Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 Fyrrverandi fyrsti lærarin í Nólsoy, Gun­ vør Joensen, er settur nýggjur samskipari í haldinum hjá Reyða Krossi. Fyrsta tiltakið verður ein loppumarknaður í morgin REYÐI KROSSUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Handilin hjá Reyða Krossi hevur nú í eina tíð ligið still­ ur, tí eingin leiðari hevur verið, eftir at tann undan­ farni segði hesa ábyrgdina frá sær. Samstundis góvust tær allarflestu sjálvbodnu krambakvinnurnar soleiðis, at sølan úr handlinum á Bryggjubakka steðgaði. Men nú skal so gongd koma á aftur. Formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Súni Vinth­ er, hevur í eina tíð hugt seg um eftir einum nýggjum leiðara at standa fyri handl­ inum hjá felagsskapinum, og fyri góðum mánaði síð­ ani gjørdi hann so av at heita á Gunvør Joensen úr Nólsoy, um at taka hesa ábyrgdina á seg. Gunvør bað um umhugs­ ingartíð, og á fundi við leiðsluna á Reyða Krossi fyri umleið 14 døgum síð­ ani játtaði hon so, at átaka sær hetta arbeiðið, sum er sjálvboðið. Hesa tíðina síðani tá hevur Gunvør Joensen nýtt at seta seg inn í starvið, og at royna at útvega sjálv­ bodna arbeiðsmegi at røkja handilin á miðhæddini á Brygjubakka. ­ Enn eru vit ikki so nógvar sjálvbodnar, so enn er ikki greitt, hvussu handil­ in verður opin. Men hann verður so opin so ofta, sum orkan røkkur til, sigur Gun­ vør Joensen. Tað er bert handilin á miðhæddini, sum tørvar fólk. Bókasølan í Vágsbotni passar seg sjálva. Leiðararoyndir Tað er ikki meiri enn smá tvey ár síðani, at Gunvør Joensen legði frá sær sum fyrsti lærari við Nólsoyar skúla, eftir at hava stýrt skúlanum í eitt langt áramál. So leiðsluroyndirnar eru avgjørt til staðar. ­ Mítt starv verður at samskipa søluna hjá Reyða Krossi. Fyrsta dagin fari eg at hava fund við tey, sum hava bjóða seg fram sum sjálvbodna hjálp, fyri at finna út av, hvussu ofta og hvussu leingi og nær tey hava møguleika at standa í handlinum. Samstundis haldi eg fram við at leita eftir meiri sjálvbodnari arbeiðsmegi, so handilin kann hava opið so títt og støðugt, sum tilber, sigur Gunvør Joensen. Fyrsta tiltakið við Gunvør Joensen sum leiðara verður nú í morgin, tá Reyði Kross­ ur skipar fyri loppumarknaði framman fyri bókasøluni hjá felagsskapinum í Vágs­ botni. Samstundis verður handilin á fyrstu hædd eisini opin. Loppumarknað­ urin verður frá klokkan 10 til klokkan 15. ­ Í viku 26 fáa vit vitjan frá donskum ráðgeva, sum skal hava fund við leiðsluna og meg, umframt at hann – ella hon – eisini skal leggja sjálvbodnu arbeiðsmegini lag á og geva góð ráð, sigur Gunvør Joensen. Sum omanfyri nevnt manglar Reyða Krossi sjálv­ bodna arbeiðsmegi at standa í handlinum, og hev­ ur onkur hug at hjálpa til – um tað so bert er ein seinna­ part um mánaðin – so er bara at seta seg í samband við Reyða Kross ella Gun­ vør Joensen, skulu vit heilsa og siga. Gunvør skal selja Reyða Kross Reyði Krossur Føroya søkir í hesum døgum eftir einum føroyingi at hjálpa til við einari heilsumenningarskrá í Kambodia REYÐI KROSSUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Reyði Krossur Danmark hevur síðani 2003 stuðlað Reyða Krossi í Kambodia at seta í verk eina samfelags grundaða heilsumenningar­ skrá í fjarskotnum økjum í Kambodia. Talan er um eina langtíðar ætlan, sum røkkur fram til 2011, tá hon endar. Síðani tíðliga í 2009 hevur Reyði Krossur Føroya – við dyggari fíggjarligari hjálp frá Uttanríkismálaráðnum – stuðla einum av fjarskotnastu og fátækastu økjunum í Kambodia, Rattanakiri pro­ vinsini. Hetta økið liggur í landnyrðingspartinnum av landinum við markið til Laos og