undirhald, sjálvandi skal tað við, men sjónvarp skal vera alt møguligt. Eg haldi ikki, at tað skulu vera nøkur fá folk, ið av- gera, hvat fólk skulu síggja. Føroyingar eru so óneyðuga eymir um ment- anina, teir eru eitt sindur ov álvarsamir. Man kann gott vera góður við ment- anina, sjálvt um ein skemt- ast við mentanini. Men har er eisini ein generatións- munur, tey ungu skilja ironi, sjálvt um tað er í sjónvarpinum, meðan tey eldru eru meiri tung«. Eg eri samdur við Per Zachariassen í, at t..d. sjónvarpstíðindi er um ikki vánaligt sjónvarp, so held- ur ikki gott sjónvarp og at útvarp er ein góður miðil til tíðindi. Tað finnast undantøk til hesa mynd. Sjónvarpsrøðirnar um Jan- us Djurhuus og Hans Andreas Djurhuus, send- ingarnar um Tuberklarnar í Føroyum, sendingin um AIDS-rakta føroyingin Jóannis (haldi eg, at hann at) og Pipar og Salt. Hetta er tó samanlagt alt ov lítið. Sjónvarpstíðindi byggja á eina falska hugsjón um góðsku Tað er nærum eingin, ið hugsar um, hví Dagur og Vika eru so umráðandi. At hoyra um heimin í dag (tað vil oftast siga í gjár) í ein hálvan tíma, har tað oftani eru eini 15-20 ymisk evni at taka støðu til, elvir til, at fólk halda, at tey hava fingið fatur á tí, ið hendir. Men henda hugsjón er skeiv - hetta er ein bein- leiðis følsk tilvitan. Tú fært nógv meiri at vita um heimin við at hoyra útvarp og við at lesa bløð. Nærum tað einasta Dagur og Vika gevur okkum afturat er, at vit nú síggja Anfinn, Høgna og Helenu. Sjón- varpstíðindi eru yvirfladisk og tað er ikki rætt, at ein eftir einum hálvum tíma aftur hevur tamarhald á øllum heiminum. Tað er heldur eingin loyna, at mangan eru tað sjónvarps- tíðindi, sum fordreya alt í hesum heiminum, gera alt alt ov einfalt, og øll hasi høvdini vit síggja, fáa eis- ini bert loyvi at tosa í 20 sekundir, so alt, ið sagt verður, endar við at vera stuttir høvuðssetningar - eingin tíð fyri at síggja heimin uppá fleiri mátar sum Per Zachariassen helt fyri um tað góða sjónvarp- ið. Taka vit eitt veruligt dømi og t.d. samanbera, hvussu Føroyar mangan hava verið hagreiddar í donsku sjónvarpstíðinda- sendingini TV-Avisen, samanborið við, hvussu væl frágingin tíðindini og viðgerðin mangan er í donsku útvarpsstøðini Danmarks Radio Program 1 (P1). Í sjónvarpinum eru hægst avsettir 2-3 minuttir til Føroyar, meðan P1 sum høvuðsreglu ikki brúkar minni enn 10 minuttir til eitt evni og sjálvandi fara hesir nógv longri. Teir tosa kanska við tveir føroyskar politikarar og tveir serfrøð- ingar, meðan sjónvarpstíð- indini fara eftir tí mest provokerandi persónunum í donskum politikki, t.d. Kirsten Jacobsen, ið altíð hevur okkurt ringt at siga um Føroyar. Fjølmiðlar og demokrati -Hvar er kjakið og hava vit nakað kjak? Venda vit aftur til Før- oyar, er tað torført at skúgva til viks, at Dagur og Vika av og á hava havt tíðindafólk, ið hava torið at givið politikarunum og valdinum í landinum eitt sunt mótspæl -serligani í áttatiárunum og fyrst í níti- árunum. Síðani tjóðveldis- menninir komu til valdið, hava teir á Degi og Viku beint út sagt ikki gjørt teirra skyldur og hava mangan ikki verið óheftir. Tað er ein sannroynd, at teir tosaðu um fullveldi sum um vit longu høvdu, ella vóru um at fáa tað, og einki alternativ fanst. At teir so seinni gjørdust óklárir við Høgna Hoydal, prógvar, at teir aftur eru á rættari leið, tað vil siga meiri óheftir. Eg haldi ikki, at vit skulu niðurleggja Dag og Viku, men kanska skuldi Sjónvarpið gjørt tað sum eina roynd í eina tíð. Kanska politikararnir tá vildu verið skjótir við pen- ingi. Teir hava, sum Per Zachriassen sigur, ein áhuga í at kunna fremja teirra mál og fáa teirra sjónarmið ígjøgnum. Eg haldi tó, at SVF átti at um- hugsað, hvat tey vilja gjøllari. Nú vællærdur ungur stjóri við royndum uttan úr heimi endiliga er settur, er tíðin kanska búgvin. Vit hava eina ikki serlig- ani langa sjónvarpssøgu og onga traditión fyri at kjak- ast um føroyskar fjølmið- lar. Vit eru beint út sagt ikki von at kjakast í Føroy- um um nakað. Tað eru oft- ast bert nakrir politikar, ið fáa løn fyri at kjakast í bløðunum, ið ein sær út- tala seg um samfelags- viðurskifti - men mest fyri at reypa, skuldseta, illneit- ast, (lúgva) og at fremja eitt útlúgvað ideal um, at tað fremir trúvirði teirra, at vit síggja teirra skort (myndin er altíð við) í Sosialinum, Dimmalætting og Degi og Viku, har teir siga og skriva dagligani. Eg meini, at fjølmiðlarnir geva teimum nærum óendaligt pláss uttan at spyrja teir um tað eisini er eftirfarandi teir siga. Einki demokrati uttan fjølmiðlar og eingir fjøl- miðlar uttan demokrati, talu- og trúarfrælsi, men sum eg longu havi roynt at sagt, er tað helst ikki sjón- varpstíðindi í Degi og Viku í Føroyum sum halda okkara demokrati saman. Tíðindaflutningurin í Út- varpinum er minst líka góður, oftari betri og alt veruligt forkunnugt kjak innan mentan, politikk og samfelagsviðurskifti eru at lesa í Sosialinum og í Dimmalætting (okkurt vill- ist inn í Fregnir av og á). Samanumtikið eru sjón- varpstíðindi hvørki væl gjørt sjónvarp ella tíðindi. Somuleiðis eru sjónvarps- tíðindini eingin trygd fyri føroysku kjakmentanina. Dagur og Vika umboðar hvørki allar Føroyar, gott sjónvarp, objektivitet, sak- ligheit ella upplýsandi tíð- indaflutning. Við at brúka nærum alla játtanina uppá Dag og Viku, fjálgar SVF ikki um føroyska mentan, átrúna ella siðalæru. Tað er gjør- ligt, at SVF hevur vant fólk við at síggja Dag og Viku, men ein almenn sjónvarpsrás skal ikki bert gera tað sum fjøldin sigur seg vilja hava. Og nú, ja, nú bíða vit og vóna, at tað góða sjónvarp- ið kemur til Føroyar.