Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • hósdagur • 2. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Lars Nedergaard hevur tikið sín fyrsta bruttuhóp út til A-landsliðið hjá monnum HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Í gjár boðaði nýggi landsliðsvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti frá, hvørjar mans hann vil hava til venjingar næsta fríggja- dag. Tá verður fyrsta venj- ingin hjá liðnum, og síðani verður vant eina ferð um mánaðin. 21 spælarar eru tiknir út, og øll liðini í bestu deildini hava onkran spælarar í bruttohópin- um. Fimm málverjar eru tiknir út. Teir eru Eli Müller og Bárður Niel- sen úr VÍF, Lars L. Black og Johan Daniel- sen úr Kyndili, og Levi Nybo úr H71. Útispælararnir eru: Janus Einar Sørensen Kyndil, Mortan Hansen Tjaldur, Kristian Mad- sen KÍF, Hans Áki Dahl-Christiansen Neistin, Johnny Joensen VÍF, Háraldur Bjørgvin VÍF, Ári Rouch Neistin, Sveinnur Justinussen St.ÍF, Sámal Joensen VÍF, Heini Joensen Neistin, Ingi Olsen VÍF, Bjarni Wardum H 71, Áki Olsen VÍF, Halgir Dahl-Olesen, H 71, Høgni Klein Kyndil, Regin Petersen KÍF. John Petersen verð- ur í hópinum hjá Neistanum til dyst- in ímóti VÍF sunnudagin HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Evnaríki hondbólts- spælarin John Petersen, sum hevur spælt við StÍF, hevur seinastu vik- una vant í Neistanum. Og hann er eisini úttikin til 1. liðshópin hjá felag- num, sum sunnudagin spælir toppdyst ímóti VÍF. – Eg dugi ikki at siga, um John fer at spæla sunnudagin, men hann verður so við í hópinum, sigur Dia Midjord, venj- ari hjá Neistanum. John Petersen er kendur sum framúr fót- bóltsspælari, og hann tekur eisini fótbóltin fram um hondbóltin, men hann er eisini sera dugnaligur hondbólts- spælari, og tað verður mett sum góður styrkur hjá Neistanum, at John nú er við á liðnum. John hevur áður havt týðandi leiklut á liðnum hjá StÍF, men nú kann hann fara at gera mun í gullstríðnum millum Neistan og hinar avbjóð- ararnar. Stjørnan og VB spæla leygardagin í Klaksvík, meðan odda liðið hjá kvinnum vitjar Neistan í Havn HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Tríggir hondbóltsdystir hjá kvinnum vera um viku- skiftið. Í Klaksvík hittast tveir av fremstu avbjóðarunum hjá VÍF til gullið í ár. Stjørnan og VB hava vunnið allar sínar dystir í ár uttan ein. Bæði liðini hava tapt móti VÍF, og nú fæst ein ábending um, hvat av liðunum er sterkari í hesum árinum. Bæði hjá Stjørnuni og VB eru útlendingar pro- filar. Hjá Stjørnuni er Simona Dzuigyte topp- skjútti, meðan Gabriella Fekete hevur verið drúgv í málskjótingini hjá VB higartil. Dysturin millum Stjørn- una og VB verður í KÍ- høllini leygardagin kl. 15.00 VÍF í Havn Oddaliðið hjá kvinnum, VÍF, fer sunnudagin til Havnar at spæla ímóti Neistanum. VÍF hevur vunnið allar sínar dystir í ár, meðan Neistin hevur tapt fyri Stjørnuni. Tað er nógv, sum bendir á, at VÍF hevur sterkasta kvinnuliðið aftur í ár, men seinasta vikuskiftið fingu tær harða mótstøðu frá Stjørnuni. Neistin og VÍF spæla á Hálsi sunnudagin kl. 14.30. Seinasti dysturin hetta umfarið verður í Havn leygardagin kl. 14.30. Tá fara Kyndil og StíF at spæla. Kyndil hevur vunnið ein dyst í hesum árinum, meðan StÍF framvegis eigur fyrsta stigið til góðar. Fyrsti dysturin mill- um fremstu FM-av- bjóðararnar í ár verð- ur í Havn sunnu- dagin. Neistin skal nú royna seg móti før- oyameistarunum úr Vestmanna HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Neistavenjarin og VÍF- profilur leggja ikki stóran týdning í oddadystin teirra millum sunnudagin. Talan er um eina styrkisroynd tíðliga á árinum og ikki ein avgerandi dyst. – Eg rokni við, at liðini fara at lúra hvønn annan av í hesum dystinum, sigur Dia Midjord, venjari hjá Neistanum Hesum tekur Ingi Olsen hjá VÍF undir við. – Vit fara at hyggja eftir, hvussu Neistaliðið er sett saman, og hvar møguliga veik øki eru, sigur hann. Bæði hjá VÍF og Neist- anum eru allir mans tøkir, og tí kann dysturin fara at geva eina