leygardagur 3. november 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001
Sosialurin Nr. 213 - 3. november 2001
3
C
M
Y
K
19
18
FYRI 25 ÁRUM
SÍÐANI
– Hóast eg leingi havi
ynskt at komið til Føroyar,
har faðir mín var føddur
og virkaði ein part av tíð-
ini og gjørdi kanningar,
skuldi tað ikki eynast fyrr
enn nú, eg gangi á 80. ári,
segði Haldor Finsen í stutt-
ari samrøðu við Sosialin,
áðrenn hann fór aftur til
Danmarkar týskvøldið.
Haldor Finsen verður 80
ár 12. september. Og
sunnudagin hava konan og
hann gullbrúdleyp.
– Hava tit hug at fara, so
gerið endiliga tað. Vit
skulu rinda ferðakostnaðin,
søgdu børnini hjá okkum,
og sjálvandi tóku vit av.
Vit hava nú verið í Føroy-
um í eina viku.
Minnist ikki nógv
– Eg minnist ikki nógv til
faðir mín, sum doyði, tá eg
var bert átta ára gamal.
Men hann kom at verða
ein ógvuliga kendur mað-
ur, hvørs eyðkenni var, at
hann ongantíð spardi seg
sjálvan. Faðir var ótroytti-
ligur í virki sínum, hóast
hann tey seinastu 10 árini
at kalla var deyðasjúkur og
viðhvørt mátti sita í koyri-
stóli, sigur Haldor Finsen.
Niels Ryberg Finsen
varð føddur í Føroyum í
1860. Faðir hansara var
Hannes Steingrim Finsen,
sum var fúti og seinni amt-
maður. Tað var Niels R.
Finsen, sum kom eftir, at
ljósstrálur kunnu lekja
fólk, og sum tann fyrsti í
heiminum skrivaði hann
ritgerð um hetta framstig í
læknavísindini. Størstan
týdning fekk viðgerð hans-
ara av húðtuberkulosu.
Hann byrjaði við hesum
arbeiði í nøkrum barakk-
um á kommunusjúkrahúsi-
num í Keypmannahavn í
1896. Í 1901 varð ein deild
skipað á Strandboulevard-
en í Keypmannahavn. Tað
er henda deildin, sum í dag
gongur undir navninum
Finsens Medicinske Insti-
tut, ella bert Finsens-insti-
tuttet, sum er ein sjálveig-
andi stovnur.
Orðafelli
Haldor Finsen nevnir fleiri
orðafelli, sum pápi hansara
plagdi at brúka.
Tað var ymiskt, sum fólk
søgdu um faðir, havi eg
skilt aftan á deyða hansara.
Hann tók studentsprógv í
Íslandi, og tað var sagt, at
honum tørvaði evni og
orku...?
– Hvat síðani er hent,
veit eg ikki, men faðir
spardi ongantíð seg sjálv-
an, og tað var sagt, at
hansara menniskjansligu
eginleikar vóru framúr.
Hann helt ikki nógv um
seg sjálvan, men kendi sítt
virði. Eitt orðafelli, sum
Finsen nýtti, var: Den lev-
er godt, som lever skjult.
Haldor Finsen nevnir
eisini dømi um, tá faðir
hansara var vorðin kendur.
– Ein japanari, sum var
staddur í Kina, sat og blað-
aði í einari danskari bók.
Tá var hann spurdur, um
hann kendi nakað til Dan-
mark ella danskt mál. Jap-
anarin svaraði, at hann
kendi einki til landið, men
nøvnini H. C. Andersen og
Niels R. Finsen hevði hann
hoyrt um.
Eisini lækni
Haldor Finsen minnist, tá
faðir hansara fekk Nobel-
heiðurslønina í 1903.
– Tað var eitt ár, áðrenn
hann doyði. Eg avgjørdi at
verða lækni, og tað havi eg
verið í næstan 50 ár, sigur
hann.
Haldor Finsen hevur
starvast sum lækni síðani
1925 og hevur verið í
sama arbeiðsplássi í 45 ár.
