Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001 Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001 5 C M Y K 21 20 BÍÐISTØÐA Turið Kjølbro Seinastu fjúrtan mánaðir- nar hevur eitt kamar á Sjúklingahotellinum Tórs- havn á Eysturbrúgv í Keypmannahavn verið heimið hjá 34 ára gamla Jákup Olufi Breiðaskarð úr Fuglafirði. Jákup Oluf hevur seinastu fimtan árini verið sjómaður, seinast við Boðasteini og Kubatrolar- unum. Í mars í fjør broytt- ist alt, tá hann á eini frí- vakt vaknaði, hevði fepur og ilt fyri lungunum. - Sum tíðin gekk, orkaði eg minni og minni, ikki av møði, men tí eg ikki fekk luft. Læknin segði, at tað var lungnabruni. Tað var tað so kortini ikki. So varð eg sendur í røngtena. Har sóu læknarnir okkurt á lungunum, eg varð inn- lagdur, men teir funnu ikki út av, hvat tað var, greiðir Jákup Oluf frá. Jákup Oluf lá hálvan annan mánað á Lands- sjúkrahúsinum, uttan at greiða fekst á, hvat honum bagdi. Hann kravdi at sleppa til Danmarkar á sjúkrahús, og hóast lækn- arnir í fyrsta umfari ikki mettu tað varð neyðugt, slapp hann loksins av landinum. Á Ríkissjúkrahúsinum varð Jákup Oluf lagdur undir skurð. Har komu læknarnir eftir, at Jákup Oluf hevur lungnafibrosu. Lunguni verða spakuliga oyðiløgd. Ístaðin fyri at gera bindi- vev, gera lunguni arrvev. - Læknarnir siga, at eg helst havi andað okkurt vandamikið í meg, okkurt eitur av onkrum slag, sum hevur gjørt, at eg havi fingið hesa sjúkuna. Men hvat eg kann hava andað í meg, veit eg ikki. Lungna- fibrosan er ikki komin av royking. Eg roykti 60 siga- rettir um dagin áðrenn eg gjørdist sjúkur, men helt uppat eftir einum degi utt- an nakrar trupulleikar, sjálvt um eg havi roykt í 20 ár. - Ongin viðgerð er fyri lungnafibrosu, og tí er ein- asti møguleikin hjá mær at fáa eitt nýtt lunga. Eg kann bíða til eg verði verri, men tað er eingin grund til, tí heilsustøðan hjá mær vers- nar alla tíðina spakuliga. Lati eg bara standa til, er vandi fyri, at eg ikki fái eitt nýtt lunga meðan tíð er. Og tað havi eg ongan hug til, sigur Jákup Oluf. Jákup Oluf hevur ikki nógv gott at siga um før- oyska sjúkrahúsverkið. - Eg lá á Landssjúkra- húsinum í hálvan annan mánað uttan at nakar fann út av, hvat mær bagdi. Teir vistu als ikki, hvat teir gjørdu ella hvat gerast skuldi. Til Danmarkar vildu læknarnir ikki senda meg, “tí hvat duga donsku læknarnir, sum vit ikki duga”, søgdu teir. Hóast ongin lækni sá til mín seinastu tvær vikurnar, eg lá har. Á Ríkissjúkrahúsi- num eru serfrøðingar av øllum møguligum slag, og tá ið eingin í Føroyum finnur út av, hvat einum bagir, er einki annað at gera enn at senda sjúkling- ar av landinum. Á Ríkis- sjúkrahúsinum kenni eg meg nógv tryggari enn í Føroyum. Dagarnir langir Lívið hjá Jákup Olufi er sum vera man broytt heilt nógv síðani hann fyri hálv- um øðrum ári síðani varð skryktur av skipsdekki- num. Sigarettirnar, sum vóru trúgvu fylgissveinar hansara, eru gloymdar. Ístaðin fyri er iltfløskan komin og henni er hann bundin av alt døgnið, antin á rygginum ella í vogni. Hann fær ikki gjørt krevj- andi arbeiði, og á sjógvin sleppur hann ikki aftur at arbeiða. Vanligu flutnings- tólini, so sum buss og tok, fær hann ikki brúkt í danska høvuðsstaðnum orsakað av vandanum fyri smittu. Tí hevur hann út- vegað sær eina skutara frá Hjálpitólarmiðstøðini. - So sleppi eg út til sjógvin. - Nógvir dagar eru langir. Hevði eg ikki telduna, veit eg ikki, hvussu eg skuldi fingið tíðina at gingið. Eisini dámar mær væl at tjatta, sigur Jákup Oluf. Síðani Jákup Oluf kom til Danmarkar fyri 14 mánaðum síðani, hevur hann verið tvær reisur í Føroyum. Fyrru ferð á páskum og seinnu ferð tvær vikur seinni, tá pápi hansara fór til jarðar. - Tað er keðiligt at vera heimanifrá í so langa tíð. Serliga ringt var tað, tá ið pápi mín doyði. Men eg royni ikki at hugsa so nógv um, at eg ikki kann vera heima. Eg eri noyddur at vera her. Verður eitt lunga funnið til mín, skal eg verða klárur á sjúkrahúsi- num innan tveir tímar. - Eina ferð um mánaðin kemur onkur úr Føroyum at vitja meg, tað er deiligt. Og nú havi eg fingið at vita, at eg kann vitja heim meiri javnan. Doyggja burturav At hava fastan bústað á Sjúklingahotellinum