ábending um, hvussu liðini eru fyri samanborið við hvørt annað. Kenna væl hvønn annan Neistavenjarin roknar við einum spennandi og tøttum dysti, men hann heldur, at VÍF kanska hevur onkran fyrimun áðrenn dystin. – Vit mugu venja nógv fyri at fáa okkara spæla at hanga saman, meðan VÍF’arnir helst ikki hava somu venjingina fyri neyð- ini, tí teir kenna so væl hvønn annan, heldur Dia Midjord. – Men vit hava vant hart, og vit stíla eftir einum plássi millum trý tey fremstu liðini. Ætlar tú tær at verða nummar eitt ella tvey, so skalt tú hava nógv stig, og tí er eisini nakað at spæla um sunnudagin. Gera mistøk Ingi Olsen heldur, at tað er trupult at meta um styrkina á liðunum í hondbóltskapp- ingini longu nú. – Tað tykist, sum einki lið rættiliga hevur fingið gongd í sítt spæl, og øll lið- ini gera nógvar feilir í løt- uni, sigur hann. – Neistin hevur sera gott fólk, og har eru eisini nógv- ir spælarar, sum hava spælt saman í fleiri ár. Ingi heldur, at fólk eru skjót at gera VÍF til favorittar. – Bara vit klára okkum nøkunlunda, so gera øll okkum til føroyameistarar beinanvegin. Men vit hava kanska sjálvir ábyrgdina av tí, tí vit hava ikki tapt nógv seinnu árini, og so vænta fólk sjálvsagt nógv av okkum, sigur hann. Ingi væntar sær truplan dyst sunnudagin, tí Neistin hevur staðið seg væl higar- til, og tað gevur sjálvsálit at vinna javnar dystir. Neistin hevur vunnið tríggjar dystir við einum máli í ár, og tað gevur spælarunum trúgv upp á, at teir kunnu vinna tættar dystir. Hinir dystirnir Tveir aðrir mansdystir verða um vikuskiftið. Sunnudagin fær Kyndil vitjan av StÍF, og her er talan um dyst millum lið, sum ikki hava blandað seg upp í oddin higartil. StÍF vann í vikuni næsta dyst sín, og teir kunnu taka eitt fet fram móti oddanum afturat, um teir vinna á Kyndli. Í Runavík verður dystur millum tvey botnlið. Tjald- ur skal í dystinum ímóti H71 royna at fáa síni fyrstu stig í hesum kappingar- árinum. Manslandsliðið tikið út John Petersen til Neistan Áki Olsen og hinir í VÍF skulu sunnudagin royna seg ímóti FM-avbjóðaranum Neistanum. Mynd: Álvur Haraldsen Stjørnan skal leygardagin royna seg ímóti VB, meðan Neistin fær vitjan av føroyameistarunum. Mynd: Álvur Haraldsen Toppliðini hittast: Meira styrkisroynd enn avgerandi dystur Avbjóðararnir hittast í Klaksvík 13 12 Nr. 213 - 3. november 2001 Í morgin verður elsta urgan í landinum tikin aftur í nýtslu. Lív verður aftur blást í bjølgin, eftir at urgan hevur staðið í tøgn í nøkur ár. Urgan, ið er frá 1872, stendur í Vágs Kirkju. Allahalgannaunnuda gur er í morgin og, sum vant, hevur Ljómur allahalganna- konsert. At gamla urgan er sett í stand og, fær endurreisn, fer eisini at merkja løtuna KIRKJUTÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Elsta ljómandi urga í land- inum stendur í kirkjuni í Vági. Urgan er júst umvæld og leikar nú aftur, um áhugi er at gera nýtslu av henni. Urgan er frá árinum 1872 og hevur hon tískil verið í gomlu kirkjuni, áðrenn hon fylgdi við í nýggju kirkjuna í 1939. Nýggj urga kom í kirkjuna í Vági í 1983. Urgan hevur staðið í tøgn í nøkur ár nú. Onkur roynd at fáa urguna umvælda er dottin niðurfyri. Men nú er hetta fingið í lag. Í morgin, allahalgannasunnudag, hevur Ljómur, sum vanligt hevur verið í mong ár, allahalgannakonsert. Urgan verður við hesa løtu tikin aftur í nýtslu. Jónsvein Bech Søgan Elsta urga í landinum hevur sjálvsagt eina søgu, og henda er ikki sørt spenn- andi, um ein gevur sær stundir at granska. Ymiskt skrivligt tilfar er, har til ber at leita sær vitan um urgusøgu her í land- inum og um urguna í Vági. Brátt gerst slíkt rúgvus- mikið og her skal bert stutt verða trivið í nakað av hes- um. Keldur eru Kirkjurnar í Vági (M. Hansen 1989), Ljómur Fimti (N.J. Nolsøe 1989) og Hvíta Kirkjan — Skálavíkar kirkja 1891- 1991 (1991). Vit hyggja í tekst, sum Arnfinnur Thomassen hev- ur skrivað til konsert- skránna hjá Ljómi í morgin, har hesar keldur eisini eru nýttar, og hyggja eisini í keldurnar: Seinasta kirkjan á Kirkjukletti