Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 213 - 3. november 2001 Nr. 213 - 3. november 2001 11 Tíðindaskriv Hóskvøldið 8. november verður eitt av teimum vælumtóktu mótakvøld- unum í Runavík. Mótakvøldið verður hesuferð hildið í hølun- um hjá kappróðrar- felagnum NSÍ, og byrjað verður klokkan 19.30. Handlarnir, ið eru við eru: Shop-in, Shari, Hygg Inn, Orkis, Jung- man, Hjá Sannu, Jallur, Chic, Fotomiðstøðin og Deild C. Meðan mótasýningin er, verður borðreitt við croissant v/salat, smá- køkum, umframt kaffi og te. Tá mótasýningin er liðug hava luttakandi handlar opið til klokkan 24.00. Kostnaðurin fyri alt kvøldið er 100 krónur. Atgongumerki eru til keyps í Kiosk Vár, Statoil í Saltangará og á Kunningarstovuni í Saltangará frá 1. november. SAS fer ikki at taka støðu til eitt møguligt endurgjaldskrav enn. Tað er niðurstøðan í einari fyribilsfrágreið- ing hjá italsku nevndini, sum hevur kannað til- burðin, tá eitt flogfar hjá SAS og eitt lítið týskt privatflogfar stoyttu saman í Linate-flog- havnini í Milano í síðsta mánað. Nevndin gevur italsku flogferðslumyndugleiku num Enav av grovfílini, tí lítið og einki skil var á mannagongdini og fleiri tekniskum tólum í flog- havnini. Nevndin sigur m. a., at signalskipanin, sum villleiddi tað lítla týska flogfarið út á skeiva breyt, lýkur ikki tey vanligu krøvini, sum slíkar skipanir skulu lúka. Samstundis vísir nevndin á, at radarin, sum skal fylgja við tí, sum hendir í sjálvari floghavnini, hevði ikki virkað í eitt heilt ár. Tað hevði við sær, at eftir- litstornið varnaðist ikki tað lítla Cessna-flog- farið í tí tjúkka mjørk- anum, sum var hendan morgunin. Talsmaðurin hjá SAS segði í gjár, at felagið fer ikki at taka støðu til møguligt endurgjalds- krav, fyrr enn tann enda- liga frágreiðingin hjá italsku kanningarnevnd- ini er liðug. Tað hevur verið nevnt, at teir báðir flogleið- ararnir, sum vóru til ar- beiðis í Linate hendan morgunin, vóru alt ov gáloysnir, og at teir kundu fyribyrgt van- lukkuni. Hesin spurn- ingurin verður ikki umrøddur í fyribilsfrá- greiðingini. Italska stjórnin var í øðini, tá tað frættist um tann vánaliga standin í Linate-floghavnini, og stjórnin boðaði alt fyri eitt frá, at tilburðurin skuldi kannast út í æsir. Nú veturin nærkast og tað er við at gerast kaldari í veðrinum, munnu tað verða mong, sum leita sær í tær ymsu sólmið- støðirnar í Havnini. Fragd & Fimi Yviri við Strond í Havn, hevur júst fingið spildur nýggjar sólir, so nú kunnu øll, ið ynskja tað, leita sær ein túr í Sun City at verma seg og harumframt fáa eitt sindur av liti SÓLIR Ingrid Bjarnastein Tær fýra sólirnar, sum eru í kjallaranum í Fragd & Fimi eru sokallaðar UWE sólir. Tað, sum er serligt við hesum UWE sólunum er, at tær brúka meira streym, og tað vil siga, at tær nýtist minni tíð til at gerast brúnur enn við øðrum sól- um. - Vit eru einaumboð fyri UWE sólir í Føroyum, sigur Jana Eidesgaard Thomsen, sum rekur Fragd & Fimi. - Um tú til dømis plagar at taka sól í 16 minuttir, so nýtist tær bert at brúka 12 minuttir í nýggju UWE sól- unum. Breeze og aroma Sum nakað heilt nýtt hava sólirnar í Sun City »breeze« og »aroma«. Hetta er nakað, ið ein kann stilla inn sjálvur. Um trýst verður á ein knøtt kemur dampur úr sólini, og um trýst verður á ein annan knøtt kemur