fríggjadagur 5. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
9
Fyri Thorleif Eyðun og húsfólkið
hevði júst hetta sín avgerandi
týdning í valinum av bústaði:
Við at keypa hetta økið, sum var
hundraðtúsund+ krónur bíligari,
kundu tey ístaðin brúka tann
sparda peningin uppá húsini,
heldur enn uppá sjálvt grundøkið.
Tað var tó eitt lítið MEN við
hesum grundøkinum Millum
Hjalla:
- Ja, sum tú sært er tað sera
høgt her og ein rættiliga stórur
jarðarmunur. Eg hevði mínar
betonkiligheitir við tí, men her var
ikki so nógv annað at velja í, og tí
tóku vit av.
- Og satt at siga, vænti eg
ikki at vit koma at angra tað,
endurtekur hann.
Sólsíðan
Tað eru eini hús við vøkrum
útsýni, sum Thorleif Eyðun í dag
letur byggja heruppi.
Eitt er tað, hvørji hugskot
ein kann hava til innrætting
og útsjónd av húsum. Annað
er at fáa øll hesi hugskotini at
hóska saman og fest á blað í
eini tekning. Tað fekk hann ein
vinmann at gera, soleiðis at
húsini fara at teljast millum tey
snotiligastu, tá tey einaferð verða
liðug.
Eitt kundi hann kortini ikki
“fyrireika” sum so, og tað var
útsýnið. Ein má í roynd og veru
niðan higar at staðfesta, hvussu
væl húsini liggja fyri. Hetta er
uttan iva ein hin størsti fongurin
við plaseringini.
Eyðun er sjálvur uppvaksin á
vestara armi í Klaksvík - í Víkun-
um, tey kalla - á tí arminum,
sum hann við einum brosi nevnir
skuggasíðuni í býnum, tí tey ikki
hava sólina allan dagin. Nú hevur
hann ístaðin valt at búseta seg á
sólsíðuni.
Húsini hjá Thorleif Eyðuni
standa soleiðis, at hann nú kemur
at hava sólina allan dagin - frá
morgni til myrkurs, tá hon altso er
frammi! Aftrat hesum kann hann
úr stovuni ella á altanini njóta
allan tann ótrúliga vakurleikan
yvir ein part av heimbýnum, á
sjálvari víkini, heilt har suðuri frá
og allan vegin norður í Haralds-
sund.
- Vit koma at hava eitt fantast-
iskt útsýni. Og her verður heldur
einki bygt uppfyri, slær hann fast.
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Enn er ringt hjá fólki at ímynda sær, hvussu sethúsini hjá Thorleif Eyðun Petersen kom at síggja út. Hugskotini hava verið mong, og úr teimum øllum hevur hann valt ta bestu loysnina við tí besta
útsýninum
Mynd: Jens Kr. Vang
»Eg sigi bara sum so: Verður tað liðugt á jólum
í ár, so er tað gott. Men verður tað ikki liðugt á
jólum, ja, so verður tað ikki liðugt á jólum!«
»Eg hevði mínar betonkiligheitir við tí, men her
var ikki so nógv annað at velja í, og tí tóku vit
av.«