Eitt skifti starvaðist hann
eisini á Finsens-stovninum
í Keypmannahavn.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
»Tað er ikki lætt at vera
syndari í Føroyum«. Hesi
orð eigur ein vitjandi ís-
lendingur. Hesin sat í bili
sínum og bíðaði eftir ein-
ari ferju. Hann royndi at
finna okkurt at lurta eftir í
útvarpinum, men allar
tríggjar rásir sendu anda-
ligar sendingar.
Nei, tað er sanniliga
ikki lætt at vera syndari í
Føroyum. Eg gevi honum
rætt í hesum. Eg eri stutt
síðan fluttur heim aftur úr
Danmark. Áðrenn eg
flutti niður, var Útvarp
Føroya einasta rásin. Her
var einki at velja í; um eg
ikki tímdi at lurta eftir
Útvarp Føroya, noyddist
eg at sløkkja. Men nú er
hetta broytt - ella tað helt
eg í øllum førum, tá eg
flutti heim. Eg frøddist
um, at eg nú kundi velja
millum heilar tríggjar
rásir.
Men gleðin var stokkut.
Lindin er ein andalig rás,
og sendir tí andaligt tilfar,
tað er ikki nógv at siga
um tað, um mær tørvar
andaliga føði, so kann eg
altíð skrúva yvir á 101
mhz.
Men hinar báðar rásir-
nar? Jú, tá eg fór av flog-
vøllinum var ein fín send-
ing á ÚF, eg leitaði tí ikki
víðari. Komin til Vest-
manna byrjaði ein av hes-
um nýmótans kristnisend-
ingunum á ÚF, og áðrenn
eg varð sendur til heljar
av einum kanska væl-
meinandi trúboðara,
skrúvaði eg yvir á Rás 2.
Men sama skil, aftur ein
trúboðari sum greiddi frá
um Jesus. Sostatt stóð eg í
somu støðu sum fyrr-
nevndi íslendingur, tríggj-
ar rásir, og ein tríeinig-
heit.
Eg hugsaði: »Hatta var
forbiðið snedigt, men
hetta er nokk bara eitt
undantak”«. Men nú eftir
ein mánaða í Føroyum
noyðist eg at staðfesta, at
hetta hendir stak ofta; at
allar rásir samstundis
senda andaligt tilfar.
Kundu tær ikki planlagt
eitt sindur betur? Hví
skulu ÚF og Rás 2 so ofta
senda andaligar sendingar
samstundis? Her er talan
um tvær rásir. Eg meini
so við, tað skuldi ikki ver-
ið serliga ringt at sam-
skipa. Kundu tær ikki tosa
saman og lagt skránna so-
leiðis, at lurtararnir hava
møguleika at velja millum
ymiskar sendingar?
Men kanska er hetta
ikki bert ein spurningur
um samskipan, kanska er
hetta heldur ein spurning-
ur um hugburð. Kanska er
tað meiningin, at tað ikki
skal vera lætt at vera
syndari í Føroyum. Kan-
ska hevur hetta okkurt at
gera við, at trúarfrælsi
ikki er so høgt í metum í
her. Føroyar eru jú fyrst
og fremst ein kristin tjóð,
og Gud hjálpi tí útvarps-
stjóra, sum roynir at nøkta
tørvin hjá heidnum lurtar-
um.
Sonur Finsen vitjaði í Føroyum í 1976:
Pápi helt ikki nógv um
seg sjálvan
Eg meini
…men kendi sítt virði. Hetta skoðsmál gevur Haldor Finsen, sonur tann
heimskenda læknan og vísindamannin, Niels R. Finsen, faðir sínum.
Haldor Finsen vitjaði í Føroyum saman við konuni Marthu í august
1976, og Sosialurin hitti tey:
Niels Uni Dam skrivar:
Haldor Finsen í Niels Finsensgøtu í Havn, sum er uppkallað eftir pápa hansara, sum varð føddur í Havn í 1860.
