leygardagur 3. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 3. november 2001
15
Torleivur Hoydal
Skipaeftirlitsmaður
Eg haldi at viðgerðin í
miðlunum í samband við
yvirtøkuna av skipaeftirlit-
inum, krevur at fáa fleiri
ítøkiligar upplýsingar á
borðið.
Hvørt ein er fyri ella
ímóti avgerðini hjá lands-
stýrismanninum at flyta
Skipaeftirlit Føroya til Vág-
arnar, so má tað takast til
eftirtektar, men nógv talar
fyri at bíða til undirsjóar-
tunnilin er liðugur.
Eftirlitið á føroyskt skrá-
settum skipum hevur tey
seinastu árini verið undir
stórari broytan. Áðrenn
1988 varð eftirlitsarbeiðið
skipað og útinnt av eftirlits-
fólkið í Føroyum. Hettar
eftirlitið umfataði verðandi
skip, innkeypt skip og ný-
bygningar, bæði heima og
uttanlanda og góðkenning-
in av tekningum varð í stór-
an mun gjørd í Danmark.
Um neyðugt fekst hjálp frá
eftirlitsfólki úr Danmark at
avloysa í Føroyum og sýna
nýbygningar í útlondunum.
Síðan 1988 eru arbeiðs-
uppgávurnar so líðandi
fluttar úr Føroyum til Dan-
markar, samstundis sum ar-
beiðsmegin er minkað. Í
juni 1998 varð økisdeildin
við leiðslu í Føroyum nið-
urløgd og hevur deildin í
Føroyum síðani verið part-
ur av deildini sum umfatar
Sæland. Leiðarin fyri deild-
ina í Føroyum situr í dag í
Svendborg.
Yvirtøkan varð so enda-
liga staðfest tann 30. oktob-
er við avtaluni millum Før-
oya Landsstýri og Erhvers-
ministerii.
Tann 1. januar komandi
verður skipaeftirlitið før-
oyskt við nýggjum leiðara
og sambært landsstýris-
mannin í nýggjum hølum
vesturi í Vágunum.
Ábyrdin fyri arbeiðsupp-
gávurnar, ið tey seinastu
árini eru fluttar úr Føroy-
um, verður nú flutt heim-
aftur.
Nýggj lóggáva við heitin-
um »Lóg um trygd á
sjónum« verður væntandi
endaliga viðtikin í løgting-
inum í ár.
Eitt eftirlitsfólk afturat
verður sett í starv og kann í
fyrta lagi væntast at verða
liðugt útbúgvið til uppgáv-
una áleið august mánaða
2002. Tá vera 3 eftirlitsfólk
at taka sær av eftirlitsar-
beiðinum.
Lógin um trygd á sjónum
er grundað á millumlanda
sáttmálar, sum Føroyar
binda seg til at halda, og er
á henda hátt grundarlag fyri
at føroysk skrásett skip
trygdarliga eru á sama høga
støði, sum skipini skrásett í
okkara grannalondum.
Vit skulu gera okkum
greitt, at ásettu sýnsskeiðini
skulu haldast og skipsskjøl-
ini áteknast til ásettu tíðir.
Frágreiðinginin
um
»yvirtøku av skipaeftirlitin-
um« er skrivað av serkøn-
um og handað landsstýris-
manninum í aug. 2000 .Í
hesu frágreiðing verða ætl-
aðir 6000 sýnstímar árliga,
íroknað 1500 tímar í ferða-
tíð. Hetta er grundað á ferð-
ing úr Havnini út á bygd.
Fortreytirnar í frágreið-
ingini (aug. 2000) eru:
a) Skrivstovan liggur í
Tórshavn.
b) 4. eftirlitsfólk á 1500
sýnstímar árliga.
c) Bygnaðurin í Skipa-
eftirlitið Føroya er komin
upp á pláss.
d) Seinastu trý árini (1998,
1999 og 2000) hevur sýns-
tíðin í Havnini verið áleið
46% (t.v.s. áleið 3000 tímar
árliga, samanborið við frá-
greiðingina).