verður vígd 16. november 1862. Tá hevur bert ein urga verið í land- inum — urgan í Havn, sum kom í 1831. Urgan í Vágs kirkju, sum brøðurnir Jákup (Gamli á Gørðunum) og Petur Hans Dahl (Petur við Krosslið) í 1872 lata kirkjuni í Vági, er óivað næsta urga, ið kemur til Føroya. Tað sigst, at kirkjan á Viðareiði fekk urgu um somu tíð, sum Vágs kirkja. Lætt hevur ikki verið og nógvar eru søgurnar um stríð um nýtslu av urgu í kirkjum. Uttan samanber- ing ella aðrar tilsipanir kann nevnast, at í Vági sendur soleiðis í rokn- skaparbókini: Uden præst- ens vidende og vilje er et orgel anskaffet til kirken og opført samme steds. Urganuna gjørdi Knud Olsen (1825-1898) í Keyp- mannahavn. Hann var norðmaður, komin til Dan- markar í 1850. Hann hevur eisini smíðað urguna í Skálavíkar kirkju, ið kom til landið í 1929, men hon hevur tá longu verið í nýtslu í góð tríssinstjúgu ár í Humlebæk í Danmark, har hon kom nýbugd í 1868. Til ber at ogna sær vitan um urgur og urguna í Skálavík og um Knud Olsen í bókini um kirkjuna í Skálavík. Urgan í Vági er væl úr hondum greidd. Mett verður, at bert eini 4 — 5 urgur av hesum slag enn finnast í danska konga- ríkinum. Ein roynd í 1986 at fáa urguna umvælda, datt niðurfyri vegna vantandi fígging. Peningur frá off- urgongdini allahalganna- sunnudag er seinnu árini farin í ein urgugrunn. Í 1999 eydnaðist, saman við othe Tilma úr Århus, ið hevur stjórnað Ljómi nøkur tíðarskeið, at fáa samband við urguvirkið Frøbenius í Lyngby, ið beyð sær til at gera arbeiðið fyri umleið 240.000 krónur. Arbeitt var við málinum og tá Wroblewski-grunnurin í Keypmannahavn játtaði 180.000 krónur til umvæl- ingarnar, var leyst og liðugt. Tá urgan í 1939 undir leiðslu av Jógvani Waag- stein varð sett upp í nýggju kirkjuni, funnu menn korn millum skinns og hold. Hesi stavaðu frá skips- ferðini í 1872. Urgan hevði verið tikin sundur og grivin niður í kornið í lastini, tí skipið var fermt við korni ta ferðina. Í 1954 varð elektriskur urgublásari settur í urguna. Gamla urgan hevur 4 røddir. Til sammetingar kann nevnast, at nýggja urgan frá 1983 hevur 19 røddir. Hvussu er og ikki: gamla urgan er í dag ellisformaður millum urgur í landinum. Og so ella so hevur hon verið í nýtslu í kirkjuni, síðani hon varð varð bygd. Í skránni nevnir Arnfinn- ur Thomassen urguleik- ararnar. Ella Dahl Nolsøe er helst hon, ið hevur leikt eina mest á urguna, eini hálvthundrað ár. (Onkur hevur latið blaðmannin vita, at talan kanska nærri er um seksti ár ella meira.) Helst hava núverandi leik- arin, Niels og bróður hans, Jóannes Nolsøe, byrjað leið sína sum urgupumparar, tá Ella hevur leikt. N. J. Nolsøe nevnir í Ljómur Fimti (1989), at fyrsta allahalgannakonsert hjá Ljómi var í 1939. Ljóm- ur og kirkjan hoyra saman í ein mun, sum óivað er eindømi her hjá okkum, verður sagt. Longu í 1941 var intru- mentaltónleikur við á hes- um konsertum, urga og fiólir. Eisini fleirræddaður sangur. Allahalgannakon- sertin er og hevur verið høvuðshendingin í virk- semi kórsins. Edith Dahl leiddi kórið í mong ár. Nú nevnt hevur verið, at offurgongdin seinu árini er farin í grunn til urguna, er kanska áhugavert at nevna nøkur tøl, sum N.J. Nolsøe nevnir viðvíkjandi hvat er komið inn. Í 1940 komu inn við offurgongd 453 krónur, í 1950 komu inn 1022 krónur, í 1960 komu inn 1839 krónur, í 1970 komu inn 3549 krónur, í 1980 komu inn 13.232 krónur og í 1987 komu inn 15.625 krónur. Frásagnin um kórið og siðir og ymiskt hesum við- víkjandi er áhugaverdur lesnaður, ið kann viðmæl- ast áhugaðum. Í morgin er aftur alla- halgannakonsert við Ljómi, sum Hans P. Tórgarð nú leiðir. Við hesa hátíðarløtu verður eisini nýtt lív blást í urgubjølgin í urguni frá 1872, elstu leikandi urgu í landinum. Føroya elsta urga leikar nú aftur Elsta leikandi urga í landinum sigst hetta vera. Hon stendur í Vágs kirkju og á henni er merkt K. Olsen, Kjøbenhavn, 1872. Urgan er umvæld og í sambandi við allahalgannakonsert við Ljómi í morgin, verður aftur lív blást í urgubjølgin C M Y K 12