Haldor, sum er lækni, vitjaði í Føroyum fyri fyrstu ferð í 1976 saman við konuni, Marthu
FYRI OG EFTIR
11. SEPTEMBER
Elin S. Winther Nataga
Álopið hin 11. september
hevur havt og hevur fram-
vegis stóra ávirkan á ger-
andisdagin hjá øllum am-
erikumonnum, og tíðar-
rokningin eitur nú »before
and after September 11«.
Fólk eru framvegis ótrygg
og bangin, tí eingin veit at
siga, um fleiri álop eru í
væntu. At kalla alt handils-
lív steðgaði upp alt fyri
eitt, og handilsmenn kring
landið siga frá, at sølan er
minkað nógv, í summum
førum niður í eina helvt.
Serliga innan ferðaídnaðin
stendur illa til, men sama
mynstrið ger seg galdandi
á øllum økjum.
Eisini her í Los Angeles
merkist týðiliga, at fólk
ikki nýta nógvan pening
fyri tíðina. Fert tú til dømis
inn á gólvið í The Beverly
Center, ið er ein risastór
handilsmiðstøð í Beverly
Hills, er ikki nógv fólk at
síggja. Vanliga er har ann-
ars sum á ólavsøku hvønn
dag, gerandis sum heilagt.
Eisini á nógvu matstovu-
num í býnum er friðarligt.
Á teimum best umtóktu
matstovunum var vanligt at
skula bíleggja borð, men
nú er ovmikið av plássi
fyri teimum fáu, sum leita
sær út í býin at eta.
Vanligt hevur verið, at tá
eitt land er farið í kríggj,
ella tá roknað verður við
kríggi, eru fólk biðin um at
spara, soleiðis at øll orka
kann fara til herin. Øðrvísi
er hesa ferð. George W.
Bush, forseti, heitir staði-
liga á fólkið um at nýta
pening, soleiðis at samfel-
agið ikki skal steðga full-
komiliga upp. Fólk hava tó
ilt við at gera, sum forsetin
vil, og lata heldur peningin
verða standandi í banka-
num. Ilt er at siga, hví am-
erikanarar brádliga hava
mist íborna hugin at
»shoppa«. Summi halda
orsøkina vera ta stóru
óvissuna um, hvat framtíðin
hevur at bjóða. Tá fólk ikki
vita, hvussu endin verður á
hesum krígnum, og hvat
annars fer at henda, tora tey
ikki at nýta pening, men
royna heldur at goyma tað,
tey eiga. Onnur halda - og
vóna kanska - at
amerikanarar hava fingið
ein slíkan skelk, at teir
knappliga varnast, at
tilveran hevur annað at
bjóða enn tað, sum keypast
kann fyri dollarar.
Stars and Stripes
fingið come-back
Framleiðarar av ameri-
konskum fløggum hava tó
jóladagar, tí hesi ganga
sum heitt breyð. Í allari
neyðini eru fólk vorðin
sera tjóðskaparsinnað, og
vanligt er at síggja bilar
við bæði tveimum og trim-
um fløggum blaktrandi.
Almennir bygningar eins
og privat hús hava verið
flaggskrýdd síðani 11. sep-
tember, ta fyrstu vikuna á
hálvari stong, men síðani á
fullari. Flestu sjónvarps-
vertir hava eisini Stars and
Stripes sum bringuprýði, tá
teir eru á skíggjanum.
Sambært minnisblað-
num, sum Newsweek gav
út eftir vanlukkudagin, eru
bíleggingar eftir fløggum
tíggjufaldagar síðani 11.
september. Á flaggverk-
smiðjuni Annin í Ohio,
starvaðust 10 fólk á av-
skipingardeildini mánadag-
in 10. september. Nú eru
tey fleiri enn 100, og hóast
hetta er bíðitíðin eftir
fløggum 8 vikur.
Ikki øll fløggini verða
nýtt til at pynta hús, al-
mennar bygningar og bilar.
David Titus, avskipingar-
leiðari á verksmiðjuni Vall-
ey Forge Flag í Pennsyl-
vania, sigur við News-
week, at nú ein dagin sendi
hann 500 fløgg til New
York. Tey skuldu nýtast til
at klæða líkkistur.
