Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 • 5. juni 2009 NORÐOYASTEVNA 11 Skrúðgonga við øllum tilhoyri Klaksvíkingum dáma væl at skipa fyri, og tað duga teir so sanniliga eisini. Tað fara teir at prógva enn einaferð, tá Norðoyastevnan verður sett sunnudagin kl. 14. Byrjað verður við skrúðgongu við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum, ítróttarfólki og hestum. Alt fylgið møtir í Klaksvíksgarðinum, hagani gingið verður heim í Vágstún. Her fer Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík at flyta fram røðu. Við hetta høvið spælir hornorkestrið eisini. Gongutúrur norður á Skarð Tað eru ikki øll, ið hava eins góðan hug til tað formella og siðbundna. Her kemur Norðoya Gongufelag inn við einum hugnaligum og søguríkum túri til avtoftaðu bygdina Skarð, sum liggur á eystursíðuni á Kunoynni. Tað sum ger túrin áhugaverdan er, at søgukøn frásøgufólk verða við. Sagt verður, at hesin túrurin byrjar sunnudagin við Norðoya Kunningarstovu kl. 12:30 og varar íalt í einar seks tímar. Norðoyastevnan longu byrjað Hóast ársins fyrsta stevna í roynd og veru ikki verður sett fyrrenn sunnudagin, hava fyrstu tiltøkini longu verið. Hetta hendi kl. 17:30 í gjár, tá skipað varð fyri talvkapping fyri børnum og ungum í Skákinum á Akursmørk. Seinni um kvøldið varð skipað fyri snarkapping í talvi fyri vaksin á sama staði. Aftur í dag eru nógv tiltøk á skránni, m.a. enn ein talvkapping í Vágstúni ella á sama staði sum hóskvøldið. Av tiltøkum í kvøld kann nevnast tað sum KFUM & K-skótarnir skipa fyri. Talan er um eitt kondibingo við café. Sagt verður, at byrjað verður kl. 19 uttanfyri felagsbygningin og at endað verður umleið kl. 21. Øðrvísi tónleikaferð við Jens Marna Fríggjakvøldið verður Leikalund karmur um fyrstu konsertina á fyrstu summarstevnuni í 2009. Kl. 21 fer nevniliga kendi tónleikarin úr Kollafirði, Jens Marni Hansen at stíga á pallin í Spaniastovu í elstu handilshúsinum í Klaksvík. Hann hevur áður hitað upp fyri heimskenda tónleikaran, Bryan Adams, tá hesin vitjaði í Havn í fjør. Á Norðoyastevnu í ár fer hann at hita norðoyingar og stevnugestirnar upp við frálíka tónleiki sínum. Jens Marni fer í kvøld at framføra løg av fløguni ”The right way” og annars tónleik sum hevur givið honum íblástur. Undir tiltakin fer Kafé Leikalund at bjóða leskiligt ábit. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta í gildi systkina avsláttur fyri foreldra­ gjøldini á barna­ ansingar økinum galdandi frá 1. januar í ár Klaksvík: Avgerðin um avslátturin varð tikin, eftir at bæði Sosiala Nevnd og Fíggjarnevndin høvdu mælt til, at seta í gildi henda avslátturin sum verður upp á heili 15 prosent. Systkinaavslátturin var upprunaliga samtyktur av undanfarna býráði sum partur av fíggjarætlanini fyri 2009. Tað vísti seg, at neyðugt var við einari útgreining av málinum, áðrenn tað kundi setast í verk. Tað er hetta, sum núsitandi býráð hevur gjørt. Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, forkvinna í Sosialu Nevnd upplýsir, at býráðið samtykti hetta málið einmælt. - Eg fegnist um, at málið nú verður ført út í lívið. Júst hetta við avsláttrinum fyri systkin var eitt av fyrstu málunum, sum núsitandi býráðssamgonga vildi føra út í lívið, sigur hon við heimasíðuna hjá kommununi. Hækka avslátturin komandi ár Á fundi í býráðnum í farnu viku samtykti býráðið somuleiðis, at avslátturin komandi ár skal hækka upp í 20 prosent. Forkvinnan í Sosialu Nevnd upplýsir, at býráðið hevur samtykt, at umsitingin av skipanini verður útgreinað nærri, herundir hvussu avslátturin verður avgreiddur og útgoldin. - Vónandi kann henda skipanin lætta um hjá familjum, sum hava fleiri enn eitt barn í barnaansing í Klaksvíkar Kommunu, sigur Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen. ––––––––––––––––––––––––––––– Snorri Brend Avsláttur við afturvirkandi kraft Tað verður nú bíligari at hava børn í barnaansingini í Klaksvík (savnsmynd)