eitt slag av vælangandi lukti úr end- anum á sólini. - Til ber at keypa sólkort, sum bert kunnu nýtast her, greiðir Jana frá. - Ofta verður gloymt at veksla, men her ber til at brúka bæði seðlar og myntir. Tá tú brúkar sól- kortið fært tú 10% avsláttur fyri hvørja ferð. Annars kosta seks minuttir 30 krónur. Fyrimunurin við sólkortinum er, at so slepp- ur tú frá at hava pengar við, og harumframt kann sól- kortið nýtast av allari familjuni. Styrkin til sólirnar kann stillast inn, soleiðis, at tú sjálvur velur, hvussu sterk- ar tær eru, og hvussu nógva luft tú vilt hava at blása. Eitt annað nýtt við sólunum er, at tær hava ein so- kallaðan »bingo«-knøtt. Hesin knøttur verður nýtt- ur, um tú vilt hava tveir minuttir eyka av andlits- sólini. Tá vanliga sólin er sløknað heldur andlitssólin fram í tveir minuttir eyka. - Vit fara eisini at fáa eina kremmaskinu, sum skal standa í gongini, men hon er eitt sindur ov sein. Hon kemur helst fyrst í komandi viku, fortelur Jana. - Har kanst tú keypa ymisk krem. Okkurt krem verður til at smyrja á áðrenn, so tú verður skjót- ari brúnur. Eisini verður okkurt annað krem, sum heldur uppá fuktin í húðini. Sun City sólirnar hava øðrvísi rør enn aðrar sólir. Til dømis eru akslaperurnar deildar sundur í tvey, soleiðis at tú ikki brennur teg í skallan um tú hevur tunt hár. Harafturat eru rør á síðunum, og andlitssólin hevur 12 dupultar perur. Umframt alt hetta hava sólirnar eina »lightglass« plátu sum ger, at strálurnar deila seg betur, og liturin kemur skjótari á. - Vit lata upp í dag klokkan 13.00 og vit fara at hava opið frá klokkan 7.00 um morgunin til klokkan 23.00 um kvøldið. Sjálvt um sólirnar hoyra til Fragd & Fimi verða fólk noydd at ganga inn í kjallaranum, sigur Jana Eidesgaard Thomsen at enda. Fleiri limir í yvirgangs- felagsskapinum al-Qaeda skulu vera rýmdir úr Afghanistan við kós ímóti Evropa og Amerika. Osama bin Laden og menn hansara halda eftir øllum at døma, at tað er meiri umráðandi at skipa fyri yvirgangsatsóknum í Vesturheiminum enn at verja Taliban-stýrið í Kabul. Amerikanska tíðarritið News Week skrivar, at mill- um 150 og 200 menn hjá bin Laden eru rýmdir úr Afghanistan síðani atsókn- irnar í USA tann 11. sep- tember. Teir eru flýddir um markið til grannalondini, og sagt verður, at teir flestu hava kós ímóti t. d. Bretlandi og Týsklandi. News Week veit at siga, at teir flestu menninir hjá bin Laden hava verið í pakestanska býnum Peshawar á vegnum. Har hava teir útvegað sær nýggj pass og flutning til Vest- urheimin. Prísurin fyri pass og skjúts er sambært blað- num millum 160.000 og 270.000 krónur. Eygleiðarar halda, at avdúkingin í News Week kann vera orsøkin til, at amerikansku myndug- leikarnir eru farnir at tosa um, at teir vænta fleiri yvir- gangsatsóknir. Hóast millum 150 og 200 menn hjá al-Qaeda eru rýmdir undan amerikansku bumbuálopunum, hevur bin Laden framvegis einar 5000 vápnaðar menn eftir í Afghanistan. (Fartekst) Brek og ósketni elvdu til SAS- vanlukkuna Mótakvøld í Runavík Yvirgangsmenninir rýmdir undan amerikansku bumbunum Sólin skínur í Fragd & Fimi Jana Eidesgaard Thomsen avmyndað frammanfyri Sun City við Fragd & Fimi Mynd: Jens Kr. Vang Jeg vander på en sti i et fjell, og møter et menn- eske. Jeg går langs en gate i en by, og møter et annet