fríggjadagur 5. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐOYASTEVNA
12
Nr. 105 • 5. juni 2009
Komandi árini fer
Klaksvíkar kommuna
miðvíst at fríðka
ymisk øki í býnum.
Eitt av hesum
støðum er gongu
gøtan frá Bakka
hjallinum til róðrar
neystið, har nógv
fólk gongur dagliga
Klaksvík: - Vit fegnast um, at
tað er eydnast at fremja eina so
sjónliga og nyttuga íløgu fyri so
avmarkaðan kostnað, staðfestir
Óli M. Lassen, formaður í Tekn-
isku Nevnd.
Kostnaðurin av fríðkanararbeið-
inum er mettur til einar 200.000
krónur.
Tekniska Nevnd hevur viðgjørt
fíggjarligu støðuna á tekniska
økinum og hevur staðfest, at
sera lítið av peningi er tøkur til
kommunal arbeiðir. Tí verða bert
nøkur fá smærri arbeiðir framd
nú, eins og onnur arbeiðir, har
kommunan hevur gjørt einhvørja
binding.
- Kommunan hevur seinastu
mongu árini uppkeypt neystini
á Biskupsstøð við niðurtøku fyri
eyga, og tí var tað gjørligt nú at
gera hendan partin fyri ein so
avmarkaðan kostnað, sigur Óli
M. Lassen við heimasíðuna hjá
Klaksvíkar kommunu.
Hann vísir á, at fleiri av
neystunum vóru í so ringum
standi, at tíðin var búgvin til at
taka hesi niður. Nú neystini eru
burtur, hevur kommunan fingið
fleiri parkeringspláss eystanfyri
róðrarneystið.
Tá ið hetta arbeiðið við
Bakkahjallarnar er liðugt,
verður farið undir at fríðka
krókin millum Klaksvíksvegin og
omankoyringina til lítlukai, sum
nevndin eisini hevur raðfest í ár.
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
Fyrsti kappróðurin
Er tað nakað sum kappróðrarfólkið hevur sæð fram til, man tað vera
fyrsti FM-róðurin í ár. Kl. 15 leygardagin verður lagt til brots við
øllum teimum mongu og spentu róðrarmanningunum, sum nú sleppa
at vísa hvørjari venjing tær eru í. Sum skilst er talið av tilmeldaðum
bátum til róðrarnar í summar sera høgt, og lítið man vera at ivast
í, at bátarnir fara at leggja nógv fyri at vinna sær týðandi stig í
kappingini at gerast FM-vinnarar í summar. Eftir at kappróðurin er
liðugur fer Jógvan Skorðheim, varaborgarstjóri at handa steyp til
vinnandi bátarnar. Hetta verður gjørt í Klaksvíksgarðinum.
Betesda endar stevnuna uttandura
Nógv ymisk tiltøk eru at fara til á hesi fyrstu stevnuni í
summar. Samkomurnar í Klaksvík fara aftur í ár at spenna
seg út við tiltøkum, bæði úti og inni. Í KFUM&K verða fleiri
tiltøk stevnudagarnar, og tað verða tað eisini í Betesda,
sum m.a. fer at gera vart við seg sunnukvøldið. Fyrst fer
Betesdakórið at syngja í Vágstúni um morgunin, og út á
kvøldið verður sangmøti inni í salinum. Og tá tey eru liðug
við hetta fara fólk úr samkomuni at hava útifund í Vágstúni.
Sambært eini skrá til Norðoyastevnuna verður hetta samstundis seinasta tiltakið.
Ein fríður býur fyri rímiligan kostnað
Dýrur mánaður fyri kommununa
Tølini fyri inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu í mai mánaði vísa greitt tað, sum mong
annars bóru ótta fyri:
Næstan tvær milliónir krónur minni eru komnar inn í kommunukassan henda farna
mánaðin, enn somu tíð í fjør.
Nýggjastu tølunum frá Toll og Skatt vísa nevniliga, at mai royndist sera illa, meðan
mars mánaður helt nøkunlunda stand, tá skattainntøkurnar minkaðu við bert 0,08
prosentum.
Høvuðsorsøkin til hesa gongdina er kreppan í fiskivinnuni. Hetta hevur serliga rakt
fiskivinnuhøvuðsstað okkara, har afturlatingin av Kósavirkinum og sølan av fleiri
skipum úr býnum, eru høvuðsorsøkir til hetta.
Afturgongdin í skattainntøkuni í mai var omanfyri 14 prosent og sum er met, tí
nærmasta fallið var í februar mánaði í ár tá skattainntøkan fall 6,56 prosent.
Úr kommununi verður sagt, at tey fingu 9,5 mió krónur inn í kommunu skatti í mai
mánaði í ár, ímóti 11,2 mió kr. í mai 2008.
Skerja fíggjarætlanina við 11 mió
Týskvøldið í farnu viku samtykti býráðið í Klaksvík ta endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri
2009. Arbeitt hevur leingi verið hesum, tí greitt varð at neyðugt varð við skerjingum av
útreiðslunum hjá kommununi.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, upplýsir, at tann endurskoðaða fíggjarætlanin hjá
kommununi samanlagt er skerd við umleið 11,4 mill. krónum, sum bæði fevnir um
skerjing av útreiðslum og øking av inntøkum kommununnar. Góðar 3 mió krónur eru
funnar innan íløgur, meðan 4,3 mió eru spardar innan rakstrarútreiðslurnar.
Triðja høvuðsøkið, har skarvað er av útreiðslusíðuni, eru avdráttir av lánum
kommununnar. Eftir samskifti við lánveitarar og Fíggjarmálaráðið er ætlanin í ár at skerja
avdráttirnar av lánunum úr 10 mill. krónum niður í 6 mill. krónur.
- Hetta er ein skerjing á 4 mió krónur, so samanlagt geva hesi tiltøkini umleið 11,4 mió
í sparingum, upplýsir borgarstjórin.
”Reinur og fríður er Klaksvíkar býur”. Soleiðis æt tað fyrr, og soleiðis skal tað eisini verða í framtíðini
Mynd: klaksvik.fo