Hin helvtin (áleið 3000
tímar) verða nýttir uttanfyri
Havnina, í mestan mun í
Eysturoynni, Norðoyggjum
og Suðuroy, íroknað 1500
tímar til ferðing.
Fortreytirnar 1. januar
2002 og til undirsjóartunn-
ulin opnar fyri ferðslu
2003:
a) Skrivstovan liggur í Vág-
unum.
b) 2 eftirlitsfólk tað fyrsta
hálva árið og 3 eftirlitsfólk
frá aug. 2002.
c) Arbeiðstíð skal nýtast at
skipa bygnaðin í einum
nýggjum
og
víðkaðum
skipaeftirlitið.
d) Sýnstíðin í Havnini
væntast at verða tann sama
áleið 46%, men nú skal
leggjast afturat ferðing úr
Vágunum til Havnar og
aftur til Vágarnar.
Hin helvtin av sýnstíðini
verður væntandí nýtt sum
higartil uttan fyri Havnina.
e)
Írestandi
sýnstímar
mugu so fáast til keyps frá
eftirlitsfólki úr Danmark.
Mín niðurstøða
Skilabest hevði verið at
bíða at flutt skrivstovuna
til Vágarnar tá undirsjóar-
tunnilin er koyrandi ígjøgn-
um,
Hetta grundi eg á:
a) Spard verður munandi
ferðatíð (Vit kenna tey
flestu bíðirøðirnar í Vest-
manna og Oyragjógv).
b) Hølir eru tøk í verðandi
skrivstovu í Havnini, sum
kann rúma øllum starvs-
fólkunum.
c) Spardar verða útreiðslur
til gistingarhús fyri hjálpar-
fólk úr Danmark tí íbúð er
tøk í húsinum við J.
Broncksgøtu.
d)
Spardir
ferðatímar
kunnu nýtast til sýnstíð og
at fáa bygnaðin upp á pláss.
Lat okkum prógva fyri
okkum sjálvum og um-
heiminum, at vit eru før
fyri at skipa ein nýggjan
effektivan
eftirlitsstovn
sum skapar álit millum
manna við atliti at trygdini
á sjónum.
Yvirtøkan av Skipaeftirlitinum
Tíðindaskriv
Flogferðslan
um
Vága
Floghavn er framvegis í
støðugum vøkstri.
Í november 2001 ferðað-
ust tilsamans 11.870 fólk
um floghavnina. Hetta er
ein øking uppá 11,7 % í
mun til november í fjør, tá
10.629 fólk ferðaðust um
floghavnina.
Vøksturin
stavar serliga frá teimum,
ið ferðast til og frá Stóra-
bretlandi, har vøksturin var
31,4% í mun til november í
fjør. Á Danmarkar leiðun-
um er vøksturin 4,9%,
meðan vøksturin er 8,8% á
Íslands leiðunum.
Operatiónirnar, fráferðir
og komur, hava í oktober
2001 verið 547 móti 389 í
oktober í fjør, ella ein
vøkstur svarandi til heili
40,6%. Rutuflúgvingin er
økt við 12%, innanoyggja
tyrluflúgvingin við 26%,
meðan frálanda tyrluflúgv-
ing hevur verið 17,5% av
teimum samlaðu fráferðum
og komum. Millum Vága
Floghavn og leitingarøkini í
føroyskum sjógvi hava í
november verið gjørdar 87
ferðir.
Higartil í ár hava ferðast
139.717 fólk um floghavn-
ina. Hetta er ein vøkstur
uppá 11,0% í mun til í fjør,
tá 143.208 fólk ferðaðust
um floghavnina.
Samlaða operatiónstalið
er higartil í ár 5.033 móti
4.158. hetta svarar til ein
vøkstur fyri 10 teir fyrstu
mánaðarnar í ár uppá
21,1%.
Samlað sæð stavar ein
stórur partur av vøkstrinum
í operatións- og ferðafólka-
talinum í ár frá frálanda-
virkseminum, ið hevur ver-
ið í ár. Hetta skeiði væntast
at enda um einar 2-3 vikur.
Aðrar útgreiningar av
hagtølunum kunnu finnast
á heimasíðuna hjá Vága
F
l
o
g
h
a
v
n
www.slv.dk/vagar
Katrin Dahl fyri Javnaðar-
flokkin hevur sett hetta
uppskotið til samtyktar.