menneske. Jeg kommer inn i en kafé på en fly- plass, og møter enda et menneske. Tre mennesker jeg aldri har kjent. Jeg står i kabinen i et fly, og møter et menneske jeg kjenner. I myldret av mennesker jeg treffer denne vinterlig hutrende dag er det disse fire jeg ser. Den unge mannen på fjellstien. I genser, vind- jakke, kortbukse og kraft- ige vandrestøvler. Bar- hodet. Med våte, hvite snefnugg i det lange mørke hår. Jeg ser de brede gladmuntre smil i hans ansikt da han på syngende nordlandsk ønsker lykke på min ferd. Den høye, vakre kvinn- en i bygaten, som bare er et vennlig blikk og et nikk i det hun passerer forbi. Den lille piken i kaféen med olivenhud og ravn- svart hår. Med tindrende øyne som spiller lykkelig- flirtende ut mot menn- eskene omkring. Så uendelig levende. Så uendelig skjønn. Hun som heter Annika. Henne jeg kjenner, og setter pris på. Blond. Flott. Tiltrekkende. Utstrålende varm kvinnelighet. Der er ingen sol på himlen denne dag. Himlen er ubrutt grå. Skyene mørke og truende. Det faller tett snøblandet regn. I dette bedrøvelige vær er disse fire ulike mennesker soler som lyser opp i min dag. Det bor to klovner i vårt hus. Der har vide, farve- strålende drakter. Deres ansikter er hvitsminkete. Deres munner er klarrøde. De er søsken. Deres navne er Petrinius og Petronella. Jeg forteller dem at solen ikke bare er på himlen. Den er også på jorden. Det finnes menn- esker som er en sol. De sier, at det vet de da godt. – De er i din nærhet, sier de. Du ser det bare ikke alltid. Solen i henne du elsker. I barna, som med latter og glade hilsener forgyller din vei. I naboen som hjelper med alt det du i din ubehjelpelighet ikke makter. I vennene. De nære, og de fjerne. I alle som hjertevarmt ønsker »vel heimkomen« når du er tilbake fra dine reiser. – »Heimkomen«? spør jeg. Hvor er hjemme? Jeg har bodd på landsbygden, og i mange byer i flere land. Jeg har hjemme alle steder, og ingen steder. Hvor hører jeg til? Jeg husker et sted. Til- bake i fortiden. Jeg står ved vinduet i et lite bonde- hus i de värmlandske skoger. Jeg ser ut på små, strevsomt dyrkede marker. Jeg ser de svarte furene i en gammel potetåker. Jeg ser bærbusker, frukttrær og et eldgammelt tuntre. Skjevt og forkrøblet. Jeg ser en smal, gruset gård- vei, og et tjern. Jeg ser en fiskehauk fly speidende over der abbor og gjedde vaker i vannflaten. Og overalt ser jeg skogen. Bjerkene, furuene og de mektige graner. Huset har bare to rom. Et kjøkken med bord, sittebenker, et skap og en stor svart vedkomfyr. En sparsomt møblert stue hvor sengebenkene står oppredde langs veggene. I en svartmalt gyngestol sitter min mormor. Med sitt stramt gredde gråhvite hår, og sitt milde rynkede ansikt. I dette hus er min mor født. I en seng morfar hugget til av tre fra sin skog. I disse rom har hun krabbet. På disse gulv har hun reist seg, og gått sine første vaklende skritt. Her har hun lekt. I kjøkken, fjøs, i skogen og på åkrene utenfor har hun arbeidet alle sine barndoms år. Fra dette hus har hun vandret den millange, ensomme vei til hverdagens skole, og søndagens kirke. Her- fra dro hun ut for å søke tjeneste. Herfra reiste hun til et fremmed land, og til møtet med min far. Uten dette var jeg ikke til. Her er mine røtter. Mitt sted på jorden. Brått hører