Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 99 • leygardagur • 3. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Tað góða sjón- varpið og Føroyar Kim Simonsen skrivar kronikk um, hví sjónvarpstíðini ikki eru gott sjónvarp Lesið á síðu 6 og 7 Onkur skal doyggja um eg skal liva - At verða skryktur av skipsdekki inn á sjúkrahús og fáa boð um, at eg einki kann gera uttan at bíða eftir einum nýggjum lunga, er ikki hugaligt, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði Janus á donskum - Janus Djurhuus er avgjørt áhugaverdur hjá øðrum enn føroyingum at lesa um, sigur Hanus Kamban, rithøvundur, nú danska útgávan um Janus Djurhuus er komin út Lesið á síðu 4 og 5 Lesið á síðu 8 VERKSTAÐUR Ingrid Bjarnastein Teir 40 brúkararnir á Verk- staðnum Vón eru nú rætti- liga farnir í gongd við at gera jólaprýði til jólasøl- una, sum fer at byrja í næstum. Tað er ikki bert nú tað nærkast jólum, at brúkarar- nir sita og gera jólaprýði. Nei, jólaprýðið verður gjørt alt árið runt, tí annars er ongin møguleiki fyri at nøkta eftirspurningin. - Jólasølan er ógvuliga væl umtókt, og fólk síggja fram til jólasøluna hjá verkstaðnum, sigur Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón. - Til jólasøluna gera vit jólaprýði og jólalutir, sum ikki kunnu keypast í van- ligum handlum. Alt jóla- prýði, sum vit selja, er hondgjørt. Serliga eru tað nissurnar, ið eru væl um- tóktar. Nissur vera gjørdar í øllum støddum, og eru tað eisini tær, ið eru mest eftirspurdar. Umframt jólasøluna hev- ur krambúðin hjá Verkstað- num Vón opið hvønn dag. Tá er tað fyrst og fremst seymideildin á verkstað- num, ið ger lutirnar, sum verða seldir. Eisini gera tey, ið hava evning, lutir sum til dømis upphang, leirlutir, gandadeiggj og gipslutir. Pappírsdeildin plagar at gera kort. Bæði bræv- og gávukort, meðan timbur- deildin stendur fyri vøgg- um og dukkusongum. Tá jólasølan stendur fyri durum eru tað allar deildir- nar, seymi-, evning-, timb- ur- og pappírsdeildin, ið framleiða lutir til kram- búðina. Eisini plagar kan- tinan at hava ymiskan heimabakstur til sølu með- an jólasølan er. Jólasøla er jú ikki alt árið runt. Restina av ári- num eru tað serliga brúks- lutir til heimið, ið verða seldir í krambúðini. Grýtu- lappar, te-hettur, fyriklæði og líknandi. Handkløð verða eisini áseymaði av brúkarunum. - Ofta eru tað nøvn á børnum, ið vit seyma á handkløðini, greiðir Maud Wang Hansen frá. - Ella til dømis um eitt barn spælir fótbólt, so seyma vit ein fótbólt á, ella kanska ein svimjara. Eisini stendur Verkstaðið Vón fyri at framleiða dukkuklæðir til eitt nú Baby Born dukkurnar og smábarnalutir, sum til dømis teppir og seingjar- klæðir. Um fólk hava serlig ynski til lutir, ið skulu ger- ast, kunnu tey fáa ynskini uppfylt frá verkstaðnum, um møguleiki er fyri at framleiða tey har. Peningurin, sum kemur inn frá søluni í krambúð- ini, fer til rakstur, umframt ein góðan og væl uppi- bornan jóladøgurða fyri arbeiðsfólk og brúkarar. Gera jólaprýði alt árið Krambúðin hjá Verkstaðnum Vón á Argjum er heldur tómlig nú. Hetta kemst av tí, at nú nærkast jólum, og gjørt verður klárt til stóru jólasøluna, sum er ein afturvendandi siður hvørt ár Brúkararnir á Verkstaðnum Vón sita her og gera jólalutir til vælumtóktu jólasøluna Mynd: Jens Kr. Vang 16 Nr. 213 - 3. november 2001 Havnar Tennisfelag Í vetur skipar Tennisfelagið fyri innandura mini- tennis í ítróttarhøllini á Nabb sunnumorgun frá kl. 9.30-11.00. Byrjað verður nú sunnumorgunin 4. november. Leiðari søkist Vit sóknast eftir leiðara til handil okkara at byrja skjótast tilber. Má vera útbúgvin innan keypmansyrkið,vera røkin, álítandi, hava góð samstarvsevni og má kunna ar- beiða sjálvstøðugt. Góð løn verður latin! Skrivlig umsókn við avritum av lærubrævi og evt. viðmælum verður at senda til BAKARÍIÐ Mylnan Postboks 3334 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 8. nov. 2001. Um nærri upplýsingar ynskjast kann ringjast til Per Poulsen, tlf. 314456 – 214456. HOTEL NORÐ HARUSKJÓTING Um viðrar skipa vit fyri haruskjóting, vikuskiftini 10. nov., 24. nov. og 1. des. 2001 Kostnaður kr. 1.950,- pr. persón. Við í prísinum: Kaffi og rundstykki við komu leygarmorgunin kl 9.00. Matpakki. Skjóting 5-7 tímar við guide. Festdøgurði um kvøldið Gisting v/morgunmati sunnudag. Ein má sjálvur hava by patrónir við. 18 ára aldursmark. Bólkar hava eisini møguleika fyri at bílegg aðrar dagar. Handverkarar Søkt verður eftir dugnaligum handverkarum at arbeiða innan HVS og smiðjuyrkið. Ring á tlf. 211071 Stiðjagøta 2 - Postboks 378 FO-110 Tórshavn Telefon +298 31 10 71 Telefax +298 31 04 60 e-mail: demich@demich.fo Grundstykki í Trongisvági Grundstykkið matr. nr. 144 BE, 844 m2, bíliga til sølu. Tlf. 372166 Umbýti av húsum Eldri hús í miðbýnum í Havn í tveimum hæddum, v/ lítlari íbúð í kjallaranum, ynskjast í býti við størri hús í Havn ella nærhendis. Áhugaði ringið tlf. 321340 Fólk søkist Fókl yvir 18 ár søkist til grillbar. Skiftandi vaktir. Grill 2000 Ring tlf. 213388 FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. C M Y K 16