Fíggjarligur stuðul
til avvarðandi
Tryggingarfeløgini, sum
veita lívstryggingar, hava
avgjørt at lætta um krøvini,
tá talan er um at gjalda út
lívstryggingar til avvarð-
andi hjá teimum, sum lótu
lív 11. september. Undir
umstøðum sum hesum er
vónleyst at fáa greiði á, um
og hvussu fólk eru deyð,
og tí eru krøvini til próv-
byrðuna ikki eins stór og
vanligt. Men ikki øll tey,
sum lótu lív, høvdu teknað
lívstrygging. Nógvar fam-
iljur hava mist teirra ein-
asta forsyrgjara, og standa
nú á berum. Stjórnin ætlar
tó ikki at sleppa teimum
uppá fjall, men hevur gjørt
av at geva familjum, sum
hava mist sín forsyrgjara
150.000 USD ella umleið
1 millión krónur í endur-
gjaldi. Harumframt hava
bankar og aðrir lángevarar
fryst niður húsalán og aðra
skuld í nakrar mánaðir.
Privatar innsavningar
Eitt, sum amerikumenn eru
kendir fyri, eru teirra evni
og hugur at skipa fyri
»charities« av ymiskum
slag. Og eftir 11. septem-
ber hava nógv charity-til-
tøk verið hildin. Beint eftir
vanlukkuna skipaði ein
bólkur av sokallaðum
»celebrities«, sum eru
kend fólk innan tónleika-
og filmsheimin, fyri stór-
fingnari innsavning. Talan
var um eina konsert, sum
varð hildin samstundis í
Los Angeles, New York og
London, og sum varð send
beinleiðis í sjónvarpinum.
Konsertin varð sýnd á øll-
um teimum stóru sjón-
varpsstøðunum, sum góvu
henni ókeypis senditíð.
Hetta tiltak megnaði at
savna inn 150 mió. USD
ella meira enn eina milli-
ard krónur, og peningurin
fór óskerdur til avvarðandi
hjá teimum, sum vórðu
rakt av vanlukkuni.
America Strikes Back
Amerikanska stjórnin
gjørdi, sum kunnugt, av at
svara yvirgangsálopunum
aftur, og byrjaði sunnudag-
in hin 7. oktober at bumba
støð í Afghanistan, har
hildið verður, at Osama bin
Laden heldur til. Hendan
avgerð um at fara í kríggj
hevur fingið breiða undir-
tøku millum amerikanska
fólkið. Tað vísir seg, at
meira enn 80 % av fólki-
num tekur undir við henni.
Hóast hetta savnast fólk
dagliga at mótmæla krígn-
um, tí nógv eru tey, sum
ivast í, um krígsførsla er
rætti mátin at svara yvir-
gangskroppum sum bin
Laden aftur. Bin Laden
varð herfyri spurdur um
amerikanska mótálopið, og
varð í amerikonskum út-
varpi endurgivin fyri at
hava sagt, at tað var spell,
at nógv óskyldug fólk
skuldu doyggja, men hon-
um gjørdi tað einki. Hann
bað amerikanarar endiliga
koma eftir sær, »because I
am ready to die!«
America at War
Fyribils metingar hjá tryggingarfeløgunum siga, at peningaligi missurin orsakað av álopunum á World Trade Center í
New York og Pentagon í Washington hin 11. september, er í minsta lagi 40 milliardir USD. Roknað verður tó við, at tá
liðugt er at telja upp, fer missurin at nærkast teimum 70 milliardunum. Í føroyskum pengum er hetta meira enn 560
milliardir krónur. Afturat hesum skulu leggjast øll tey virði, sum ikki vóru tryggjað, eins og tann stóri óbeinleiðis missur,
ið stóðst av vanlukkuni. Tvær vikur eftir vanlukkuna gjørdi tíðindaflutningstænastan t.d. sín miss upp til 350 milliónir
USD, ella 3 milliardir krónur.
Framvegis verður dúgliga flaggað um alt Amerika. Sum til dømis her á parkeringsplássinum
uttanfyri eina skrivstovu í Beverly Hills.
Mynd: Elin Winther Nagata