Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 - Fara politikararnir at pilka við sjómanna- frádráttin og inn- tøku­trygdina hjá fiskimonnu­m fyri at minka hallið á fíggjarlógini, verðu­r allu­r flotin lagdu­r við brestin, ávarar formaðu­rin í Fiskimannafelagnu­m Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er stórur vandi fyri verkfalli í øllum fiski­ flotanum. Tað staðfestir Jan Høj­ gard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Nú samgongan arbeiðir undir hátrýsti fyri at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár til rættis, er boðað frá umfatandi inntrivum fyri at minka um hallið hjá landskassanum. Í hesum sambandi hava politikararnir eisini nevnt møguleikan at avtaka ella skerja tann serliga skatta­ lættan, sum sjómenn fáa og teir hava eisini nevnt, at tað kann verða neyðugt at pilka við minstulønina og aðra inntøkutrygd. ­ Gera teir tað, spæla teir við eld, ávarar formaðurin í Fiskimannafelagnum. Standa fast Jan Højgaard sigur, at í nevndini í Fiskimanna­ felagnum hava tey tosað um hesi viðurskifti og har er semja um, at felagið fer ikki at lata tað um seg ganga, at inntøkuviður­ skiftini hjá fiskimonnum verða skerd. ­ Tí er tað alt, sum talar fyri, at verður pilka við okk­ ara inntøkumøguleikar, verð­ ur flotin lagdur við brestin. Hann sigur, at hetta er nevndin samd um, hóast endalig avgerð ikki er tikin. Men í hansara hugaheimi er tað einasta, sum manglar, at nevndin tekur eina formliga avgerð um at leggja flotan og boðar frá avgerðini, tí semja er í nevndini um tað. Og tað sigur hann, fer at henda nakað skjótt. Sjálvur blunkar Jan Højgaard ikki við at leggja flotan, verður pilkað við sjómannafrádráttin og inntøkutrygdina. ­ Alt annað vildi verið løgið, staðfestir hann. Hann leggur afturat, at Fiskimannafelagið hevur fingið áheitan frá limunum um at standa fast í hesum máli og tí heldur hann, at felagið kann ikki slaka. Landið á heysin Jan Højgaard sigur, at arbeiðshugurin tikin frá fiskimonnum, so at teir rýma av skipunum, fer tað at koyra landið á heysin. ­ Sum ábyrgdarfullir borg­ arar í hesum landi kunnu vit lata slíkt um okkum ganga. ­ Vit hava bara sjógvin á at líta og verður skatta­ frádrátturin skerdur og inntøkutrygdin lækkað, ivist eg ikki í, at skipini missa manningarnar. Jan Højgaard ivast ikki í, at hendir nakað við inn­ tøkuviðurskiftunum, fara nógvir fiskimenn bara í onnur lond at sigla, ella bara fara teir í land, tí tað fer at loysa seg líka væl sum at sigla. Hann vísir á, at prísirnir eru falnir so nógv, at hesi bæði seinastu árini er lønin hjá nógvum fiskimonnum farin niður í helvt. ­ Eg havi sæð onkra uppgerð, har hýran fyri ein túr upp á eina góða viku, hevði verið 15 krónur um so var, at ongin inntøkutrygd var, og tað sigur seg sjálvt, at slíkt tímir ongin, tí tað er ikki fyri arbeiðshandskar, sigur Jan Højgaard. Seta politikarar tiltøk í verk, su­m fara at skerja inn- tøku­trygdina hjá fiskimonnu­m, ivast formaðu­rin í Reiðara- felagnu­m ikki í, at nógvir mans taka til rýmingar av føroyska fiskiflotanu­m Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Fara politikararnir at skerja sjómannafrádráttin og at gera inntøkutrygdina verri, mugu vit rokna við, at nógvir mans rýma av føroyska fiskiflotanum. Tað ivast Viberg Søren­ sen, formaður í Reiðara­ felagnum, ikki í. Hann sigur, at longu sum støðan er nú, er tað tórført hjá fleiri skipabólkum at fáa manning. Verður tað so gjørt upp aftur minni hugaligt at fara til skips, er stórur vandi fyri, at bikarið flýtur yvir og menninir og so stinga teir av. Viberg Sørensen sigur, at hjá øllum húkaflotanum og garnaflotanum er tórført at manna skipini og verður inntøkan skerd enn meiri, meiri, verður onki at gera. Viberg Sørensen stað­ festir, at hetta síðsta árið er miðal avreiðingarprísurin hjá einum línuskipið farin niður í helvt og tað sæst tilsvarandi aftur í inn­ tøkunum hjá manningunum ­ Verða so tær skipanir skerdar, sum stuðla uppundir hesar manningar, verður grundarlagið tikið undan allari skipanini, sigur for­ maðurin í Reiðarafelagnum. Manningin rýma av skipunum Verða tær skipanir skerdar, sum stuðla upp undir inntøkuna hjá fiskimonnum í hesum døgum, verður grundarlagið tikið undan allari skipanini, staðfestir Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum Hótta við at leggja allan fiskiflotan Ongin endalig avgerð er tikin, men nevndin í Fiskimannafelagnum er samd um, at fara politikararnir at pilka við sjómannafrádráttin og inntøkutrygdina, verður allur flotin lagdur, sigur Jan Højgaard og hann væntar, at ein fráboðan um hetta kemur heilt skjótt Fólkafundur í Gøtu Fólkafundur verður í Gøtu sunnudagin 7. juni ­ seinrapartin kl. 3. Hann verður hildin í Norðragøtu, við standmyndina av Tróndi í Gøtu. Skráin er: Sálmurin “Givnir eru einglar góðir” verður sungin. Gunnhild Dahl Niclasen, lesandi, flytir fram røðu. Carl Jóhan W. Jensen, rithøvundur, ber fram yrkingar. Kári á Rógvu, løgtingsmaður, flytir fram røðu. Lív Næs og Niels Midjord syngja og spæla. Annika Olsen, landsstýris­ kvinna, flytir fram røðu. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, flytir fram røðu. Tjóð­ sangurin verður sungin. Møguleiki er fyri at síggja fornminnini í hesi søguligu bygd, og húsini hjá Gøtu Fornminnisfelag vera opin undir og eftir fólkafundin, sigur Jóanes Johannesen vegna fyrireikararnar.