Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 Læknar verða stevndir Myndugleikarnir í Sri Lanka hava handtikið nakrar læknar, tí myndug­ leikarnir hava illgruna um, at læknar­ nir hjálptu teimum tamilsku uppreistr­ armonnunum, sum vórðu niðurbardir í síðsta mánað. BBC sigur frá vælvit­ andi keldum, at læknarnir vórðu tiknir , tá stjórnarherurin kringsetti teir seinastu uppreistrarmenninar har norðúri í landinum. ST sigur, at læknarnir eru hetjur, og amerikanska stjórnin sigur, at læknarnir hava bjargað nógvum mannalívum. Men stjórnin í Sri Lanka vil tvørturímóti vera við, at virksemið hjá læknunum kostaði mannalív, og tí skulu teir fyri rættin, sigur stjórnin. Oljan togar í 70 dollarar Oljuprísurin hækkar støðugt á altjóða marknaðinum, og í morgun var hann komin upp á 69,60 dollarar fyri tunnuna, og so dýr hevur oljan ikki verið teir seinastu sjey mánaðirnar, skrivar Reuters. Greinarar, sum tíðindastovan hevur tosað við, siga, at prísurin hækkar, tí fólk hava fingið vónir um, at vend fer at koma í ta búskaparligu kreppuna. Greinararnir siga, at tað kann væl henda, at oljuprísurin fer upp um 85 dollarar fyri tunnuna, áðrenn hetta árið er úti. Goldman Sachs væntar í síni seinastu meting, at prísurin fer at liggja um 95 dollarar um árslok næsta ár. Freistin at lata inn leikverk til Dramaverkstaðið er 15. juni. Dramaverkstaðið fegnast um tey verk, ið eru komin inn, men Dramaverkstaðið bíðar spent eftir fleiri Mentan Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Mánadagin 15. juni er seinasta freist at lata inn leikrit til skrivikappingina ”Skriva ein sjónleik til børn”. Tað er Dramaverk­ staðið, sum bjóðar øllum at taka lut í kappingini um at skriva ein sjónleik til børn. Kappingin er stuðlað av FUR, MáF og Mentamála­ ráðnum. Dramaverkstaðið sigur, at fleiri leikrit eru innkomin, men at verkstaðið við spenn­ ingi bíðar eftir at síggja fleiri. Endamálið er at fáa til vega fleiri føroyskar sjón­ leikir til børn, sum kunnu spælast av børnum ella barn­ sligum sálum. Málbólkur er børn millum 8–12 ár. Longdin á leikinum kann vera millum 15–30 minuttir til longdar, men tað er einki krav. Ein dómsnevnd avgerð hvør sjónleikur fær 1., 2., og 3. virðisløn, ið eru á ávikavist 15.000 krónur, á 10.000 krónur og 5.000 kr. Vinnararnir verða kosnir í september 2009, og øll, ið hava verið við í kappingini, fáa boð so skjótt, sum avgerðin er tikin. Leikritini skulu sendast til Dramaverkstaðið áðrenn 15. juni. Blaðstjórin á Norð­ lýsinum samanber handina av riddara­ krossinum, sum 200 letur Mentanarnáttina, við eyðmerking av jødunum undir 2. veraldarbardaga, og ákærir Tórshavnar kommunu fyri at stuðla háðanini av sambandsfólki. ­ John William Joensen legg­ ur Tórshavnar komm­ unu orð í munnin, sum ongantíð eru søgd, sigur Birgir Kruse KjaK Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í seinastu viku vóru hvassar viðmerkingar at síggja í kjakrúminum hjá Norðlýsin­ um. Orsøkin var at blaðstjór­ in á lokala blaðnum í grein hevði sett spurnartekin við skránna hjá Tórshavnar kommunu fyri Mentanarnátt­ ina, sum er í dag. Á skránna er komin ein handan, sum punk bólkurin 200 stendur fyri. Ætlanin hjá 200 er at handa einum sambandsfólki ein riddarakross. Bólkurin skrivar í tíðindaskrivi soleið­ is um handan­ina: “Tey, ið fáa riddarakrossin handaðan frá 200, eru sum meginregla fólk, sum bróta fordómarnar og annars ikki lata seg seta í bás. Sostatt er talan um eina veruliga heiðr­ an av fólki, sum 200 heldur eru kul. Í hesum føri snýr tað seg um framstandandi sambandsmenn.” Men blaðstjórin á Norð­ lýsinum, sum ikki hevur goymt sín politiska lit fyri almenninginum, kendi seg raktan av hesum, og fór at samanbera tiltakið við happ­ ing frá tjóðveldsins síðu, og riddarakrossin við Dávids­ stjørnuna, sum nasistarnir eyðmerktu jødarnar undir 2. veraldarbardaga. Ikki vert viðmerking Samskiparin av skránni fyri Mentanarnáttina hevur sæð kjakið, sum hevur ligið stilt síðan sunnudagin. Hann heldur, at tað sum blaðstjórin á Norðlýsinum førir fram, nærum ikki er nakra viðmerking vert. ­ Her er talan um ein und­ arligan lesara, sum hevur fingið nakað heilt annað burturúr lesarabrævinum enn tað, sum stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. John William Joensen leggur Tórshavnar kommunu orð í munnin, sum ongantíð eru søgd, sig­ ur Birgir Kruse. Hann sigur, at Tórshavnar kommuna ikki hevur nakað útistandandi, og at eingin hevur goldið ella mutrað seg til eitt pláss í skánni. Øll tiltøk eru javntstillað, og eingin sensurur er í skránni. ­ Tað er ikki øðrvísi enn at Mouldi sleppur at grilla pylsur Mentanarnáttina, sig­ ur Birgir Kruse. – Tórshavnar kommuna fremur propaganda Skriva til pall Blaðið hjá Føroya Fugla­ frøðifelag, Veingasuð, er komið. Í blaðnum ber til at lesa áhugaverdar greinar um ymisk viðurskifti í sam­ band við fugl og fuglavernd í Føroyum. Nevnast kunnu greinirnar Nøvn til før­ oyskar skinfluguslektir og –sløg, Ørkymlandi gongd hjá sjófuglinum í Norður­ høvum og Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2005 og 2006. Harafturat er tilfar í blað­ num um at ternurnar verða taldar, at umhvørviseitur er at finna í havhesti og at føroyska bládúgvan er í vanda fyri at hvørva. Føroya Fuglafrøðifelag er landsfelag fyri tey, ið hava áhuga fyri fugli og fyri at verja fugl og nátt­ úru. Veingja­ suð