Heitt verður á landsstýrið at
fara undir at gera eina nøkt-
andi langtíðarætlan fyri
útvegan av bústaði til fólk
við serligum tørvi.
Viðmerkingar:
Tað er eingin áseting í før-
oyskari lóggávu, sum sigur,
at tað almenna hevur
skyldu at útvega íbúðir til
borgarar landsins. Heldur
ikki eru nakrar ásetingar, tá
tað snýr seg um bústað til
fólk, sum bera brek, sum
siga, at tað almenna skal
útvega ávísar bústaðar-
karmar til hesi.
Tað nærmasta vit koma
til eina skyldu hjá tí al-
menna at hjálpa teimum,
sum hava hjálp fyri neyð-
ini, er at finna í forsorgar-
lógini.
Í hesi lógini er sjálvt
grundarlagið undir sosial-
politikkinum
orðaður.
Grein 32 sigur, at lands-
stýrið kann seta á stovn ella
góðkenna serligar stovnar
fyri fólk við serligum tørvi.
Hetta merkir tó ikki, at
landsstýrið skal gera tað.
10. apríl 2000 lat ein
arbeiðsbólkur úr hondum
álit, sum ber heitið: »Bú-
staðarviðurskifti hjá brek-
aðum í Føroyum ár 2000«.
Í arbeiðsbólkinum vóru
umboð fyri MBF, Javna,
Serstovnadeildina, Føroya
Pedagogfelag, Tórshavnar
Kommunu og Klaksvíkar
Kommunu Brekað fevnir í
hesum álitinum um: menn-
ingartarnað, autistar, sálar-
liga sjúk, rørðslutarnað,
ferðsluskadd og onnur, sum
bera brek.
Hetta álitið hava allir
tinglimir fingið, og lýsir
tað
støðuna
umframt
møguligar loysnir. Í álitin-
um eru eisini tørvslistar
fyri alt landið, seinast dag-
førdir 2. apríl 2000. Hesar
hava Almannastovan og
Serstovnadeildin arbeitt við
í trý ár. Málsviðgerðar á Al-
mannastovuni hava skrásett
øll viðskiftafólk við tørvi í
eina felags uppskriving, tá
tey meta, at hesi fyrr ella
seinni fáa tørv á bú- og/ ella
dagtilboði frá Serstovna-
deildini. Serráðgevarar hjá
Almannastovuni hava sam-
an við Serstovnadeildini
dagført listan og gjørt met-
ingar um, nær hvør einstak-
ur kann hugsast at fáa brúk
fyri bú- og/ella dagtilboði.
Í álitinum verður tó sagt,
at tað eru ikki øll fólk við
serligum tørvi, sum eru í
sambandi við málsviðgerð-
ar á Almannastovuni, og tí
kann tað hugsast, at tað eru
fleiri, sum, hóast tey hava
tørv, ikki hava gjørt Al-
mannastovuna varuga við
sín tørv.
Út frá uppgerðini koma
tey fram til, at komandi 10
árini verður neyðugt at
útvega umleið 80 búpláss.
Bráðfangistørvurin er 17
og innanfyri tey næstu tvey
árini eini 19 afturat. Tørvur
er um alt landið, men mest
átrokandi er hann í Suður-
streymoy og Norðuroyggj-
um.
Eyðvitað er, at ein rað-
festing má gerast, so byrjað
verður, har ringast stendur
til. Men Javnaðarflokkurin
heldur eisini tað vera neyð-
ugt at gera eina langtíðar
raðfesting, soleiðis at polit-
iski myndugleikin setir sær
nøkur mál, og soleiðis at vit
kunnu vera trygg við, at tað
er ein miðvísur politikkur á
økinum.
Ymiskt er, hvat hvørjum
tørvar, og tí er neyðugt at
taka støði í hvørjum ein-
støkum og tillaga bústað,
hjálp, stuðul, umsorgan og
venjing eftir tí. Vísandi til
gongdina í okkara granna-
londum siga tey í álitinum,
at: »tey brekaðu fara ikki
longur at verða viðfarin
sum ein bólkur, sum býr á
stovni, men sum einstakl-
ingar við ymsum krøvum
og vónum til lívið«.