Vietnam. Uttanríkismálaráðið stuðl­ ar verkætlanini í eitt ár við møguleika at leingja stuðul­ in í upp til tvey ár aftrat, tað vil siga heilt fram til verk­ ætlanin endar. Reyði Krossur Danmark søkir í hesum døgum – gjøg­ num Reyða Kross Føroya – eftir einum føroyingi at hjálpa lokalu greinini av Reyða Krossi í Kambodia í Rattanakiri provinsini í tveir mánaðir, galdandi frá 15. august til 15 oktober 2009. Tann, ið fær starvið, má verða til reiðar, saman við Reyða Krossi Føroya, at upplýsa um arbeiðið, tá viðkomandi kemur aftur til Førya eftir tveir mánaða starv í Kambodia. Starvið fevnir millum annað um at veita tekniska hjálp at seta í verk og hava eftirlit við heilsumenningar­ skránni í provinsini, menna heilsu­, føði­ og saniter hjálpartól saman við starvs­ fólki á staðnum, skipa fyri venjing og workshops um sama evni umframt annað viðkomandi arbeiði. Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving so sum lækni, jarðamóðir, sjúkrarøktarfrøðingur, lærari ella líknandi, og sjálvandi er neyðugt at duga enskt. Lýsingarnar eru at síggja í miðlunum í hesum døgum, sigur Reyði Krossur Føroya. Vil hava fólk til Kambidia Gunvør Joensen, nýggi handils samskiparin, og Súni Vinther, leiðari fyri Rewyða Krossi Føroya, framman fyri hølunum hjá felagsskapinum á Bryggjubakka Mynd: Leo Poulsen Var ikki av flogfarinum Brasilsk skip, sum hava leitað síðani í gjár, hava framvegis ikki funnið nakað, sum stavar frá fraqnska flogfarinum ­Enn hava vit ikki funnið nakað, sum stavar frá Air France­flogfarinum, sigur talsmaðurin hjá brasilsku myndugleikunum. Hildið verður, at tað franska flogfarið datt niður í havið einar 550 fjórðingar úr brasilsku norðurstrondini, og flogfør hava sæð vrakpetti har á leiðini. Men einki av tí, sum tey brasilsku skipini hava tikið upp av sjónum, er frá franska flogfarinum, siga myndugleikarnir. Talan er um burturkast frá skipum, og brasilsku myndugleikarnir halda eisini, at oljubletturin, sum varð sæddur fyrr í vikuni, stavaði frá einum skipi. Norðurkorea vil tingast Stjórnin í Norðurkorea hevur nú skotið upp, at norðurkoreanskir og suðurkoreanskir embætismenn skulu hittast í næstu viku at umrøða viðurskiftini millum tey bæði grannalondini. Tíðindini um fundin koma eitt sindur óæntað, tí støðan millum tey bæði koreonsku londini hevur verið spent, síðani Norðurkorea royndi eina kjarnorkubumbu og fleiri rakettir fyri fjúrtan døgum síðani. Sum skilst vil Norðurkorea tosað við Suðurkorea um eitt stórt vinnuøki, sum er í Norðurkorea, men sum suðurkoreanskar fyritøkur reka. Kioskin í Steinatúni letur møguliga aftur – í hvussu er í eina tíð. Verandi leigarar hava søkt býráðið um loyvi at víðari leiga hølini, sum frameftir ætlandi eisini skulu selja matvørur. Men skal tað lata seg gera, krevur Heilsufrøði­ liga Starvsstovan umfat­ andi broytingar og umbygg­ ingar, og tað verður neyv­ an gjørt. – Tað er neyvan hugsandi, at kommunan fer at gera neyðugu broytingarnar, so matvørur eisini kunnu selj­ ast í Steinatúni. Tað verður alt ov kostnaðarmikið, sig­ ur Heðin Mortensen, borg­ arstjóri. Hann váttar, at umsøkt um víðarileigu og loyvi at selja matvørur er komin inn til kommununa. – Eg haldi, eg tori at siga við vissu, at nevnda umbygg­ ing ikki verður framd, so ynskja verandi leigarar ikki at halda fram við kiosk, verður alternativið at onkur annar fær møguleikan at leiga hølini, tí tað er ynski­ ligt, at ein kiosk er í hølun­ um, sigur Heðin Morten­ sen. Tað er Tórshavnar komm­ una, sum eigur hølini í Steinatúni, har kioskin held­ ur til. (leo) Óvist við Steinatúni Hølini í Steinatúni verða ikki bygd um til matvøruhandil