Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 Enn hava strandingar ikki tikið nøkur ítøki­ lig stig í roynd ini at varðveita bygd ar ­ húsið sum ver an di ogn hjá komm un­ uni, sum annars hevur boðið Heima­ missiónini í bygdini at býta húsið um við gamla missiónshúsið. Og tó. Ein profilur er stovnaður á Face­ book, har fólk, ið mótmæla ætlanunum hjá kommununi, kunnu tilmelda seg og soleiðis mót mæla ætlanunum Strendur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur fingið øði í fólk, at Sjóvar kommuna, sum eigur bygdarhúsið á Strond­ um, ætlar at lata Heima­ missiónini í bygdini húsið afturfyri, at kommun an yvirtekur gamla missi óns­ húsið í bygdini. Bygdarhúsið á Strondum, sum er bygt fyri umleið 30 árum síðan, er eitt stórt og gott hús við ørgrynnu av møguleikum, meðan miss­ iónshúsið er eitt gamalt hús í tveimum hæddum, sum er bygt miðskeiðis i tríatiárun­ um. Orsøkin til, at Sjóvar kommuna eftir øllum at døma vil fremja umbýti er ivaleyst, at bygdarhúsið hevur verið rikið við halli, sum í fjør var einar 450.000 krónur. Kommunan, sum eigur hús ið, hevur havt ein dag­ ligan leiðara, og seinastu 3­4 árini hevur leiðarin verið Meinhild Harrysdótt­ ir. Hon røkir ikki hetta starv longur, tí kommunan hevur sagt hana upp – frá 1. juni í ár at rokna. Sjóvar kommuna er í løtuni í holt við at fremja uppíbygging av nýggjum skúla, og sambært vælvit­ andi keldum væntar komm­ unan, sum annars er væl fyri fíggjarliga, at 2009 kemur at geva eitt hall í árs­ roknskapinum upp á einar 14 miljónir krónur. Hetta er so eisini ein orsøk til, at leitað verður við lykt eftir skerjingum á útreiðslusíðuni. Hóast nógv verður tosað á Strondum og í kommununi annars um ætlaninar hjá kommunustýrislimunum, hava fólk ikki tikið nøkur ítøkilig stig fyri at fáa Sjóvar kommunu at broyta ætlan um umbýti. Um dagarnar er tó ein profilur stovnaður á Face­ book, har fólk, ið vilja standa saman um, at bygd­ arhúsið verður varðveitt í verandi líki, kunnu tilmelda seg. Nógvir møguleikar Bygdarhúsið á Strondum man teljast millum tey elstu av teimum nýggjaru húsun­ um, sum bygd vórðu í sínari tíð til ymiskt mentanarligt virksemi kring landið. Gjøgnum árini hava nógv ymiskt tiltøk verið í húsin­ um, og seinastu árini hevur húsið verið karmur um kafeteria, sum hevur verið opin hvønn dag, eins og nýtt fitnessentur hevur ver­ ið í kjallaranum. Tað er Strálan, sum hevur leigað hendan partin av húsinum til venjingar, og tað er eisini Strálan, sum hevur útvegað sær venjingaramboðini. Sum skilst á Strondum, hevur fitnessentrið verið væl vitjað, og fólk hava verið sera fegin um henda møguleika. Dagligi leiðarin hevur staðið fyri rakstrinum av kafeteria, sum partur av hesum starvi. Flestu ervi í bygdini hava verið í bygdarhúsinum, eins og nøkur brúdleyp eisini hava verið hildin har. Í sínari tíð vóru nógv dansitiltøk í bygdarhúsinum, men hesi hava verið nógv færri seinnu árini. Tó hava slík tiltøk verið, tá stevnur og høgtíðir eru. Eitt umtókt tiltak, sum húsið í seinastuni eisini hevur verið brúkt til, er so ­ nevnd bygdakviss, men seinasta kvissin av hesum slag varð hildin í Statoil hóskvøldið. Fólk í Sjóvar kommunu halda, at nógvir ónýttir møguleikar liggja í hesum húsi – ikki minst møguleikar av mentunarligum slagi, sum tey halda, at nógv meira kundi verið gjørt burtur úr. ­ Tað er kanska ikki altíð so lætt at ”umseta” mentan til pening, men við fleiri tiltøkum av ymiskum slagi og einum lítlum gjaldi fyri luttøku, høvdu enn fleiri