Við støði í frágreiðingini
hjá Javna, sum spennir yvir
10 ár, er tilfar tøkt at
arbeiða útfrá.
Javnaðarflokkurin heldur
tað vera neyðugt at farið
verður miðvíst og í felag
undir at loysa ovurhonds
stóru bústaðarneyðina, sum
fólk við serligum tørvi eru
í. Tá flokkurin leggur
áherðslu á, at hetta verður
gjørt í felag, er tað tí, at vit
við uppskoti til samtyktar
seta okkara vón til, at allir
flokkar, skiftandi samgong-
ur og landsstýrismenn eftir
førimuni fara at inna hetta í
verki.
Flogferðslan økist
Langtíðarætlan fyri bústaði
VIÐMERKINGAR
15
14
Nr. 213 - 3. november 2001
Smyril Line og Statoil
hava gjørt stuðuls-
avtalur við Neistan
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Smyril Line verður høvuðs-
stuðul hjá besta kvinnu-
liðnum hjá Neistanum í
vetur, og hjá monnunum fer
Statoil at prýða troyggj-
urnar.
Smyril Line og Neistin
undirskrivaðu í vikuni ein
eitt ára sáttmála, og hendan
sáttmála er formaðurin í
Neistanum, Dánjal Pauli
Mohr, ógvuliga fegin um.
Hann sigur, at avtalan er
góður styrkur hjá felagn-
um.
Neistin og Smyril Line
hava í fleiri ár havt tætt
samstarv, tí Neistin hevur
síðani 1994 annað hvørt ár
sent 100 hondbóltsspælarar
við Norrønu av landinum
til kappingar.
Tá tað ræður um besta
mansliðið hjá Neistanum,
hevur felagið gjørt avtalu
við oljufelagið Statoil, sum
verður høvuðsstuðul.
Statoil vil hava sítt navn á
sjónligum staðið, og tað
heldur felagið, at Neistin
kann syrgja fyri.
Hondbóltsstøður
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1
VÍF
4
4 - 0 - 0
118
82
36
8
2
Neistin
4
4 - 0 - 0
108
98
10
8
3
H71
5
3 - 0 - 2
132
132
0
6
4
StÍF
4
2 - 0 - 2
105
105
0
4
5
Kyndil
5
1 - 0 - 4
117
130
-13
2
6
KÍF
4
1 - 0 - 3
98
115
-17
2
7
Tjaldur
4
0 - 0 - 4
90
106
-16
0
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1
VÍF
4
4 - 0 - 0
119
79
40
8
2
Neistin
4
3 - 0 - 1
106
77
29
6
3
Stjørnan 4
3 - 0 - 1
115
93
22
6
4
VB
4
3 - 0 - 1
101
88
13
6
5
Sóljan
5
1 - 0 - 4
111
130
-19
2
6
Kyndil
5
1 - 0 - 4
116
147
-31
2
7
StÍF
4
0 - 0 - 4
69
123
-54
0
Dystir hetta vikuskiftið
Leygardagur 03/11
14.30 Kyndil Ikv - StÍF Ikv
A Hjalmar/Kristian
16.00 Kyndil Im - StÍF Im
A Hjalmar/Kristian
15.00 Stjørnan Ikv– VB Ikv
C Kári/Trúgvi
Sunnudagur 04/11
16.00 Tjaldur Im – KÌF Im
A Hjalmar/Kristian
14.30 Neistin Ikv – VIF Ikv
B Hannis/Uni
16.00 Neistin Im – VÍF Im
B Hannis/Uni
Neistin tveir høvuðsstuðlar
FC Keypmannahavn
vann á útivølli móti
Ajax Amsterdam,
meðan Brøndby
spældi sítt kroatiska
mótstøðulið niður í
UEFA Cup kappingini
hóskvøldið
FÓTBÓLTUR
Danir vóru helst teir, sum
vóru mest ovfarnir av úr-
slitunum hjá teimum báðu
stóru feløgunum hjá sær
hóskvøldið.
