fríggjadagur 5. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐOYASTEVNA
10
Nr. 105 • 5. juni 2009
Klaksvík: 2900 bilar í miðal um
samdøgrið!
Vegurin á Grønabóli er tann
vegurin, sum hevur mestu
ferðsluna í øllum Norðoyggjum.
Og talið er bara vaksandi ár
undan ári.
Hetta hava býráðslimir í
Klaksvík vitað og gjøgnum árini
eru eisini framdar fleiri ábøtur,
við tí í hyggju at gera alla hesa
ferðsluna so trygga sum tilber.
Nýggja samgongan sum tók
við eftir seinasta býráðsval og
limirnir í Ferðslunevndini, ætla
sær so sanniliga eisini at seta
síni fingramerki á ferðslutrygdina
í næststørsta býi okkara.
- Ja, vit hava longu gjørt onkrar
broytingar í ferðsluni, og fara so
líðandi at fremja fleiri ætlanir í
verki, sigur Atli S. Justinussen.
Alt hetta arbeiðið við
ferðslutrygdini er ikki vorðið
minni aktuelt, nú samtykt er at
tunlarnir Norður um Fjall skulu
ganga úr Ánunum. Hetta kemur at
leiða ferðsluna norðureftir og til
góðshavnina í Ánunum gjøgnum
allan býin.
- Jú, avbjóðingarnar eru stórar í
framtíðini, staðfestir formaðurin í
Ferðslunevndini.
Trygt og gott
Hvønn einasta dag koyra í
túsunda tali av bilum gjøgnum
Klaksvík. Talið á bilum, sum
hava koyrt um Grønaból - sum
er millum býin og tunnilsvegin
- hevur ligið omanfyri teir 2500,
men kom í fjør heilt uppá 2884
bilar í miðal um dagin.
Hetta vísa ferðsluteljingar sum
fólk hjá Landsverki hava staðið
fyri. Fyri mong fólk í Klaksvík
hevur henda nógva ferðslan - og
lutvíst eisini sera skjóta ferðslan!
- gjørt sítt til, at tey óttast vandan
fyri óhappum og vanlukkum, um
ikki munagóð tiltøk verða sett í
verk.
Tað eru kortini ikki einans teir
vanligu bilførararnir sum bera
ótta fyri, nær næsta óhappið
kann henda. Eisini í kommununi
hava tey leingi verið varug við
vandan við nógvu ferðsluni
eftir teimum mangan smølu
vegunum.
Hesin vøksturin hevur
serliga verið ásýnligur eftir at
Norðoyatunnilin lat upp fyri
meiri enn trimum árum síðani.
- Eitt er tað, at ferðslan er
nógv vaksin her í Klaksvík.
Men vit síggja bæði fleiri, og
haraftrat munandi størri bilar
koyra gjøgnum býin í dag. Okkara
hægsta ynski er tí at gera nakað
fyri, at ferðslan skal vera so
trygg sum yvirhøvur gjørligt,
sigur Atli S. Justinussen.
Koyra skjótt
Eitt av vandamálunum í býnum er,
at bilarnir hava lyndi til at koyra
heldur skjótt. Tá er so skjótt, at
vandastøður kunnu koma fyri.
Fyri at tálma ov nógvari ferð,
hevur ein sett upp vegbungur
við góðum úrslitum. Hóast
øllum bilførarum ikki dáma hesa
loysnina ov væl, so er hetta í
øllum førum ein máti at fáa teir at
minka um ferðina.
Formanninum í Ferðslunevndini
dámar væl slíkar bungur,
um so er at tær lúka nakrar
treytir: Tær skulu ikki gerast
á høvuðsvegunum. Tær skulu
vera væl gjørdar. Tær skulu vera
behagiligar at koyra á. Og tær
skulu ikki minst vera langar ella
breiðar.
- Eg havi fingið nógvar
uppringingar frá fólki - serliga
barnafamiljum - sum føla seg
ótrygg í ferðsluni. Og slíkt
kann eg ikki lata fara aftur við
borðinum, slær hann fast.
Í Klaksvík hava nøkur
vegastrekki hesar vegbungurnar.
Hesar eru til bata fyri ferðsluna
á staðnum, men samstundis eru
tær við til at skapa ein nýggjan
trupulleika:
Tað vísir seg nevniliga, at
nógvir bilførarar tíma ikki at
koyra eftir slíkum vegastrekkjum
og velja tí aðrar vegir uttan
vegbungur.
Á henda hátt flytir ferðslan seg
til onnur vegastrekki, sum nú fáa
økta ferðslu, hóast tey ikki eru
gjørd til tað. So ein kann siga, at
vegbungur eru góðar, men at tær
eisini hava eina slagsíðu.
- Ja, eg veit hetta. Og tí havi
eg eisini sagt, at tann dagin ið vit
hava eina loysn, sum er betri enn
vegbungurnar, so atkvøði eg fyri
tí, sigur Atli S. Justinussen.
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Ferðslan
skal gerast
tryggari
Síðani Norðoyatunnilin læt upp í 2006 er ferðslan
økt nógv inni í Klaksvík. Nú nýggir tunlar skulu
gerast Norður um Fjall er neyðugt at gera ferðsluna
so trygga sum tilber í býnum. – Vit eru noydd at
hava nakrar linjur at ganga eftir, soleiðis at ferðslan
kann skipast á bestan hátt, sigur Atli S. Justinussen,
formaður í Ferðslunevndini
Tað eru ávís støð í Klaksvík
har nógvir bilar koyra og har
ferðslan eisini gongur í skjótara
lagi.
Eitt av hesum støðum er
norðarlaga í Klaksvík, beint við
stóra bygningin hjá Senta, har
nógv virksemi er og nógvir bilar
skulu út og inn av bilplássunum.
Hetta er samstundis tað staðið,
har landsvegurin endar og
býarvegurin byrjar.
Tað vísir seg kortini, at
nógvir bilførarar hava ilt við at
skilja munin á hesum báðum
viðurskiftum: Teir halda áfram at
koyra 80 km/t langt inn í býin.
Formaðurin í Ferðslunevndini,
Atli S. Justinussen er fult
greiður um hetta. Hann koyrir
úr Árnafirði til Klaksvíkar hvønn
dag, og sær, hvussu trupult
tað er hjá summum bilførarum
at minka um ferðina á hesum
staði.
- Hetta skapar ótryggleika
hjá fólki. Eg havi tí sett meg
í samband við Landsverk fyri
at finna onkra loysn á hesum
trupulleikanum, sigur hann.
Atli hevur sjálvur sæð - og
merkt! - til góðu úrslitini av teim
digitalu ferðmátarunum í t.d.
Skipanesi, og heldur, at ein slík
loysn hevði eisini verið hóskandi
á hesum strekkinum í Klaksvík.
- Vit fara at tosa nærri um
tað við Landsverk í nærmastu
framtíð, sigur hann.
Gott hugskot við digitalum ljósi
Fyri at lætta um hjá bæði viðskiftafólkum og handlunum er nú loyvi at steðga longri á høvuðsvegnum í Klaksvík. - Eg
havi skilt, at fólk eru sera fegin um hesa loysnina, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Ferðslunevndini
Mynd: Jens Kr. Vang