tiltøk avgjørt gjørt mun á inntøkusíðuni. Kaldar føtur Líkt er til, at umboðini í Sjóvar kommunu ikki høvdu væntað, at fólk fóru at seta seg so hart upp ímóti samtyktini um umbýti. Í samrøðu við aðrar fjøl­ miðlar hevur borgarstjórin, Arthur Johansen, soleiðis sagt, at enn er seinasta orðið ikki sagt í hesum máli. Hetta kundi bent á, at kommunan fer at umhugsa sína avgerð av nýggjum, áðrenn endalig avtala verður gjørd um umbýti. Heimamissiónin í komm­ ununi hevur arbeitt við ætlanum um at byggja nýtt missiónshús fyri fleiri miljónir, og tá kommunan beyð teimum húsið í býti við gamla missiónshúsið, takkaði missiónin sjálvandi ja. Nú er so líkt til, at seinasta orðið ikki er sagt í hesum máli. Juncker sleppir einum starvi Tey seinastu 14 árini hevur Jean­Claude Juncker verið forsætisráðharri og tey seinastu 20 árini fíggjarmálaráðharri í Luksenburg, men nú ætlar hann sær at leggja starvið sum fíggjarmálaráðharri frá sær, um flokkur hansara vinnur tjóðartingsvalið, sum verður sunnudagin. Hinvegin hevur Jean­ Claude Juncker ongar ætlanir um at gevast í starvinum sum formaður í tí sokallaða evrubólkinum, ið umfatar tey 16 londini, sum hava evruna sum gjaldoyra. Eygleiðarar halda, at Juncker sleppir fíggjarmálaráðnum, tí Luksenburg hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri at hjálpa útlendingum at fjala pengar undan skattavaldinum. Dømdir fyri morð Tveir bretar vórðu í gjár dømdir fyri at hava beint fyri tveimum fronskum studentum í juni í fjør. Rætturin kom til ta niðurstøðu, at Dano Somex og Nigel Farmer brutu inn til teir báðar 23 ára gomlu fronsku studentarnar Laurent Bonomo og Gabriel Ferez í íbúð teirra har suðuri í London við tí fyri eyga at taka pengarnar frá teimum. Í úrskurðinum stendur, at bretarnir bundu teir báðar fransmenninar á hond og fót og myrdu teir síðani. Læknakanningar staðfestu, at teir báðir menninir vórðu stungnir meiri enn 240 ferðir. Vilja ikki av við bygdarhúsið Artur Johansen, borgarstjóri, sig ur, at málið um fram­ tíð ar æ tlanir við bygd ar húsinum er til viðgerðar í trivn­ að ar nevndini, og har verða nógvir ymisk ir møguleikar við­ gjørd ir Strendur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sambært borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Arturi Johansen, er eingin enda­ lig avgerð tikin í kommun­ uni enn um lagnuna hjá bygd ar húsinum. ­ Málið um fram tíð ar­ æt lan ir við húsinum er til viðgerðar í trivn að ar­ nevnd ini, og tað er ikki lagt fyri bygdaráðið til støðu tak an enn. Trivn að­ ar nevndin er heldur ikki kom in til nakra endaliga niður støðu. Borgarstjórin er tó av gjørd ur, tá hann sigur, at neyðugt er at fáa skila­ góð an rakstur í bygd ar­ húsið, um tað skal rekast sum partur av virksemi­ num hjá kommununi. ­ Vit hava havt ymiskar skip anir v ið húsinum gjøg num árini, og tað kann væl ikki vera ætlanin, at tað einasta, vit regluliga kunnu bjóða í hesum húsi, er ein grillbarr, sum hann tekur til. Hann heldur, at fólk í kommununi kundu havt ”bakk að” húsið betri upp gjøgnum árini, um tey eru so fegin um at varðveita bygdar húsið sum fram­ hald an di ogn hjá komm u ­ n u ni. Artur Johansen sigur, at Sjóvar kommuna hevur spurt seg fyri hjá stýrinum fyri Heimamissiónina, um áhugi er fyri møguligum um býti, men longur er mál ið ikki komið. ­ Sum áður sagt, er eing­ i n avgerð tikin enn, hvørki í trivnaðarnevndini hjá komm un uni, ei heldur í bygda ráð num, leggur borgar stjórin dent á. Enn er einki samtykt í Sjóvar kommunu