FC Keypmannahavn og
Brøndby spældu seinnu
dystir sínar í Europa Cup
kappingini, og eftir at
hvørki av liðunum kláraði
at vinna á heimavølli, rokn-
aðu tey flestu við, at feløg-
ini fóru at verða send úr
kappingini í seinna dystin.
Mótstøðan hjá bæði FCK
og Brøndby var sterk. FCK
skuldi spæla móti stórfel-
agnum Ajax Amsterdam,
meðan Brøndby skuldi hitta
liðið, sum sendi enska
toppliðið Aston Villa úr
kappingini, Varteks.
Ajax sett upp á pláss
FC Keypmannahavn spældi
málleysan javnleik í fyrra
dystinum á heimavølli, og
tí varð roknað við, at Ajax
fór at gera tað, sum var
neyðugt fyri at koma víðari.
Men soleiðis skuldi tað
ikki ganga.
FC Keypmannahavn var í
stórum pørtum av dystinum
við yvirlutan í leiki, og
kjansir vóru eisini at gera
mál. Zuma hevði góðan
møguleika beinanvegin í
dystin, men hann skjeyt á
málverjan.
Eftir
hálvleikssteðgin
legði Ajax harðliga fyri, og
teir trýstu FCK í einar 10
minuttir. Men so vendi
FCK dystinum, tók alt
meira yvir, og fluttu bóltin
væl á vøllinum.
Dysturin
gekk
móti
longdari leiktíð, tá avgerðin
fall. Átta minuttir fyri tíð
fekk FCK fríspark einar 20
metrar úr málinum, og tað
tók Niclas Jensen sær av.
Hann sendi bóltin fram við
múrinum og upp í mál-
horni.
Seinastu
minuttirnar
trýsti Ajax, og teir fingu ein
góðan møguleika, men tað
nógv útskeldaði FCK-mál-
verjin, Magnus Kihlsted,
bjargaði væl.
Í evstu løtu hevði FCK
stóran møguleika, men
Zuma brendi aftur. 1-0 var
nóg mikið hjá FCK, sum nú
er komið víðari í UEFA
kappingini.
Todi Jónsson stríðist við
skaða, og hann var tí ikki
við á liðnum hjá FCK hetta
kvøldið.
Brøndby brillieraðu
Brøndby stóð fyri eini
veruligari sensatión hós-
kvøldið. Teir høvdu tapt 3-1
á heimavølli móti kroatiska
liðnum Vartaks, og tað var
einki, sum bendi á, at
danska oddaliðið skuldi
klára at venda hesum tapi í
seinna dystinm.
Men Brøndby legði harð-
liga fyri, teir vóru ágang-
andi um allan vøllin, og
vístu slíkan hugburð, sum
tað sjáldan sæst hjá donsk-
um liðum.
Longu eftir 40 sekund
gjørdi Vartaks sjálvamál,
og so fór Brøndby-maskin-
an rættiliga í gongd.
Brøndby skuldi vinna 2-0
fyri at koma víðari, og tá
ein hálvur tími var farin,
skoraði Peter Madsen til 2-
0. Nakrar minuttir eftir
steðgin økti svenski profil-
urin hetta kvøldið, Matias
Jonson, til 3-0, og hann
fekk ikki afturhald. Hann
skoraði tvey mál afturat, so
Brøndby vann ein lemjandi
5-0 sigur.
Mótstøðuliðið hjá Brønd-
by var ikki eitthvørt, tí teir
sendu fyri kortum enska
toppliðið Aston Villa úr
UEFA
kappingini.
Nú
verða teir sjálvur ekspeder-
aðir fyri full drøn.
FCK-bragd og Brøndby-sensatión:
Danir gjørdu bart
FC Keypmannahavn – uttan
Toda Jónsson – og Brøndby
stóðu fyri óvæntaðum
úrslitum í europeisku
fótbóltskappingini hóskvøldið
Smyril Line og Neistin hava gjørt stuðulsavtalu, sum umfatar
besta kvinnuliðið hjá felagnum
Statoil skal í vetur prýða
troyggjurnar hjá
mansliðnum há Neistanum.
Avtala er gjørd um hetta
C
M
Y
K
14