jeg en stem- me. – Du ser dum ut, sier Petronius. – Dum? – Du stirrer ut av vin- duet. Du ser intet. Ditt blikk er tomt. Du er ikke her. Jeg ler. – Jeg er her nå. Jeg ser ut av vinduet, og ser en flik av min færøyske bygd. De som bor og lever her godtar meg som en som hører til. Jeg er hjemme her. – Du er ikke så dum allikevel, siger Petronella. Om soler på jorden, om to klovner, og om det å høre til Sumbingar sleppa ikki at byggja kirkjugarðin út fyri fornfrøðingunum. Nú hava teir biðið sakførara kanna málið SUMBA Áki Bertholdsen Sumbingar eru nú við at koma í neyð av kirkjugarð- inum. Kirkjugarðurin er við at vera fullur. Men at byggja hann út, vísir seg ikki at vera bara sum at siga tað. Sumbingar hava í fleiri ár ligið í stríði við forn- frøðingarnar um kirkju- garðin í Sumba. Í fleiri ár hevur ætlanin hjá bygdaráðnum verið at byggja kirkugarðin, sum er, út. Men fornfrøðingarnir hava lagt seg í vegin og hava forðað fyri útbygging- ini. Málið var einaferð enn umrøtt bygdaráðsfundi í Sumba mánakvøldið. Eftir tí, sum kom fram á fund- inum, halda fornfrøðingar, at plássið, har ætlanin er at byggja kirkjugarðin út, hevur fornfrøðiligan týdn- ing. Eitt nú halda teir, at tað er har, tann gamla búset- ingin í Sumba er. Hetta er eitt gamalt mál, sum stríð hevur verið um í fleiri ár. Sumbiar Kommuna hev- ur tosað við nógvar mynd- ugleikar um tað, eitt nú við einar fýra ella fimm lands- stýrismenn í mentamál- um.Teir hava tó allir rætta seg eftir fornfrøðingunum og hava ikki viljað givið sumbingum loyvi til at byggja kirkjugarðin út. Royn aftur Men sumbingar eru treiskir í hesum máli og gevast ikki so. Teir halda ikki, at tað er nøkur haldgóð grundgev- ing fyri at nokta sumbing- um at byggja kirkjugarðin út. Teir vísa eisini á, at tá ið Kommunan fyri nøkrum árum síðani gróvu út, sóknaðust teir eftir einum plássi at leggja moldina á og fingu ávíst stykkið, har ætlanin nú er at byggja krikjugarðin út. Teir vísa eisini á, at ein broyt hevur verið á stykkinum og rund- velt alt. Teir siga eisini, at ymsar meiningar eru um, antin tað nú var har, at tann gamla búsetingin var. – Hevur stykkið nakran- tíð havt fornfrøðiligan týdning, hevur tað í øllum førum ongan týdning long- ur, eftir at øll moldin er lagt har og eftir at ein broyt hevur rundvelt alt. Teir halda eisini, at økið misti allan fornfrøðiligan týdning, tá ið kirkjugarð- urin varð lagdur har upp- runaliga. Og teir halda, at tað er heilt burturvið, at teir skulu vera noyddir at gera kirkju- garð heilt av nýggjum onkra aðrastaðni í bygdini, tí tað er ógvuliga kostn- aðarmikið, tá ið tað ber til at byggja kirkjugarðin, sum er, út, nógv bíligari. Á bygdaráðsfundi mána- kvøldið varð tí gjørt av at biðja sakførara kanna mál- ið. Hann skal kanna, hvørj- ar heimildir fornfrøðing- arnir hava at noktað sumb- ingum at byggja út. Fáa sakførara at hjálpa sær at gera kirkjugarð Sumbingar kommuna hevur í mong á stríðst við fornfrøðingar um loyvi at gera kirkjugarð. Men teir eru treiskir og gevast ikki so, og nú hava hava teir biðið sakførara kann málið. Fimm mans eru í bygdaráðnum í Sumba. Hinumegin borðið eru teir f.v. Niclas Hentze, Jacob Poulsen og Snæbjørn vestergaard. Hesumegin eru teir Poul Johannes Poulsen, við rygginum til og Jacob Vestergaard, borgarstjóri C M Y K 11 10