er ikki altíð so hugaligt. Onkur skal doyggja um eg skal liva - At verða skryktur av skipsdekki inn á sjúkrahús og fáa boð um, at eg einki kann gera uttan at bíða eftir einum nýggjum lunga, er ikki hugaligt, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði, sum í meiri enn eitt ár hevur bíðað eftir nýggjum lunga - Meðan eg havi búð á Sjúklingahotellinum, eru seks fólk deyð, børn og eldri fólk, sum eg havi knýtt meg serliga til. Tað er tyngjandi sálarliga. Framyvir veit eg ikki, um eg tori ella vil knýta meg so tætt at øðrum sjúklingum, sigur Jákup Oluf Mynd: Ina Friisdahl »Hugsi eg ov nógv um sjúkuna og at einki lunga verður funnið til mín, verði eg ørur í høvdinum« - Hotellið er gott og væl útgjørt, men eg haldi ikki, at tað er so væl egnað til fólk, sum steðga so leingi sum eg. Síðani fyrst í hes- um árinum hevur verið umbygt. Handverkarar eru í húsinum alla tíðina, tað larmar illa, og tað er ógvu- liga troyttandi og ikki rættiliga fyri sjúk fólk. Men tað ringasta er øll elendigheitin sum er at síggja alla tíðina. Hesa tíð- ina, eg havi verið her, eru seks fólk deyð, børn og eldri fólk, sum eg havi knýtt meg serliga til. Vit hava sæst dagliga, prátað nógv. Tá ið tey so doyggja, ávirkar tað sjálvsagt. Tað er tyngjandi sálarliga, ser- liga tá ið eg hugsi um mína egnu sjúku eisini. Umframt fór pápi mín so knappliga. Tí eru dagar, eg bara vil sleppa burtur frá hotellinum. Og framyvir veit eg ikki, um eg tori ella vil knýta meg so tætt at øðrum sjúklingum, sigur Jákup Oluf, sum annars kemur saman við fólki, hann frammanundan kendi. Nú umhugsar hann at fáa sær eina íbúð. - So kundi eg fingið mær hund. Í Fuglafirði havi eg hund, tíkina Kay, sum eg havi havt í nógv ár. Men tað er helst ikki so skilagott at taka hana niður. Verjugarð Frá fyrstan tíð, Jákup Oluf gjørdist sjúkur, hevur hann avrátt við seg sjálvan, at hann skal ikki hugsa so nógv um sjúkuna, sum hann hevur. - Hugsi eg ov nógv um sjúkuna og at einki lunga verður funnið til mín, verði eg ørur í høvdinum. Eg havi lært meg sjálvan at lata vera við at hugsa soleiðis, bygt ein verjugarð upp fyri at forða slíkum tankum. Og hví skal eg hugsa um sjúkuna, tá ið eg einki fái gjørt við hana? - Hvaðani lungað skal koma, hugsi eg heldur ikki so nógv um. Onkur skal jú doyggja, skal eg fáa eitt lunga. Tað er jú løgið at hugsa sær. Men øll siga við meg, at soleiðis skal eg ikki hugsa, tí viðkomandi, sum letur mær lungað, doyr jú kortini. Um eg skal hava lungað ella ikki. Ymiskt er, hvussu leingi fólk bíða eftir nýggjum lunga. Vanliga bíðitíðin er hálvtannað til trý ár, men Jákup Oluf veit um onkr- an, sum hevur bíðað í sjey ár. - Eg havi sligið meg til tols við, at eg skal bíða. Og leingi um tað er neyð- ugt. Eg eri noyddur at hugsa positivt, tí eri eg sannførdur um, at eg fái eitt lunga. Sjálvur haldi eg, at eg eri sterkur sálarliga, men tað kann vera ringt at vera positivur alla tíðina, serliga tá ið eg síggi onnur ógvuliga sjúk fólk og tá ið fólk, eg kenni, doyggja. - Sjálvari skurðviðgerð- ini eri eg als ikki bangin fyri. Eg ræðist meiri at fara til tannlækna enn at fáa lungnatransplantasjón. Eg síggi nógv dømi um, hvussu væl slíkar skurð- viðgerðir eydnast og hvussu fólkini fáa nýtt lív. So tað skal nokk ganga. Hvussu lívið verður eftir transplantasjónina, ger Jákup Oluf sær tankar um. Honum dámar væl at fjas- ast við teldur, og tí kann hugsast, at hann fer at taka sær eina útbúgving innan teldu, við tí fyri eyga, at fáa sær arbeiði í telduverð- ini, tá ið hann er vorðin frískur aftur. - Eg kundi tað sama fingið mær eina útbúgving meðan eg bíði, hóast tað verður strævið. Eg skal bara taka meg saman. - Eg kann viðhvørt stúra fyri, hvat eg skal takast við eftir eg eri vorðin frískur, tí til skips sleppi eg ikki aftur. Men fyrst og fremst hugsi eg um at blíva frísk- ur aftur. Alt annað kemur í aðru røð, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð at enda í við- tali. Á einum kamari á Sjúklingahotellinum Tórshavn bíðar Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði eftir einum nýggjum lunga Mynd: Ina Friisdahl »Eg havi sligið meg til tols við, at eg skal bíða. Og leingi um tað er neyðugt«